Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 126 - 6. juli 2009 Í nýggju krimisøguni Myndabókin sleppa ungu lesararnir at royna seg sum detektivar tá teir sjálvir skulu kanna nakrar gátuførar fotomyndir Bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rithøvundurin Laura Trent er og fotografurin Katr in Jacobsen hava gjørt eina heldur øðrvísi krimi bók fyri ung. Í bók­ ini, sum hevur heitið Mynda bókin, verða fot o­ mynd ir nevniliga bland­ að ar upp í loysnina av máli num, men mangan ør kym l a tær meir enn at gera nakað greiðari. Foto­ myndir nar eru prentaðar í bókini, og so kann lesarin sjálvur royna at vita, hvus su gátuføru myndir nar kanska kunnu upp klára løgna málið, sum ríð ur Gilbert sum ein marra. Hann hevur nevniliga altíð vitað, at okkurt løgi er á ovastalofti. Líka síðani pápin doyði, hevur hatta loftið bæði lokkað hann og gjørt hann bangn an. Gilbert kennir á sær, at um tað er nakra­ stað ni, hann hevur ein møgu leika at fáa meir at vita um pápin, so er tað uppi á ovastalofti. Ein dagin byrjar okkurt løg ið at henda. Ein gátu­ før ketta kemur fram alla­ stað ni, har tað tykist ógjør ligt at koma fram, og ein gomul omma tyk­ ist at kunna lesa tankar. Og knappliga finnur Gilbert myndabókina hjá pápa num. Men okkurt er við myndunum, sum ikki er, sum tað eigur at vera. Gil bert kann bara ikki koma á, hvat tað er ... og nú er tað, at lesarin má hjálpa honum. Krimisøgurnar hjá svens ka høvundanum Laura Trenter eru væl dámd ar millum børn og ung í svøríki. Nú fáa so eisi ni føroyskir lesarar høvi at kanna, hvat tað er við hennara søgum, sum hug tekur. Tað er Jón Joen sen, sum hevur týtt bóki na til føroyskt, sum Bóka deild Føroya Lærarafelags gevur út. Sermerkt myndakrimi til ung Myndabókin Nakrar gátuførar fotomyndir gera "Myndabókina" til eina rættiliga øðrvísi krimisøgu Føroyingar smittaðir við salmonella av at eta egg Hendan síðsta mánaðin eru nakrir føroyingar blivnir sjúkir av sal mon el la. Tað vísir seg, at fleiri av teimum smittaðu hava etið egg, sum ikki hava ver ið gjøgnumhitað, antin sum stokt egg ella sum ráar eggjablommur á búff um. Í fleiri førum koma eggini frá Mølle bjerg gård Ægpakkeri og nú er neyvt eftirlit við ein um garði, sum selir egg til Møllebjerg Æg pakk eri, tí illgruni er um salmonella á garði num. Tað merkir, at garð ur in ikki kann selja egg, fyrr enn Føde vare­ styrel sen hevur kannað egg frá garðinum fyri salmonella. Tey smittaðu eggini eru frá búrhønum og eru í pakk um við 6, 10 ella 30 egg um í við haldføri 26. mai til 27. juli 2009. Men ill grun in um salmonella umfatar bara egg, sum eru stemplað við CHR­nr. 52395 og tey verða nú afturkallað. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki, sum hava keypt hesi egg, til at fara aftur í handilin við teimum ella beina tey burtur. Tá ið egg skulu nýtast í mati ella kakum, sum ikki verða gjøgnumhitað, mælir Heilsufrøðiliga starvsstovan fólki til at nýta pasteuriserað egg. Í sambandi við salmonella eru sjúkuteknini leyst lív, vaml, búkpína, fepur og spýggja. Nýggjur fiskahandil er latin upp í mið býn­ um í Havn. Navnið er Fiskakjallarin, og úrvalið er fryst og feskt úr havinum Handil Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í dag klokkan 13 lat nýggjur handil upp í Dr. Jacobsens­ gøtu, yvir av Føroya Keyps­ sa m tøku í miðbýnum í Havn. Tað er Jens Eli Ellefsen, ið letur henda handilin upp. Hann er kendur maður inn­ an fiskivinnu, og hevur brúkt mestsum alt sítt lív í vinn uni. Eisini hevur hann giv ið út eina fløgu, og nú legg ur hann aftur til brots við nýggja handilinum, ið fær navnið Fiskakjallarin. Sum navnið eisini av dúk­ ar, er talan um ein fiska­ hand il, og er talan um eitt stórt úrval av feskum og fryst um úr Havinum. ­ Vit hava avtalur við út róðr arbátar, so tað er heilt víst, at tað er feskur fiskur vit fáa. Tá tú keypir á upp­ boðss ølunu, so kann 10 til 12 daga gamal fiskur liggja millum 2 til 3 daga gamla fiskin, og tí hava vit heldur valt at fáa frá útróðrabátum, sigur Jens Eli Ellefsen. Millum vørurnar er alt frá vanligum feskum toska­ og hýsuflaki, til gull laksa­ fars, hummara og fyrs ta­ floks línukalva. ­ Tað eru út við 30 sløg at vel ja millum, greiðir Jens Eli Ellefsen frá. Føroya Tele yvirtekur nú virksemið hjá felag num iConcept, ið hev ur bjóðað tele­ og bre ið bands tøkni Samanlegging Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo iConcept hevur seinastu ár ini lagt dent á at menna ný mót ans tænastur innan sam skif ti. Felagið hevur 3 tey seinastu árini bjóða tele tæn ast ur á føroyska markn að inum , og hevur ser liga lagt seg eftir at bjóða kund un um breið bands tæn­ ast ur saman við nettalu. Fyri at gera tað møguligt at halda áfram við menning av nýggjum tænastum innan tele ­og breiðbandstøkni, hev ur iConcept valt at legg­ ja virksemi sítt saman við Føroya Tele. ­ iConcept hevur trý dugna lig starvsfólk. Hesi starv s fólk fara saman við øðr um dugnaligum Føroya Tele starvsfólkum at menna nýggjar spennandi tænastur bæði til heimamarknaðin og til ein marknað uttanfyri Før oyar sigur Kristian R. David sen stjóri á Føroya Tele. Endaliga samanleggingin, verð ur formliga avgreidd, tá allar neyðugar samtyktir frá mynduleikunum fyri­ ligg ja. Til neyðugu góð­ kenn ingarnar fyriliggja, verða viðskiftafólk hjá i Con cept passað av Føroya Tele. ­ Fyri kundar hjá iConcept kem ur hendan saman legg­ ingin ik ki at merkjast. Vit meina, at við hesi saman­ legg ing, verður kundin enn betri stillaður og framm tíð­ ar tryggjaður. Saman við Før oya Tele verður málið við nýggjum spennandi tænast um rokkið enn skjót­ ari, sigur Thomas Hansen, stjóri á iConcept. Tær tænastur, ið iConcept higartil hevur veitt kundum sín um, verða tær somu, men í næstu framtíð er æt lan in, at samanleggingin við Føroya Tele skal føra til nýggjar og spennandi tænast ur. Harumframt vilja kund ar nir, framyvir kunna fáa allar samskiftistænastur á einum stað. Føroya Tele yvirtekur virksemið hjá iConcept Feskur og frystur fiskur í nýggjum Fiskakjallara