mánadagur 6. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 6. juli 2009
13
Landsstýrið roynir at leggja
trýst á tey alment løntu, so at
lønarhækkingin upp á 3 prosent
í heyst verður strikað. Tess
vegna skuldi landið sloppið
undan at goldið einar 60
miljónir eyka í løn næsta ár.
Men ”skeri eg teg her, so missi
eg teg har”, tí útreiðslan hjá
øðrum partinum er inntøkan hjá
hinum partinum.
60 miljónir í minni útreiðslu
hjá landinum, er eisini 60
miljónir minni inntøka hjá
føroyskum húsarhaldum, sum
so hava tað minni at keypa fyri.
Missurin fer at merkjast í
handlunum, hjá byggifyri
tøkum, flutningsfyritøkum,
tænastuveitarum og øðrum,
sum nú fara at selja minni og
framleiða minni.
So umframt tað mistreystið,
sum sær sjálvum tykist ráða, so
hevur politiski meirilutin sett
sær fyri at axla byrðina av sær
og at tveita hana á privata
vinnulívið.
Øll tann sparingin, sum tað
almenna nú fer at fremja, rakar
tænastu og vøruveitararnar. Øll
tann lønarsparingin, sum tað
almenna nú fer at fremja, rakar
privata vinnulívið, tí alt
keypsumfarið fer at verða
minni, enn tað annars hevði
verið.
Umframt vanliga mistreystið
og umframt konkreta køvandi
árinið av rangvørga kreppu
politikkinum, so fara tiltøkini
haraftrat at sáða meira
mistreysti manna millum.
Spara eftir reyv
Og hvussu nógv er so effektiva
almenna sparingin av lønar
lækking upp á 60 miljónir?
Í fyrsta umfari er sparingin
onkustaðni millum 20 og 25
miljónir, tí tað almenna hevði
havt hálað einar 35 ella 40
miljónir av teimum 60 inn
aftur í skatti og avgjøldum.
Í eftirfylgjandi umførum er
sparingin upp aftur minni, tí at
mistreystið av hesum og
øðrum sparitiltøkum elvir
minni keyp og meira sparing.
Passar metingin av eftir
spurnarmultiplikatorinum, so
fer almenna lønarskerjingin
uppá 60 miljónir at føra til
eina minking av búskapinum
upp á heilar 80 miljónir, tí fá
almenn tiltøk eru so multiplika
toreffektiv sum lønartiltøk.
Hví setur politiski meirilutin
sær fyri at traðka BTÚ niður
við einum hálvum prosenti, tá
BTÚ av kreppuávum longu er í
syrgiligari minking?
Hendan rangvørga gongdin
kann enntá enda við, at
almenna sparingin av tiltak
inum heilt hvørvur, um sama
lønarminking smittar privatu
vinnuna.
Í privatu vinnuni er longu
lønarafturhald og beinleiðis
lønarminking, eftir at lønirnar í
góðu árunum eru farnar væl
upp um sáttmálan. Í privatu
vinnunum eru longu húsa
gangur og uppsagnir gerandis
kostur.
Ta minking í skattainntøkum,
sum tit gráta um hvønn einasta
mánaða hana fáa tit aftur í
gráum kálvskinni, um tit seta
gongd á eina lønarsparing í
hesum krepputíðum.
Keynes er fyri børn:
Tá eftirspurnin fer í sorl av
óvissuni undir stórkreppu, skal
tað almenna stimbra búskapin.
Ikki tá tað lotar úr hanakjafti,
men tá rættulig kreppa brimar
undir tær.
Tað almenna skal sjálvandi
brúka pengarnar við skili, men
tað avgerandi keynska bragdið
er at brúka meira enn blinda
framskrivingin segði at keypa
fleiri vørur og tænastur, gera
meira av íløgum, gjalda fleiri
lønir – so at hallið vexur!
Er maðurin svakur?
Nei, tað er hann ikki. Hetta er
púrasta í takt við mekanikkin í
búskapinum. Fyri hvørja nýggja
tænastu, sum tað almenna
keypir aftrat frá privatu
tænastu vinnuni, bjargar tað
arbeiðsplássum og fyritøkum,
sum hava nakað at bjóða. Fyri
hvørja lønarkrónu, sum tað
almenna letur gjalda aftrat til
almenn starvsfólk, renna fleiri
krónur í privata umfarið.
Sjálvandi skulu allir pengar
brúkast skilagott, men tað
forðar ikki tí almenna, at brúka
meira enn blinda framskrivingin
segði, tí tað eru hópin av skila
góðum íløgum at gera í KT
skipanir, skúlaverk og sam
ferðslu.
Tað avgerandi er, at tað
almenna brúkar meira og hevur
størri hall.
Sjálvandi er Keynes ikki so
barnsligur, at tað ikki skal
havast fyrilit fyri almennu
skuldini. Men her er støðan
tann, at av teimum biddarum,
sum skulu reika heimin runt at
lána pengar komandi árini, eru
vit eina frægast fyri at gjalda
aftur.
Vit hava frammanundan eina
minst skuld og so hetta aftrat –
vit eru kend sum
heimsmeistarar í afturgjalding
av skuld!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Tíðargreinin
tíðargreinin
Hermann Oskarsson
Øll tann lønarsparingin, sum tað almenna nú fer at fremja, rakar privata vinnulívið, tí alt
keypsumfarið fer at verða minni, enn tað annars hevði verið, sigur Hermann Oskarsson
Lønarskerjing er rangvørgur
kreppupolitikkur