týsdagur 23. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Nr. 204 - 23. oktober 2001
7
Fríggjamorgunin fekk
gistingarhúsið á
Sandi eitt illgruna-
samt bræv. Løgreglan
varð boðsend, og
brævið er sent Ser-
uminstituttinum í
Danmark til nærri
kanningar, tí løgregl-
an óttaðist miltbrand
MILTBRANDUR
Stefan í skorini
Óttin fyri herviligu sjúkuni
miltbrandi breiðir seg um
allan heim. Fólk hava
fingið boð frá myndugleik-
unum um at vera varin við
øllum posti og at vera á
varðhaldi, um tey varnast
okkurt illgrunavert.
Fríggjadagin bar post-
boðið á Sandi gistingarhús-
inum Ísansgarði eitt bræv,
har eingin avsendari var á,
og brævið tóktist sum heild
at vera heldur løgið.
Tí varð løgreglan boð-
send beinanvegin. Hon tók
í samráð við løgregluna í
Havn avgerð um at senda
brævið til Seruminstituttið í
Danmark til nærri kann-
ingar.
Brævið varð sent úr
útlandinum,
og
eingin
avsendari stóð skrivaður á
tað. Tí kendu tey á gisting-
arhúsinum seg ikki trygg
við at lata brævið upp. Tað
varð tí forseglað og sent av
landinum aftur.
Ingibjørn Eldevig, sýslu-
maður á Sandoy, sigur, at
tey hildu seg til tær manna-
gongdir, sum landslæknin
og løgreglan hava ásett í
sambandi við illgrunasom
brøv og pakkar, sum kunnu
innihalda miltbrandsbakt-
eriuna.
Ingibjørn sigur tó, at
talan kanska er um eitt heilt
vandaleyst bræv, men tað er
best at vera varin við slík-
um, áðrenn ein kann siga
við vissu, at talan ikki er
um bakteriu ella annað
vandamikið innihald.
Sama
dag
varnaðust
starvsfólk á posthúsinum í
Havn, at hvítt pulvur datt úr
fleiri brævbjálvum. Hetta
er neyvan nakað vandamik-
ið, men bara onkur, ið vil
ræða fólk. Tó eru hesi brøv-
ini eisini send til kanningar
í Danmark.
Ótti fyri miltbrandi á Sandi
Sunnudagin tók vakt-
arskipið Brimil línu-
skipið Nim av Tvør-
oyri, sum nú liggur
við bryggju í Havn.
Tvøroyrarbáturin
varð tikin fyri at hava
sett ov nógv gørn
FISKISKIP
Stefan í Skorini
Sunnudagin var línuskipið
Nim á garnaveiðu eftir hav-
tasku sunnanfyri Føroyar
við Føroyabanka, tá nýggja
vaktarskipið Brimil kom
umborð at kanna skipið.
Tað vísti seg eftir øllum
at døma, at Nim hevði sett
ov nógv gørn. Reglur eru
nevniliga fyri, hvussu nógv
gørn eitt skip hevur loyvi at
seta í senn.
Hetta hevði við sær, at
Brimil gav Nim boð um at
sigla við til Havnar. Hagar
komu skipini mánamorg-
unin.
Enn eru avhoyringar og
kanningar ikki lidnar, og tí
ber ikki til at siga, um reið-
aríið fer at taka við eini bót,
ella um málið fer longur
enn so.
Nim tikin við ov nógvum gørnum
Fríggjanáttina fóru
tveir ávirkaðir ungir
menn til hendurs
uppi á Hovsegg. Ann-
ar endaði á sjúkra-
húsinum til kann-
ingar
HARÐSKAPUR
Stefan í Skorini
Fríggjanáttina, tá klokkan
nærkaðist fýra á nátt, fekk
løgreglan á Tvøroyri eina
fráboðan um harðskap,
sum var farin fram á vegn-
um uppi á Hovsegg.
Tveir vóru komnir til
ilnar og fóru eisini til hend-
urs. Menninir vóru báðir
ávirkaðir av rúsdrekka, tá
hendingin fór fram. Annar
hevði sligið hin so illa við
nevanum í andlitið, at hann
mátti á sjúkrahúsið til
kanningar, men hann fekk
tó ongan stórvegis skaða.
Teir báðir eru miðskeiðis í
20-unum.
Teir vóru í einum bili við
fleiri fólkum og koyra suð-
ureftir. Førarin steðgar bil-
inum, tá menn aftanfyri eru
komnir til ilnar. Teir fara so
út og fara teir til hendurs.
