mánadagur 6. juli 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 126 - 6. juli 2009
Spurningur hevur verið
frammi um, hvørt tað er
loyvt at nýta GPS til
minnis veik fólk, soleiðis at
tey kunnu sporast aftur, um
tey fara út og ikki finna
heimaftur
Hóast fólk eru minnis
veik, kunnu tey vera væl
fyri fysiskt og tískil kann
tað tykjast sera skerjandi
fyri teirra persónliga
frælsi, um tey ikki fáa
møgu leika fyri at fara út,
ganga túrar, fara at keypa
osv. Tað eru óivað fleiri,
sum minnast ta donsku
sjónvarpsrøðina “Somm
er”, tá ið minnis veiki lækn
in, Christian Sommer bleiv
burtur, og fólk í hópatali
gingu runt í skógini og
leitaðu eftir honum.
Við at seta ein GPS´ara á
minnisveik fólk, so fáa tey
fríheitina aftur, tí at tey
altíð kunnu sporast aftur
við GPSskipanini!
MEN spurningurin er,
um hetta er gongda leiðin?
Hvør skal taka
avgerðina?
Í Føroyum eru enn ongar
serreglur um nýtslu av
GPS´arum. Tá talan er um
elektroniska viðgerð av
persónsupplýsingum, sum
tað er í hesum føri, og
ongar serreglur eru, so
fellur hetta økið undir
persónsupplýsingarlógina.
Persónsupplýsingarlógin
er mest at skilja sum ein
rammulóg og kann tískil
brúkast til alla viðgerð av
persónsupplýsingum. Av
somu orsøk, er ikki lagt
upp fyri serligum viður
skiftum á ymiskum serøkj
um, sum t.d. tá talan er um
nýtslu av GPS á minnis
veikum.
Sambært persóns upp
lýsingarlógini skal gerast
ein meting av, hvørt
áhugamálini hjá avvarð
andi ella bústovnum fyri at
nýta GPS viga tyngri enn
fyrilitini fyri tí minnis
veika. Avgerðin kann eftir
metast av Dátueftirlitinum
í síðsta enda.
Hetta er ein torfør upp
gáva at meta um, tí at tað
eru so nógvir ósvaraðir
spurningar, sum stinga seg
upp spurningar sum
fakfólk eiga at taka støðu
til, t.d:
• Í hvørjum føri skal GPS
nýtast?
• Hvussu minnisveik skulu
fólkini vera?
• Skulu felags
mannagongdir gerast fyri
alt landið?
• Hvør skal taka avgerðina,
um persónurin sjálvur
ikki er førur fyri at gera
tað?
• Kunnu avvarðandi
samtykkja?
• Skal ein læknalig meting
gerast í hvørjum einstøk
um føri?
• Hvør kann fáa atgongd
til upplýsingarnar frá
GPS´aranum?
Serligar reglur
Í Danmark er tað serliga
tann sokallaða “Service
loven”, sum regulerar hetta
økið. Um so er, at tann
minnisveiki ikki sjálvur er
førur fyri at geva eitt
samtykki, kunnu sosialir
myndugleikar í ávísum føri
geva loyvi til, at GPS kann
nýtast í eitt avmarkað
tíðarskeið. Í Servicelógini
eru tó sera strong krøv til,
nær sosialir myndugleikar
kunnu geva loyvi, t.d. skal
tað prógvast, at tað er ein
vandi fyri, at persónurin
setir seg sjálvan ella onnur
í vanda, um viðkomandi
fer frá húsum. Harafturat
er tað eitt krav, at tað skal
vera alneyðugt at nýta
GPS´ara. Støðugt at kunna
yvirváka, hvar ein persónur
er, verður mett at vera sera
skerjandi fyri persónliga
frælsið, so tískil skal nýtsla
av GPS vera síðsti útvegur.
At nýta GPS var eitt av
evnunum, sum var tikið
upp á norðurlendskum
dátueftirlitsfundi, sum var í
Føroyum fyrst í juni
mánaða. Á fundinum kom
fram, at summi norðurlond
høvdu serreglur á hesum
øki, meðan onnur ikki
høvdu. Semja var um, at
hetta økið átti at verið
regulerað í serlóg, tí at
ásetingarnar í persóns
upplýsingarlógini eru ikki
ætlaðar til at regulera eitt
slíkt serøki.
Samanumtikið
Sum nevnt omanfyri, er tað
ein trupulleiki, at reglur
vanta á hesum øki, og er
hetta eitt mál, landsins
politikarar áttu at tikið upp.
