mánadagur 6. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 126 - 6. juli 2009
Landgongdin hjá
Smyrli á ferjuleguni
á Krambatanga í
Suðuroy verður
umvæld og verður
liðug at taka í nýtslu á
ólavsøku
SamferðSla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður skjótt, at ferða
fólk við Smyrli sleppa und
an at ganga eftir biladekk
inum, tá ið tey ferðast við
Smyrli umvegis ferjuleguna
á Krambatanga í Suðuroy.
Nú er tað mesta av ein um
ári farið síðani landgongdin
fekk skaða, tá ið Smyril varð
tikin av vindi, einaferð, hann
skuldi leggja at.
Skaðin var so mikið
umfatandi, at Smyril fekk
ikki brúkt landgongdina
longur og síðani hava ferða
fólkið trákkast eftir at land
gongdin bleiv umvæld, tí
tað er ikki nøktandi fyri
trygdina at ferðafólk, bilar,
lastbilar, treylarar og bingj
ur eru hvørt um annað, tá ið
Smyril leggur at á Kramba
tanga, ella fer avstað.
Hóast umvælingin bara
kostar umleið eina millión,
hevur tað verið ført fram, at
talan hevur verið um ein
fíggjarligan spurning, tí
ráðini vóru ikki til at gera
landgongdina uttan so, at
Løgtingið játtaði pening til
endamálið.
Men tíðliga í summar,
varð peningur játtaður til
endamálið og síðani eru til
boð heintað inn og umvæl
ing er sett í verk.
Einaferð var nevnt, at tað
møguliga bleiv neyðugt at
senda partar av landgongdini
til Danmarkar at umvæla,
men hetta verður av ongum.
Landgongdin
verður
nevniliga umvæld á skipa
smiðjuni, Mest í Havn, og
ein høvuðsorsøk til tað er,
at teir kundu verða skjótast
liðugir við arbeiðið, sigur
Evald Kjølbro á havnadeild
ini hjá Landsverki.
Og hann sigur av eftir
sáttmálanum
skal
land
gondin verða liðug at taka í
nýtslu fríggjadagin 24. Juli,
tvs, beint upp undir ólav
søkuferðsluna.
Gera fendarar
Men landgongdin er ikki ein
asta arbeiðið, sum skal gerast
á, tí umframt hana, eru eisini
fimm fendarar farnir og teir
skulu gerast aftur nú.
Arbeiðið at útvega og
seta fendarnarar upp er
bjóðað út og tá ið freistin
varð úti, vóru sjey tilboð
innkomin.
Bíligasta tilboðið hevði
Seastar, sum kann gera
arbeiðið fyri 676.500 krónur.
J&K Petersen hevði tvey
tilboð, sum vóru ávikavist
757,800 og 846,200 krónur
MEST
bjóðaði
906,900
krónur, Tangavirkið 928.000
krónur, H.J. Grevstur bjóð
aði sær at gera arbeiðið fyri
947,200 krónur og dýrasta
tilboðið hevði Articon, sum
vil hana 947.500 krónur fyri
arbeiðið.
Arbeiðið skal verða lið
ugt í seinasta lagið 1. des
ember og Evald Kjølbro á
Landsverki sigur, at sam
ráðingar eru tiknar upp við
SeaStar, sum var bíligast,
um at gera arbeiðið.
Føroya Arbeiðarafelag
góðtekur ikki upp
sagnir hjá Landsverki
í Suðuroy og vil hava
tær ógildaðar.
UppSagnir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hesa seinastu tíðina hevur
Landsverk sagt fleiri fólk
um upp í Suðuroy, helst í
grótbrotinum í Porkeri.
Nakrir av hesum uppsøgdu
monnunum
eru
arbeiðs
menn.
Men hesar uppsagnirnar
vil Føroya Arbeiðarafelag
ikki góðtaka og felagið
krevur sostatt, at tær verða
afturtiknar.
Vit kunnu ikki góðtaka
tað, sum gongur fyri seg,
staðfestir Ingborg Vinther,
forkvinna í Føroya Arbeið
arafelag.
Talan er um fýra arbeiðs
menn, sum eru limir hjá okk
um og har vit ikki góðtaka
uppsagnina, sigur hon.
Hon sigur, at samstundis,
sum menninir eru uppsagdir,
hevur Landsverk sett hand
verkarar at gera tað arbeiði,
sum arbeiðsmenninir høvdu
frammanundan.
Ingeborg Vinther staðfest
ir, at orsøkin til uppsagnirnar
var, at eftirspurningurin eft
ir gróti og skervi er mink
aður so nógv, at tað er ikki
grundarlag fyri at hava teir
í starvi.