Løgreglan var ikki á
staðnum, men tosaði við
persónin, sum endaði á
sjúkrahúsinum. Hesin hev-
ur greitt frá, hvør tað var,
sum framdi harðskapin
móti sær, men løgreglan
hevur enn ikki tosað við-
komandi.
Ferðsluóhapp í
Froðba
Leygarkvøldið hevði løg-
reglan
í
Suðuroy
eitt
ferðsluóhapp at taka sær av.
Tað var ein ungur maður,
sum var farin útav vegnum
í Froðba. Hann var einsa-
mallur í bilinum, tá hann
koyrdi úteftir.
Maðurin fekk ikki stóran
skaða, og bilurin er nakað
farin. Løgreglan sigur seg
ikki kenna orsøkina til
óhappið enn. Tó eru blóð-
royndir tiknar av mann-
inum, og tí ber til at fáa
staðfest, um hann var
ávirkaður av rúsdrekka.
Fóru til hendurs
á Hovsegg
Leygarnáttina var
aftur innbrot á eyst-
ara armi á Skálafjørð-
inum. Hesuferð var
tað John´s Restaurant
í Saltangará, ið stóð
fyri skotum, men
bara øl og brennivín
varð tikið
INNBROT
Stefan í Skorini
Hetta er triðja vikuskiftið
upp í slag, at løgreglan í
Runavík kannar innbrot í
økinum. Innbrotini eru
brádliga vorðin fleiri í tali
enn áður.
Hetta innbrotið fór fram
leygarnáttina
millum
klokkan ellivu á kvøldi og
klokkan tíggju á morgni.
Gerningsmaðurin hevur
brotið bakdyrnar upp við
einum kúbeini, og er so-
leiðis sloppin inn í mat-
stovuna, sum fyrr kallaðist
Stokkastovan.
Tjóvurin hevur ikki tikið
nógv við sær. Einar tíggju
fløskur av øli og nakað av
brennivíni. Gerningsmað-
urin hevur tikið øli við sær,
men
brennivínið
hevur
hann drukkið og tveitt
fløskuna frá sær á gólvið.
Eingin peningur varð tikin.
Løgreglan heldur, at ein
einstakur persónur stendur
fyri innbrotinum, tí so lítið
varð tikið við úr matstov-
uni.
Hesar seinastu vikurnar
hevur innbrot verið í mál-
ingahandlinum Litaval, har
10.000 krónur vórðu tiknar,
Keypssamtøkuni, kioskini
Bonus og nú í John´s Rest-
aurant. Tvey av hesum inn-
brotum eru uppklárað.
Ísansgarður á Sandi fekk
fríggjamorgunin eitt
illgrunavert bræv, sum er
sent niður til Danmarkar til
nærri kanningar
Sunnudagin varð línuskipið Nim av Tvøroyri tikið fyri at hava sett ov nógv gørn. Brimil kom
við skipinum á Havnina mánamorgunin, og her liggja tey bæði við bryggju
Mynd: Álvur Haraldsen
VENJING
Stefan í Skorini
Leygardagin seinnapartin
varð boðað frá einum
óhappi á oljubryggjuni á
Grótrætt norðanfyri Klaks-
vík.
Froskmenn, sløkkilið og
sjúkrabilur fóru beinanveg-
in á staðið at kanna, hvat
var áfatt. Ein bilur var farin
á sjógv, og ein persónur var
í bilinum.
Froskmenn fóru fyrst
niður eftir manninum, og
síðani varð bilurin tikin
uppaftur við krana. Maður-
in varð fluttur á sjúkrahúsið
til kanningar.
Talan var bara um venj-
ing, sum teir luttakandi ikki
vistu av frammanundan.
Sagt verður úr Klaksvík, at
venjingin eydnaðist væl, og
at allir partar stóðu roynd-
ina.
Tað er kanska ikki av til-
vild, at vant varð við einum
bili, ið var farin á sjógv.
Seinastu vikurnar hava
tvær slíkar hendingar verið
í Klaksvík, og tær hava giv-
ið løgreglu og sløkkiliði
mikið høvuðbrýggj, tí fólk
ikki hava boðað løgregluni
frá, eftir at bilurin er farin á
sjógv.
Fór eftir øli og brennivíni
Venjing í Klaksvík eydnaðist væl
Almenna bretska kjarn-
orkufelagið British Nu-
clear Fuels Limited, sum
eigur tað umstrídda end-
urvinningarvirkið
í
Sellafield, er á eggini til
húsagang.