Tó hevði tað verið
áhugavert at fingið kjak
um hetta evnið, hvørt tað
er rætt at loysa ansingar
og umsorganaruppgávur
við GPS, og um slíkt
eftirlit er valdsnýtsla ella
møguliga tvørturímóti ein
liður í umsorganini?
ráðgevi í Dátu
eftirlitinum
Rannvá
Sólheim
GPS á minnisveik – umsorgan ella eftirlit?
Mugu dúva uppá
góða viljan – eina
stund afturat
Blind, deyv, menningartarnað og onnur ið bera brek,
mugu enn dúva uppá tann góða viljan, tá tað snýr seg
um at koma inn í bygningar, ferðast um landið osfr.
Innlendismálaráðið fer fyrsta dagin at seta í gildi
kunngerð, sum skal beina burt tær forðingar, sum
gera, at fólk, ið bera brek, ikki kunnu ferðast frítt í
samfelangum. Men so leingi henda regla ikki er sett í
gildi, er umráðandi, at fyriskiparar hugsa um
atkomuviðurskiftini í síni heild.
Hásummar er, og nógv forvitnislig tiltøk eru at fara
til. Øll eiga at fáa høvi at luttaka, og soleiðis kunna
vera ein virkin partur av øllum tí, sum verður bjóðað.
Jú betri viðurskiftini eru, tess fleiri kunnu luttaka.
Hetta er ikki minst galdandi, nú festivalar og
stevnur eru fyri framman, og nógvir gestir vitja land
okkara.
Málið er at bróta niður forðingar, soleiðis at eitt nú
fólk, ið eru blind, sjónveik, deyv, rørslutarnaði og
onnur sleppa at luttaka á jøvnum føti.
Ráðið fyri brekað heitir tí á fyriskiparar og onnur
um at taka hædd fyri, at møguleiki er hjá øllum at
luttaka.
Ráðið fyri brekað
-víkar ella -víks?
Í seinastuni hevur ein undarligur tvídráttur tikið seg
upp í bløðunum. Stríðið stendur serstakliga um
bendingina av kvenkynsorðinum vík í
samansetingum.
Annar parturin førir fram, at vík eitur víkar í
hvørsfalli eintal, og soleiðis eigur orðið altíð at verða
bent. Tí er skeivt at siga ella skriva t.d.
Hoyvíkshólmur ella Tjaldavíkshólmur. Hesi
staðarnøvn eita av røttum Hoyvíkarhólmur og
Tjaldavíkarhólmur, og soleiðis eiga tey at verða
skrivað og framborin.
Nei, sigur hin parturin. Í ávísum førum fær
kvenkynsorðið vík endingina –s í hvørsfalli eintal, og
tí er rætt at siga og skriva t.d. Hoyvíkshólmur.
Báðir partar fara skeivir.
Sjálvandi hevur vík bert endingina –ar í hvørsfalli
eintal. Vit fara til Víkar, Tjørnuvíkar, Húsavíkar
o.s.fr., men hóast tað kunnu vit av røttum bæði siga
og skriva Hoyvíkshólmur og Tjaldavíkshólmur, sum
fólk flest eisini gera.
Innan navnagransking er tað eitt vælkent fyribrigdi,
at er fyrri liður í einum samansettum navni í sjálvum
sær eitt samansett navn, gerst orðið ov tungt at
frambera, og fyrri liðurin missir tí
bendingarendingina. Um neyðugt er, setir brúkarin í
staðin inn, tað navnagranskarar kalla eina
kompositiónsfugu, sum vanligvís er eitt s
Vit siga Víkarbyrgi, tí fyrri liðurin í sjálvum sær er
eitt einstakt orð, men vit siga Tjaldavíkshólmur, tí
fyrri liðurin – Tjaldavík – í sjálvum sær er settur
saman av tveimum orðum. Bendingarendingin –ar
verður tí burtur í Tjaldavík, og fyri at binda hetta
langa navnið saman seta vit inn kompositiónsfuguna
–s millum orðini Tjaldavík og hólmur –
Tjaldavíkshólmur. Hetta hava føroyingar gjørt í
mangar øldir. T.d. verður í brøvunum um arvastríð
um ein garð í Húsavík frá fyrst í 1400árunum skrivað
Húsavíksgóðs.
aRne ThoR
STeinSSon
Norðurlond fara at sam
starva meira úti í heimi og
fara at hava felags sendi
stovur. Tað visti Útvarpið
at siga týskvøldið 30. juni.
Útvarpið segði eisini frá
landsstýrismanninum í
uttanríkismálum, at Før
oyar kunnu fáa stóra nyttu
av hesum samstarvinum.
