týsdagur 23. oktober 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Nr. 204 - 23. oktober 2001
3
Í dag fyllir fyrrver-
andi fílarin, útróðrar-
maðurin, trolaramað-
urin, hummara-
fiskarin, tollarin og
annað mangt,
Meinhard Højgaard í
Saltangará, 80 ár
Meinhard er føddur Inni í
Heiðum tann 23. oktober
1921. Sonur Suffíu og
Dánjal Paula Højgaard,
sum ættaður var úr Rituvík.
Pápin, Dánjal Pauli, var úr
fyrstu niðursetuhúsunum í
Rituvík, hagar foreldur
hansara fluttu jólaaftan
1873.
Tey bæði, Suffía og
Dánjal Pauli, fingu seks
børn. Fýra døtur og tveir
synir. Tvær systrar eru
deyðar, meðan hini fýra eru
á lívi enn.
Meinhard fór, sum van-
ligt var á hansara døgum,
ungur til skips. Við snøri í
sjálvdrátti undir Ísland at
fíla. Eitt lortalív, sum
mangur hevur sannað.
Tó loyva vit okkum at
halda, at við tí lætta og
skemtingarsama sinnalagi,
Meinhard hevur, hevur
hann helst ikki verið mæt-
asti jassurin á ungum árum
heldur enn nú á gamals-
aldri, so ivaleyst hevur
hann fingið eitthvørt stutt-
ligt burtur úr tí lívinum
eisini.
Men hann varð ikki ver-
andi á skipsdekki soleiðis
út í eitt, hóast tað var
sjógvurin, sum helt honum
uppi. Hann fór til lands í
Íslandi. At rógva út. Síðan
var hann annars aftur skips-
maður við øllum tí, sum
tilhoyrdi.
Eftir seinna heimsbar-
daga var Meinhard við til at
byggja tað nýggja Vestur-
týskaland uppaftur. Hann
var nevniliga eini 13 ár við
týskum
trolarum.
Har
manglaði fólk, nú so nógv
at tí unga fólkinum var
burtur, og tí fingu teir fólk
aðrastaðni frá umborð á
skipini. Eisini føroyingar.
Meinhard var øll árini,
hann var við týskarunum,
formaður hjá føroying-
unum umborð. Um hesa
tíðina hevur hann greitt frá
í grein í Sosialinum fyri
nøkrum árum síðan.
Ikki er tað frítt, at hann
enn heldur tað týska málið
viðlíka. Er týskt flagg at
síggja á einumhvørjum
skipi í havnini í Runavík,
fer hann ein túr framvið at
vita, hvussu til stendur.
Uppilagstur gjørdist hann
arbeiðsformaður á Lyn-
frost, har hann var nøkur ár,
til hann gjørdist tollari tann
fyrsta apríl 1978. Eitt starv,
hann so røkti, til hann fyri
aldur legði frá sær í 1991 .
Meinhard giftist Jenny -
Stranda-Jenny - sum sjálv-
andi er av Strondum, sum
navnið sigur, í juni 1949, og
høvdu tey fyri góðum
tveimum árum síðan gull-
brúdleyp. Tey eiga fýra
børn. Tvey av hvørjum
slagnum.
– Sært tú. Hevur man
ikki skil á tí, man fæst við,
endar galið, hevur Mein-
hard onkuntíð tikið til. Og
kanska er líkt til, at sjálvt
her hevur hann lagt til
rættis, hvussu verða skuldi.
Men hóast Meinhard
gjørdist pensionistur hevði
hann ikki tíð at gevast fyri
tað. So fór hann bara at
leggja meira tíð í bátin og
tað, sum har til hoyrir.
Millum annað at fiska
hummara á Skálafirðinum
dámdi honum væl. Nú er
tað kanska líka nógv til-
rigging, sum okkurt annað.
So lættur er hann enn upp
á sporið, at hann verður
ikki tikin av hvørjum sum
helst. Stuttligt er at møta
honum á vegnum, tá teir
báðir, Snar, fara út í Salt-
nes. Einar tvær-tríggjar
ferðir dagliga. Hvønn ein-
asta dag. Og tað er við
fullari ferð. Einki við at
krúpa her, hóast ein er
komin til tey áttati.
Annar sonurin helt nú
hendan dagin, at tað sá ikki
mætari út, enn at hann
vandi
til
onkra
størri
kapping, ið verða skuldi,
sum hann tuskaði avstað.
Men tað ber tó til at
steðga honum kortini. Fáa
hann at fortelja eina av
sínum
mongu,
herligu
skrønum. Tær
eru
av
sonnum herligar, skulu vit
heilsa og siga. Áttu í
grundini at verði samlaðar,
og goymdar. Góður frá-
søgumaður er hann, og
spektrið er breitt.
Spurdi fyri nøkrum fáum
árum síðan, eg møtti Mein-
hardi á ólavsøku, hvussu
tað var við at hyggja eftir
konufólki nú á gamalsaldr-
inum.
– Tað veit Jesus, eg lúgvi
tað ikki, tá eg sigi, svaraði
hann - honum so líkt - at tá
maður ikki hyggur eftir
konufólki meira, tá er lítil
maður eftir í honum.
Meinhard fer at halda
dagin saman við familjuni,
og tað fer ivaleyst at veðra
bæði hugnaligt og skemti-
ligt.
Tær og Jenny báðum
verður ynskt hjartaliga
tillukku við degnum og
nógv góð ár saman í
framtíðini.
ej
Meinhard Højgaard 80 ár
Meinhard málar bátin og hevur júst hoyrt eina góða, sum hann ivaleyst fer at fortelja aftur
C
M
Y
K
3
2