Blaðið The Sunday
Telegraph
skrivaði
sunnudagin, at stjórnin í
London verður fyrsta
dagin noydd at boða frá,
at kjarnorkufelagið hev-
ur mist allan eginpen-
ingin. Felagið eigur m.
a. Sellafield-verkið, sum
hevur verið fyri hvøss-
um atfinningum, eftir at
kanningar ymsastaðni
hava staðfest, at geiðsla-
virkið útlát frá verkinum
dálkar havleiðirnar illa.
Sambært The Sunday
Telegraph hevur leiðslan
í British Nuclear Fuels
Limited biðið stjórnina
átaka sær fleiri av teim-
um fíggjarligu ábyrgd-
unum hjá felagnum. M.
a. hevur felagið bundið
seg til at rudda eftir sær,
og bara tær útreiðslurnar
eru mettar til einar 700
milliardir krónur. Ta
uppgávuna maktar fel-
agið als ikki, skrivar The
Sunday Telegraph, sum
heldur seg vita, at egin-
peningurin hjá felagnum
er tríggjar milliardir
krónur.
Leiðslan í kjarnorku-
felagnum bað herfyri
myndugleikarnar stovna
serligt felag til at taka
sær av ruddingini, men
enn hevur stjórnin ikki
svarað uppskotinum.
Sellafield-eigararnir
í fíggjartrupulleikum
Kristiligi demokrat-
iski flokkurin CDU
var fyri størsta ósigr-
inum í floksins søgu.
Sosialdemokratiski flokk-
urin hjá Gerhard Schröder,
samveldiskanslara skal sita
við róðrið í Berlin tey
næstu fýra árini, og spurn-
ingurin er bert, hvør skal
stýra saman við teimum.
Valúrslitið ger, at SPD kann
velja ímillum fríu demokr-
atarnir FDP, Tey Grønu og
fyrrverandi
eysturtýsku
kommunistarnar PDS.
Enn hevur sosialdemokr-
atiska leiðslan ikki boðað
frá, hvørjum hon ætlar at
samstarva við, men eyg-
leiðarar í týska høvuðs-
staðnum siga, at talan verð-
ur annaðhvørt um PDS ella
eina samgongu, har bæði
FDP og Teir Grønu eru
uppií.
Á valinum sunnudagin
fingu sosialdemokratarnir
30 prosent av atkvøðunum
ímóti 22,4 prosentum á
valinum seinast.
Vanlukka hjá CDU
Stóri taparin var kristiligi
demokratiski
flokkurin
CDU. Flokkurin hevur tann
størsti í Berlin, síðani múr-
urin fall, men sunnudagin
var tað CDU, sum fall.
Flokkurin fekk 23 prosent
av atkvøðunum ímóti 40,8
prosentum á seinasta vali,
sum var í 1999.
Úrslitið ger, at CDU og
teir gomlu kommunistarnir
PDS eru at kalla javnt stórir
í Berlin.
Forkvinnan
í
CDU,
Angela
Märkel,
segði
sunnukvøldið, at úrslitið í
Berlin hevur onga ávirkan á
støðu floksins í Týsklandi
sum heild, men politiskir
eygleiðarar ivast ikki í, at
tað sera vánaliga valúrslitið
í høvuðsstaðnum fer at fáa
nógvar
CDU-limir
at
spyrja, um hon er tann rætta
til formansstarvið. Eygleið-
ararnir halda eisini, at eftir
ósigurin í Berlin verður tað
neyvan Angela Märkel,
sum fer at royna seg sum
kanslaraevni
hjá
CDU
ímóti Gerhard Schröder.
Gomlu samstarvsfelag-
arnir hjá CDU, fríu demo-
kratarnir í FDP, høvdu hin-
vegin eitt gott val í høvuðs-
staðnum. Flokkurin fekk
tíggju prosent av atkvøðun-
um, sum er besta úrslitið,
sum flokkurin hevur havt í
Berlin síðani 1954.
SPD vann stórsigur í Berlin
Gerhard Schröder og flokkur hans vann valið í Berlin
Royndin við nýggju
bjargingarútgerðini á
Smyrli mánadagin
vísti, at okkurt smá-
vegis er at hjálpa
uppá, áðrenn útgerð-
in kann brúkast opt-
imalt
BJARGINGAROYND
Edvard Joensen
Turrskødda
bjargingin,
sum hon verður nevnd,
gjørdist til berføtta bjarg-
ing, tí sjógvur var í bjarg-
ingarbátinum. Og á veg
niður hingu nøkur av fólk-
unum, sum bjargast skuldu,
føst.
