mánadagur 6. juli 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 126 - 6. juli 2009
Seyðir við lýsingum
fyri brennivíni
koma sambært
Bjørn á Heygum,
advokati, undir brot
á rúsdrekkalógina,
og Erling Eidesgaard,
stjóri í Dism, undrast
ikki á hetta. – Vit
royna markið, og har
trívast vit, sigur hann
Lýsingar
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tann 18. juni gingu nakrir
seyðir uttanfyri Rúsdrekka
sølu Landsins í Havn. Á síð
uni stóð skrivað »Eldvatn,«
sum er heitið á vodka, sum
føroysk fyritøka ger.
Seinni um dagin gingu
seyðir niðri í Vágsbotni,
har møguleiki eisini var at
royna føroysku vodkuna.
Vit hava eina fyritøku,
sum eitur Eldvatn, og tí
meti eg ikki, at vit beinleiðis
lýsa fyri sjálvum løginum,
sigur Erling Eidesgaard,
stjóri í Dism. Fyritøkan eit
ur eisini Eldvatn og Lívsins
Vatn.
Sambært Bjørn á Heyg
um, advokati, er hetta klárt
brot á grein 19 í rúsdrekka
lógini, sum er um lýsingar
tilfar. Tí tað er ikki spurn
ingurin hvussu barnið eitur,
ið hevur nakað at siga, men
spurningurin er í veruleikan
um, hvat móttakarin skilir.
Siga seg vera til
Tað kann væl vera, at vit
eru á markinum til lógar
brot. Men vit trívast á mark
inum. Hinvegin haldi eg
ikki, at nakar kann nokta
okkum at skriva Eldvatn, tí
tað er eitt av nøvnunum hjá
fyritøkuni, og so mugu fólk
nokta okkum at hava ávís
nøvn, sum til dømis Eldvatn
og Lívsins Vatn, sigur Erling
Eidesgaard, stjóri í Dism.
Hetta er sambært Bjørn á
Heygum ikki lógligt sam
bært lógini.
Bara tað líkist lýsing fyri
brennivíni, so er tað brot á
lógina. Eisini, um talan er
um navnið á eini fyritøku
ella eitt hark í einum ávísum
tað, tí tað er fatanini hjá
móttakaranum, sum hevur
nakað at siga, sigur hann.
Til hetta spyr Erling
Eidesgaard,
um
Føroya
Bjór, so ikki kann eita
soleiðis, tí teir selja eisini
rúsandi løg. Men sambært
Bjørn á Heygum er teirra
støða ein onnur.
Eldvatn selir bara brenni
vín, meðan Føroya Bjór
selir saft, sodavatn og nógv
annað, sum ikki er rúsandi
løgur,
sigur
Bjørn
á
Heygum.
Øll flenna bara
Eitt eru Bjørn á Heygum og
Erling
Eidesgaard
púra
samdir um. Støðan við hes
um lýsingunum byrjar at
gerast rættiliga láturlig.
Støðan byrjar at gerast
alt ov komisk, og tí er tað
sera torført hjá ákæruvaldin
um at gera nakað við
ymisku málini. Tí so verður
ákæruvaldið til láturs saman
við lógini. Og er ikki undir
tøka fyri eini lóg, so kann
hon tað sama ikki vera til.
Soleiðis sýnist støðan vera
til hesa lógina, sigur Bjørn
á Heygum.
Hann vísir somuleiðis á,
at evnini hjá fólki at vera
kreativ, tá tað kemur til tí
líkt ikki hava nakað mark,
og tí er kanska frægast at
sleppa hesi lógini, um hon
ikki hevur undirtøku.
Erling Eidesgaard er púra
samdur við Bjørn á Heygum
í hesum, og greiðir frá, at
hann heldur, at tey flestu
flenna at hesum hendingun
um og hesi lógini, og at tað
helst kemur av, at føroyingar
sjáldan hava havt nakað
ímóti at strekkja lógirnar,
um tað kann loysa ein trup
ulleika.
Føroyingar er í nógvum
førum soleiðis. Hava vit ein
trupulleika, so loysa vit
hann, um vit so strekkja lóg
irnar eitt sindur. Tað kemur
kanska av veiðimentanini
hjá okkum. Tað ber ikki til
at biðja um loyvi, tá tú
stendur í eini støðu, har
spurningurin um lív ella
deyð skal avgerast, sigur
Erling Eidesgaard.
Og vísir víðari á, at tað
var við at vera ímóti autorite
tum, at vit hava tað føroyska
málið, og at hendan lógin
um lýsingar hevur sama
status sum lógin um fostur
tøku og lógini ímóti porno.
Øll hava góðar møguleikar
at útvega okkum hesi, um
vit hava tørv á tí, hóast tað
sambært lógini ikki er
lógligt.
Mørkini flyta seg
Erling
Eidesgaard
vísir
somuleiðis á, at hann ikki
skilir, hvussu rúsdrekka
kann standa sum søluvøra í
Føroyum, men ikki kann
framleiðast ella lýsast við í
Føroyum. Men at tað helst
er soleiðis, at mørkini við
lýsingum fyri rúsdrekka
eru um at flyta seg, tí so vítt
hann veit, er Dism, sum sel
ir Eldvatn, ikki meldað fyri
hendingarnar uttanfyri Rús
drekkasølu Landsins og
seinni tann 18. juni í Vágs
botni.
Ákæruvaldið burtur
Tá Sosialurin royndi at fáa
fatur á ákæruvaldinum um
málið við seyðinum við Eld
vatn áskriftini, søgdu tey av
politistøðini, at tað bara var
Linda Hesselberg, almennur
ákæri, sum kundi úttala seg
um málið beint nú, og at
hon var upptikin.
Eldvatn
breyt
lógina
18. juni vóru hesir seyðirnir at síggja uttanfyri
Rúsdrekkasølu Landsins í Havn. Sambært Bjørn á
Heygum, advokati, hava teir, saman við teimum, sum
hava latið teir í, brotið lógina
savnsmynd
Lýsingar í Rúsdrekkalógini
§ 19. Øll reklama í føroyskum fjølmiðlum og
tíðarritum, útbýting av reklamuseðlum o.t. viðvíkjandi
sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin.
Stórur áhugi fyri Faroexpo-stevnuni
Tað stendur ikki á at fáa luttakarar til vinnustevnuna, Faroexpo, sum er í døgunum 19. – 22. Oktober.
Fyrireikararnir siga, at higartil hava 35 føroyskar og útlendskar fyritøkur meldað til, men málið er at koma upp
á 60 luttakarar, sum er nakað hægri enn í fjør. Hetta er fimtu ferð at hendan altjóða vinnustevnan er í Runavík
og hon verður partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum byrjar 18. oktober og endar 25. oktober.
Faroexpo vendir sær móti ídnaðar og tænastufyritøkum í fiski, ali og oljuvinnuni, sigur Rannvá Troest, sum
er ein av fyrireikarunum. Men stevnan vendir sær eisini til almennar stovnar, ið vara av hesum vinnugreinum.
Faroexpo eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at hittast og byrja samstarv, sum kann økja um teirra
møguleika á heimliga og altjóða marknaðinum, leggur hon afturat. Á stevnuni verður skipað verður fyri tí, tey
nevna ”partenariati” í ítróttarhøllini í Runavík. Partenariatið er fyri afturlætnum hurðum og tað merkir, at bert
tilmeldaðir luttakarar hava atgongd og har er ætlanin at viðgera fyritøkur í ymsum vinnugreinum.