Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 126 - 6. juli 2009 Trygd Árni Joensen arni@sosialurin.fo At tað kann vera hættisligt at arbeiða á og við sjógvin, vita føroyingar av royndum, men nú er tað eisini skjal­ prógvað, at sjógvurin er tað vandamesta arbeiðsplássið, sum ein kann velja sær. Tað er tann heilt greiða niðurstøðan í einari kann­ ing, sum tað danska fak­ felagið 3F hevur latið gera í samstarvi við fyritøkuna Kaas & Mulvad. Kanningin er tann fyrsta av sínum slagi í Danmark. Kanningin hjá 3F vísir, at vandin fyri, at ein danskur fiskimaður doyr av van­ lukku, er hálva triðju ferðir størri enn hjá einum, sum arbeiðir uppi á landi. Tá talan er um danir, sum sigla við øðrum skipum enn fiskiskipum, er vandin á leið hálva aðru ferð størri. ­ Vit hava hildið eygað við gongdini í mong ár. Arbeiðið á sjónum er sera strævið, bæði likamliga og sálarliga. Reiðaríini skerja manningartalið, men ar beiðsbyrðan er framvegis tann sama, so hvør maður hevur fingið meiri at gera, sigur formaðurin í danska sjómannafelagnum, Søren Lundin Sørensen, við DR­kringvarpið. Men kanningin hjá 3F avdúkar eisini, at tað er ikki bara í sambandi við deyðs­ vanlukkur, at fiskimenninir og sjómenninir eru ovastir á vandalistanum. Tá hugt verð ur eftir, hvørjir arbeiðs­ bólkar eru best umboðaðir millum teir danir, sum doyggja av lungnakrabba, eru fiskimenninir á øðrum plássi. Bara lossingar menn­ inir eru omanfyri. Royking og kemisk evni Formaðurin í danska sjó­ mannafelagnum heldur, at tað eru tvinnar orsøkir til, at serliga nógvir fiskimenn, sjómenn og lossingarmenn doyggja av lungnakrabba. ­ Tað er væl kent, at royk­ ing er lutfalsliga vanlig ímillum júst fiskimenn, sjó menn og lossingarmenn, men tíbetur gongur tað tann rætta vegin í tí høpi. Hin orsøkin er, at nógvir menn framvegis hava mein av teimum evnum, sum fyrr blivu brúkt til at mála og vaska skip, sig Søren Lundin Sørensen við danska kringvarpið. Kanningin hjá 3F vísir, at aðrir arbeiðsbólkar, sum eru í størri vanda fyri ar beiðsvanlukkum enn fólk flest, eru teir, sum menn í flutnings­ og pørtum av byggivinnuni. Í samsvari við sam­ gonguskjalið hevur íslendska stjórnin sett eina væl mannaða nevnd at endurskoða fiski veiðiskipanina Fiskiveiðiskipan Árni Joensen arni@sosialurin.fo Íslendska fiskiveiðiskipanin skal endurskoðast. Tað var eitt av málunum, sum Sam­ fylkingin og Vinstra fylk­ ing in lovaðu undir valstríð­ num upp undir altingsvalið fyrr í ár, og nú er nevnd sett at gera arbeiðið. Í síðstu viku setti Jón Bjarnason, fiskivinnu­ og landbúnaðarráðharri, eina nevnd at endurskoða fiski­ veiðiskipanina. Í arbeiðs­ setninginum hjá nevndini sæst, at hon skal lýsa ver­ andi lóggávu, og hvussu hon virkar. Síðani skal nevnd in koma við uppskot­ um um, hvat møguliga skal broytast, fyri at vinnan kann fáa varandi reglur at virka eftir, at fiskivinnan verður sjálvberandi, og at skipa fiski vinnuna eftir einum lógarkarmi, sum flestu ís ­ lend ingar kunnu taka undir við. Arbeiðsbólkurin hevur heimild til at leita sær upplýsingar og ráð, og hann skal lata fiskimálaráð harr­ anum álitið fyri tann 1. november. Stjórnin hevur ikki bein­ leiðis sagt, hvat hon fer at gera við verandi veiðiskipan, men í tíðindaskrivi í síðstu viku skrivaði fiski mála ráð­ harrin, at ráðharrin fer at laga komandi politikkin í samsvari við tilráðingina frá arbeiðsbólkinum. Vinnan væl umboðað Arbeiðsbólkurin, sum skal endurskoða fiskiveiði skip­ anina, hevur ikki færri enn 15 limir. Av teimum eru seks politikarar, og for­ maður er altingsmaðurin Guðbjartur Hannesson úr Samfylkingini. Hann og tríggir aðrir tinglimir um ­ boða samgonguna, og andstøðuflokkarnir Sjálf­ stæðus flokkurin og Fram­ sóknarflokkurin hevur hvør sín lim í arbeiðsbólkinum. Hinir níggju limirnir eru úr ymsum feløgum innan fiskivinnuna. Teirra millum eru Árni Bjarnason,sum er formaður í fiski­ og sjó­ mannafelagnum, formaður Farmanna­ og fiski manna­ sambands Íslands, Adolf Guðmundsson, formaður í reiðarafrelagnum og Arthúr Bogason, sum er formaður í felagnum hjá útróðrar­ monnunum. Herumframt hava fiskavirkini og komm­ unurnar og umboð í ar ­ beiðsbólkinum. Tikin norðan fyri Føroya Banka Bót á 50.000 krónur var prísurin, skiparin á skotska trolaranum ”Endeavour IV” mátti gjalda fyri at sleppa aftur til fiskiskap beinanvegin, eftir at hann varð tikin fyri ólógligan fiskiskap norðan fyri Føroya Banka. Verjuskipið Knud Rasmussen fór leygarmorgunin umborð á skotska trolaran at kanna veiði og reiðskap. Tá varnaðist eftirlitið, at vektin, sum trolarin hevði uppgivið at hava fiskað, var í kruvdari og sløgdari vekt, hóast hon eftir lógini skal uppgevast í rundari vekt. Tað endaði við, at skiparin fekk eitt sektaruppskot upp á 50.000 krónur frá Føroya Landfúta. Tá ið hann hevði góðtikið sektina og veitt trygd fyri pengunum, slapp hann aftur til fiskiskap. (mynd: Færøernes Kommando) Ísland endurskoðar sína fiskiveiðiskipan Sjógvurin er tað vandamesta arbeiðsplássið (Mynd: Vinnan) Sjógvurin er tað vanda­ mesta arbeiðsplássið Íslendska fiskivinnan skal vera sjálvberandi, sigur stjórnin (Mynd: Morgunblaðið)