Men hesa grundgevingina
kann hon ikki góðtaka, tá ið
Landsverk
hevur
sett
handverkarar at røkja tær
uppgávur, sum arbeiðsmenn
inir røktu frammanundan.
Er tað ikki brúk fyri
arbeiðsmonnunum, er tað
heldur ikki brúk fyri hand
verkarum til at gera tær
uppgávur, sum arbeiðsmenn
inir røkt frammanundan og
sum nattúrliga hoyra undir
teirra øki, sigur forkvinnan í
Føroya Arbeiðarafelag.
Føroya Arbeiðarafelag er
í samskifti við Landsverk
um málið og tí fær forkvinn
an onki sagt um, hvørjar
avleiðingar tað fer at fáa
verða uppsagnirnar ikki aft
urtiknar.
Onki grundarlag
Oyvindur Brimnes, stjóri á
landsverki heldur fast um, at
tað er ikki grundarlag fyri at
hava umrøddu arbeiðsmenn
í arbeiði tí eftirspurningurin
eftir gróti og skervi er so
nógv minkaður.
Tí eru størvini hjá teimum
niðurløgt.
Men fyri at gróttænastan
ikki heilt skal detta niður
fyri,
hava
handverkarar
avgreitt tær bíleggingar,
sum hava verið.
Talan er um handverkar
ar, sum vanliga røkja aðrar
uppgávur, men sum traðka
til og avgreiða tær bílegg
ingar um grót, sum Lands
verk hóast alt fær.
Men bíleggingarnar eru
alt ov fáar til at hava fólk í
arbeiðið bara til tað, men
fyri yvirhøvur at varðveita
eina gróttænastu, hava vit
so valt hesa loysnina, har
menn í øðrum arbeiði,
kunnu leypa frá at avgreiða
bíleggingar um grót, tá ið
tørvur er á tí.
Vit halda ikki, at eitt
ávíst fakfelag eigur rættind
ini til nøkur ávís størv. Tí
hava vit latið handverkarar
avgreitt tær bíleggingar sum
hava verið, men talan er ikki
um at teir hava yvirtikið
størvini hjá arbeiðsmonn
unum, tí tey eru niðurløgd.
Vil nakar hava grót, skal
tað bera til at fáa grót og
tískil hava vit valt hesa
loysnina, sigur Oyvindur
Brimnes.
Góðtaka ikki uppsagnir hjá Landsverki
Á ólavsøku er
liðugt við ruðuleika
á Krambatanga
Ingeborg Vinther góðtekur ikki framferðina hjá Landsverki í
Suðuroy
Pinkubarn ikki at finna
Løgreglan í Danmark stendur framvegis púra á berum í
málinum um pinkubarnið, sum foreldrini burturfluttu av
sjúkrahúsinum í Esbjerg seinasta fríggjadag. Foreldrini eru
rúsevnamisnýtarar. Tí gjørdu myndugleikarnir av at taka
barnið frá teimum, men tað vildu tey ikki og fóru avstað við
tí. Lars Bjerregaard, sum stendur fyri leitingini hjá
løgregluni, sigur við Ritzau, at løgreglan hevur fingið
nógvar upplýsingar og ábendingar, men at einki hevur givið
nakað úrslit. Hann ásannar, at tíðin gongur undan, tí barnið
má fáa viðgerð, eftir sum foreldrini eru misnýtarar. Barnið
og foreldrini eru nú eftirlýst í øllum Evropa.
Heimleysir bankakundar
Tey flestu viðskiftafólkini hjá EBHbankanum og Løkken
Sparekasse fingu ein annan peningastovn, tá teir báðir
peningastovnarnir fóru á húsagang fyrr í ár. Men 1.050
viðskiftafólk hjá EBHbankanum og 50 viðskiftafólk hjá
Løkken Sparekasse eru so tyngd av skuld, at eingin annar
peningastovnur vil hava tey, sigur Erik B. Hansen, sum tekur
sær av leivdunum av EHBbankanum, við DR. Sum skilst er
ikki talan um smápengar, tí bara tey 50 viðskiftafólkini í
Løkken Sparekasse skylda 1,4 milliard krónur. Erik B. Hansen
sigur, at tað kann fara at taka tvey ella kanska trý ár at finna
eina loysn fyri tey skuldartyngdu viðskiftafólkini.
Tað hevur verið til stóran bága fyri ferðafólk við Smyrli, at tey, sum eru til gongu, nú í fleri
mánaðir hava verið noydd at ganga ímillum bilar, treylarar og bingjur, men um tríggjar vikur er
landgongdin klár at taka í nýtslu aftur