Hetta eru gleðilig tíðindi,
tí sjálvandi skulu vit sam
starva við onnur, har tað
kann gerast við fyrimuni.
Men fara vit bara tvey ár
aftur í tíðina, so var støðan
ein heilt onnur. Tá varð
arbeitt við at opna eina
føroyska sendistovu í
Íslandi, og lagt varð upp
til, at hon skuldi halda til á
donsku sendistovuni í
Reykjavík. Men av eini
ella aðrari orsøk skapti
hetta eina nationalistiska
øsing í Føroyum. Tað mátti
ikki henda, at føroyska
sendistovan fór at húsast
inni á donsku sendistovuni,
tí har veittraði danska
flaggið uttanfyri. Tað kundi
heldur ikki góðtakast, at
pláss varð givið fyri bæði
føroyska og danska
flagginum. Úrslitið varð, at
landsstýrið mátti út í býin
at leiga eina skrivstovu fyri
nógvar pengar, bara fyri at
sleppa undan tí danska
flagginum. Hetta má vera
toppurin av misskiltari
nationalismu.
Eg havi ikki hoyrt nakað
um, at Føroyar hava broytt
politikk viðvíkjandi
sendistovum, og tí gangi eg
út frá, at tað sum hendi í
Reykjavík fyri tveimum
árum síðani, framvegis er
galdandi. Tað vil siga, at
um Føroyar skulu
samstarva við onnur
Norðurlond um felags
sendistovur, so er tað
framvegis ein treyt, at bara
tað føroyska flaggið
veittrar uttanfyri. Tað sigur
seg sjálvt, at tá vit ikki
kunnu vera í hølum í
Reykjavík, har danska
flaggið veittrar, so kunnu
vit heldur ikki vera á
sendistovum, har hini
norðurlendsku fløggini eru
í nærumhvørvinum.
Tað sama má sjálvandi
eisini vera galdandi fyri ST
og aðrar altjóða
felagsskapir. Fáa Føroyar
einaferð í framtíðini
sjálvstøðugan limaskap
har, so mugu øll hini
fløggini takast niður. Hetta
er føroysk nationalisma, tá
hon er uppá tað allar besta.
Dupultstrategi
Føroyingar hava eina
dupultstrategi hvat
sendistovum viðvíkur. Við
aðrari hondini stríðast vit
fyri at steingja okkum
sjálvi úti frá donsku
ambasadunum, meðan vit
við hinari hondini royna at
opna fyri norðurlendskum
samstarvi, og so rokna vit
sjálvsagt við at fáa stórar
fyrimunir afturfyri stríðið?
Hvat vilja vit? Er samstarv
gott ella er tað ikki gott?
Eg tosaði einaferð við
ein fiskaseljara, sum hevði
selt fiskavørur til fleiri
fjarskotin lond. Onkurntíð
høvdu trupulleikar stungið
seg upp, og tá hevði hann
vent sær til donsku
ambasaduna í avvarandi
landi. Haðani hevði hann
hvørja ferð fingið ta
hjálpina, hann hevði havt
brúk fyri. Hetta hevði ikki
verið ókeypis tænasta, men
tænastan hevði verið
pengarnar verd.
Men hvat kunnu tær
føroysku sendistovurnar
bjóða á tí økinum? Hava
tær starvsfólk, ið hava
royndir innan vinnuligt
søluarbeiði, ella er hetta
kanska ikki eitt av
endamálunum við at hava
sendistovur?
Hví skulu vit seta
føroyskar sendistovur á
stovn, um tænastan á
donsku ambassadunum er
bæði betri og bíligari? Og
hví skulu vit hefta okkum
at øðrum Norðurlondum,
samtíðis sum vit ríva
okkum leys frá at
samstarva við tað
Norðurlandið, sum vit hava
drúgvastu royndirnar við?
Hvussu ofta skulu vit
uppfinna tann djúpa
talerkin?
Eingin sjálvfylgja
Eg taki fult undir við
tankanum um samstarv, og
er tað so, at sendistovur
eru eitt gott samstarvsøki,
so latið okkum endiliga
gera brúk av tí. Men fyrst
av øllum eiga vit at gera
upp við okkum sjálvi, hvat
vit fáa í einum
norðurlendskum samstarvi
– bæði í mun til samstarvið
við Danmark og í mun til
okkara egnu sendistovur,
og so eiga vit ikki at
útiloka møguleikan fyri at
steingja tær føroysku
sendistovurnar, um tað
vísir seg, at úrtøkan er ov
lítil í mun til kostnaðin.
So uppfunnu vit aftur tann djúpa talerkin
helgi
abRahamSen