týsdagur 23. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Nr. 204 - 23. oktober 2001
5
Nógvu sangararnir,
sum seinastu vikuna
hava kýtt seg í Nesvík,
fingu leygarkvøldið
løn fyri stríðið og
góvu áhoyrarunum
eitt kór upplivilsi av
teimum heilt stóru
KONSERT
Orð og myndir:
Heri á Rógvi
Vesturkirkjan var væl meira
enn full leygarkvøldið. Úr
øllum ættum vóru fólk
komin at líða á, hvat stóra
kórið, sum í eina góðu viku
hevði havt eittans punkt á
dagsskránni,
kórsang,
hevði at bjóða uppá.
À skránni hetta kvøldið
vóru, umframt felagssang
og bøn, tvey kór. Fyrsta
kórið á skránni var eitt
barnakór. Til at stuðla børn-
unum
við
framførsluni
vóru nakrir tónleikarar.
Dentur varð lagdur á tey
meira rútmisku løgini, og
børnini, stór sum smá,
sungu veruliga sum fyri lív-
inum. Børnini góvu seg fult
út, og sjálvt ikki tey smæstu
smæddist burtur. Hóast
onkur solosangari meira
enn so slap framat, so var
dentur lagdur á samlaða
kórið, ið eisini mundi telja
rættiliga nógv børn. Mill-
um áhoyrararnar hómaðist
eisini onkri foreldur, sum
vóru sjónliga errin av teirra
børnum.
Tað sokallaða stóra kórið
sang tveir reisir. Fyrru ferð-
ina var tað eitt úrval av
ymiskum sangum. Sangirn-
ir lógu bæði tætt upp at
gospelgreinini og meira
traditionellir vóru eisini
millum sangirnar, kórið
sang fyrru ferðina.
Tað, sum kanska eyð-
kendi mest, var eisini eitt
slag av fjøllbroytni, bæði
hvat viðvíkur tóneikagrein
og útsetingum. Ein tón-
leikabólkur spældi undir,
meðan kórið sang. Tað er so
avgjørt ikki á hvørjum degi,
at vit síggja eina tílíka tón-
listarliga samanseting í
Vesturkirkjuni, men tey
tóktust øll at trívast rætti-
liga væl.
Tað verður oftani tikið
upp á mál, at gospel er ein
tónleikagrein, har sam-
bandi við áhoyrarnar hevur
alt at siga. Tað er kanska
ikki heilt lætt at fáa tað opt-
imala sambandi við áhoyr-
arnar við áhoyrarnar í ein-
ari tílíkari kirkju, hóast
hetta er tónleikur, sum bæði
hevur sín uppruna og
hægsta tind innan kirkju-
gátt. Tá tað er sagt, so var
tó ikki soleiðis, at áhoyr-
arnir ikki hugna sær óført.
Vakra kirkjan var full av
fólki og sangi, sum góvu
veruliga fyltu kirkjuna og
skapti vakrar og stórfingnar
karmar rundanum eina sera
góða konsert.
Eftir felagssang, so fram-
førdi kórið verkið 7 sam-
døgur í Jerusalem. Eftir
áhoyrarunum at døma, so
eydnaðist
hetta
eisini
avbera væl. Tað skaðar so
avgjørt ikki, at gospeltón-
leikurin fær tílíkar karmar
eina ferð enn.
Sangurin ljómaði
Leif Knudsen hevur
saman við Michael
Laudrup og øðrum
fingið heimspatent
upp á nýggja tablett,
sum samantvinnar
lýsi, vitaminir og
mineralir, sum tað
ongantíð áður er
gjørt. Tablettin er
gjørd við grundarlagi
í fólkakanning í
Klaksvík í áttati-
árunum
HEILSA
Eyðun Klakstein
Í gjár var ein nýggj tablett
fyri fyrstu ferð at fáa til
keyps í Føroyum, Danmark
og í øðrum londum.
Tablettin hevur fingið
navnið Alti-1 og sigst verða
ein nýskapandi vitamin-
tablett.
Ein av monnunum aftan
fyri nýggju tablettina er
føroyski yvirlæknin Leif
Knudsen,
sum
nógvu
seinastu árini hevur starvast
í Danmark. Hann er stjóri í
felagnum Sportscom, sum
hevur ment og framleitt
tablettina.
– Vit eru sera spentir upp
á hesa nýggja tablettina, tí
her er talan um nakað, sum
ongantíð áður hevur verið
til keyps. Vit hava savnað
12 vitaminir, 7 mineralir og
fiskalýsi í pulvurlíki í eina
og somu tablett, og tað eru
stórir fyrimunir við at
brúka slíka tablett, sigur
Leif Knudsen, sum er yvir-
lækni á Grenaa Central-
sygehus.
– Vit hava fingið heims-
patent upp á tablettina, og í
løtuni royna vit millum
annað at selja hana í Kina
og Ruslandi, sigur hann.
Laudrup uppi í
Umframt Leif Knudsen eru
tríggir aðrir eigarar í fe-
lagnum Sportscom.
Kendast av teimum er
uttan iva fyrrverandi fót-
bóltsspælarin Michael Lau-
drup, sum nú er hjálpar-
venjari hjá danska fótbólts-
landsliðnum.