Nýggja bjargingarútgerð-
in, sum Strandferðslan setir
í skipini, er kortini ein
munandi bati sammett við
tað, vit kenna frammanund-
an. Men okkurt er, sum
rættast skal, áðrenn útgerð-
in kann gera optimala
nyttu, sum hon er ætlað til.
Fyrrapartin í gjár var
bjargingarroynd umborð á
Smyrli, sum lá við bryggju
í Havn. Manningin varð
lærd, hvussu hendan nýggja
útgerðin skuldi brúkast, og
saman um tikið gekk
royndin væl, hóast okkurt
er at bøta.
Blaðmaðurin, sum slapp
ein túr gjøgnum sliskuna
niður í stóra gummibátin,
gjørdist vátur um beinini og
eitt sindur um endan eisini,
tá hann kom sendandi niður
í bátin, sum eittt sindur av
sjógvi var komin í.
Tað gekk annars ikki so
heilt lætt at koma niður í
bátin,
sum
ætlað
var
frammanundan,
Manningin
fekk
í
frálæruni at vita, at øll, sum
fóru í bátin, skuldi vera í
bjargingarvesti,
og
tað
gjørdu fólk so.
Men skjótt vísti seg, at
fólk stóðu føst á veg niður,
og tað er jú ikki so gott.
Tá túrurin so kom til
blaðmannin, sum eisini
skuldi royna, høvdu teir
funnið út av, at helst vóru
tað
bjargingarvestarnir,
sum vóru ov illa egnaðir til
sliskuna, ið gongur av
skipinum niður í bátin, sum
gjørdu, at fólk hingu føst.
Eg varð tí biðin um at
fara úr aftur vestinum og
síðan lata meg glíða niður.
Men tað gekk heldur ikki
skjótari enn so, at eg stóð
fastur tríggjar ferðir á veg
niður.
Sliskan, sum gongur av
bátadekkinum á Smyrli
niður i bátin, er innan
skapað sum ein spiral, har
tann, sum fer ígjøgnum,
koyrir
runt.
Í
hesum
svingunum var so mikið
trongt, at tað stóð á og
neyðugt var at snara sær á
og hjálpa til fyri at koma
víðari. Seinasta pettið, sum
var beint, gekk tað heilt
skjótt, og tann, sum skuldi
taka í móti í bátinum, var
ikki heilt til reiðar, so
móttøkan var eitt sindur
óvæntað.
Farið varð úr skónum,
áðrenn
farið
varð
av
skipinum, og tað fyrsta,
sum lagt varð til merkis í
bátinum var, at neyðugt var
at skifta hosur, fyrsta
komið var umborð aftur.
Fleiri teirra, sum undan
vóru farin í bátin, søgdu
frá,a t bjargingarvestarnir
hingu fastir, og tey hildu
viðhvørt, at um heilt illa
vildi til, kundi ein, sum ikki
hugsaði klárt í slíkari støðu,
kvalast.
Menn
frá
danska
Søfartsstyrelsen vóru við til
royndina, og teir søgdu, at
teir høvdu eisini havt ávísar
trupulleikar
við
bjargingarvestum umborð á
Bornholmaraskipunum.
Men tað varð loyst við at
fáa
nýggjar
bjargingarvestar.
Hesir
vóru av sama slag, sum
summir teirra, ið Smyril
longu hevur, og hildu teir tí,
at um allir vestarnir vóru
skiftir til hetta slagið,
skuldi ikki verið nakar
vandi í so máta.
At sjógvur var í bátinum
komst av, at tá hann varð
tveittur út, fór hann undir,
og meðan hann blástist upp,
kom eitt lítið sindur av
sjógvi í hann.
Men alt í alt er framstigið
rættiliga stórt. Munur er á
at koma beinleiðis niður í
ein øgiliga stóran bát, sum
altíð vendir rætt, og at
noyðast at loypa í ein lítlan
bát við einum holi, sum tú
kanska rakar - og helst ikki
- við tí úrlsiti, at tú endar á
sjónum,
og
verður
ígjøgjum, allur sum tú ert.
Tá er hóast alt lættari at
skifta hosur.
Berføtt bjarging
Smyril hevur fýra bátar av
nýggja slagnum í hvørjum
borðinum. Hvør bátur tekur
101 fólk
Mynd: Edvard Joensen
Teir fýra bátarnir leggja seg
lið um lið, longu meðan teir
verða blástir upp. Gongt er
millum allar fýra bátarnar
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6