Eisini læknin hjá danska
landsliðnum,
Mogens
Kreutzfeldt,
er
við
í
felagnum, og hann hevur
júst verið í Kina við nýggju
tablettini. Í løtuni er hann
staddur í Moskva, har hann
roynir at gera vart við hana.
Seinasti
maðurin
í
Sportscom
er
kendur
reklamumaður, sum eitur
Kern Lystrup.
Hesir fýra mans eiga allir
eins nógv í felagnum
Sportscom.
Hugskotið kom í
Klaksvík
Leif Knudsen var í árunum
frá 1981 til 1992 yvirlækni
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og
tað var í hesum tíðarskeiði,
at hann fyrstu ferð fekk
hugskotið til nýggju tablett-
ina, sum skuldi saman-
tvinnað brúkið av fleiri
tablettunum og kostískoyti.
Hann gjørdi umfatandi
fólkakanning í Klaksvík,
og hendan kanning verður
nevnd
sum
grundarlag
undir nýggju tablettini.
– Tá eg kom til Føroyar at
arbeiða, gjørdist eg varugur
við, at føroyingar eru ikki
líka illa plágaðir at gikta-
sjúkum sum fólk aðra-
staðni, og tí fóru vit í holt
við kanningina. Talan var í
grundini um eina fólka-
kanning, tí vit kannaðu
stóran part av teimum til-
komnu fólkunum í Klaks-
vík, sigur Leif Knudsen.
– Niðurstøðan av kann-
ingini var, at klaksvíkingar
hava akkurát líka nógva
gigtasjúkur sum fólk í
øðrum londum, men stóri
munurin er, at teir líða ikki
eins nógv av sjúkuni, og
nógv vita als ikki av, at tað
er ein gigtasjúka, tey hava,
sigur Leif Knudsen.
Orsøkina til hesa støðu
heldur Leif Knudsen vera,
at føroyingar eta so nógvan
fisk, og tað ger, at sjúkan
verður hildin niðri og
plágar fólk nógv minni.
Hylki órógva
Hetta gav Leif Knudsen
hugskotið
til
at
gera
vitamintablettir við lýsi,
vitaminum og mineralum,
men tað lat seg ikki gera tá
í tíðini.
– Eg og Mogens Kreutz-
feldt settu okkum í sam-
band við ein framleiðara
fyri at vita, um tað bar til at
gera hesa tablettina, men
vit fingu at vita, at tað bar
als ikki til. Framleiðarin
spurdi eisini, hvør í allari
víðu verið skuldi keypa
eina tablett við lýsi, greiðir
Leif Knudsen frá.
Síðani er marknaðurin
fyri hylki við fiskalýsi
vaksin upp í 180 milliónir
krónur í Danmark, og sølan
veksur hvørt ár.
Tað nýggja við Alti-1 er,
at fyri fyrstu ferð verður
fiskalýsi nú gjørt til turr-
evni, sum kann blandast
saman við øll hugsandi sløg
av mineralum og vita-
minum.
– Higartil hevur tú fingið
kapslar við lýsi og ymisk-
um vitaminum og mineral-
um, men tað eru ymsir
vansar knýttir at brúkinum
av hesum kapslum, sigur
Leif Knudsen.
Fólk, sum eta hylki við
fiskalýsi, gremja seg mill-
um annað um, at tey fáa
ringan anda, og hylkini
kunnu eisini órógva til
dømis ítróttarfólk, tá tey
eru í kapping.
– Sum heild eru kapsl-
arnir ikki serliga sjarmer-
andi at taka, sigur yvir-
læknin.
Stíla eftir stóru
mongdini
Hóast hugskotið byrjaði við
eini kanning av gigtasjúk-
um, so er nýggja tablettin
ætla øllum teimum, sum
hava brúk fyri vitaminum
og kostískoyti.
– Nýggj kanning í Dan-
mark vísir, at bara 5 prosent
av fólkinum fær neyðugu
vitaminirnar og mineral-
irnar gjøgnum kostin, og tí
kunnu nógv fólk fáa gleði
at okkara tablett, sigur Leif
Knudsen.
– Ungfólk, sum eru í
vøkstri, og fólk sum gera
hart likamligt arbeiði ella
íðka ítrótt, kunnu eisini fáa
gleði av Alti-1.
Nýggja tablettin fæst
eisini til keyps í Føroyum,
og áhugin er vaksandi fyri
Alti-1.
– Í Danmark er tað
serliga í Keypmannahavn,
at vit hava selt nógvar
tablettir, men vit ivast ikki
í, at vit fara at selja
tablettina kring alt landið
og í Føroyum eisini, sigur
Leif Knudsen.
Uttan fyri ríkið er ein
risastórur marknaður at
fara eftir, og her er Sports-
com longu í gongd við
fleiri átøk. Nú tablettin er
tøk á marknaðinum ber til
at fara undir veruligu
marknaðarføringina
fyri
tablettina.
Føroyskur yvirlækni
við nýskapandi tablett
Menninir aftan fyri Sportscom, sum hevur fingið heimspatent upp á nýggja vitamintablett. Frá vinstru: Kern Lystrup, Leif Knudsen, Michael Laudrup og Mogens
Kreutzfeldt
C
M
Y
K
5
4
www.sosialurin.fo