mánadagur 6. juli 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 126 - 6. juli 2009
tíðindi
Stanley Samuelsen
prógv aði so dyggiliga,
at hann telist mill um
okkara bestu tru ba
dur ar, tá hann fram
før di á Asfalt leygar
kvøld ið
AsfAlt
Sveinur Dam
sveinur.dam@gmail.com
Miðlahúsið var nærum fult
leygar kvøldið, tá Stanley
Samuel sen
framførdi
í
sam band við Asfalt.
Við
framúrskarandi
guitar spæli og góðum san
gi, vísti Stanley Samuelsen,
at hann telist millum heilt
stóru trubadurarnar, ið vit
eiga.
Stanley Samuelsen borð
reiddi við eini perlurekkju
av løgum, bæði egin løg,
um framt yrkingar, ið hann
hevur lagt lag til, og okkurt
láni lag varð eisini pláss
fyri.
Eftir míni meting telist
Stan ley
millum
bestu
guitar is tarnar í landinum,
og spæl hansara ljóðar til
tíðir, sum um fleiri guitarar
eru í spæli í senn. Avgjørt
ein stór styrki, tá hann er
ein sa mallur á pallinum.
Eitt sindur av
hvørjum
Sum sagt spældi Stanley
Samuel sen bæði egin og
lænt løg. Av sínum egnu
løg um, spældi hann millum
ann að tað vakra ”Tá eg
verði gamal”, ið snýr seg
um at hava ein, tú elskar,
við tína lið, tá tað líður móti
enda num. Lagið er rættiliga
sorgblítt, og hann syngur so
inniliga, at ein verður heilt
rørd ur. Sera væl eydnað,
eins og tað mesta, sum hann
ger.
Stanley framførdi eisini
tvey enskmælt lániløg, ið
rigg aðu heilt væl. Hetta
vóru veir vælkendar fólka
sangir, nevniliga ”The last
thing on my mind”, ið Tom
Pax ton skrivaði fyrst í
seksti árunum, og klassiska
spirit u al sangin ”Poor way
faring stranger”.
Lagsmiðurin
Stanley
slapp eisini framat, tá hann
spæl di lagið ”Regn”, sum
er yrking hjá Mikkjal á
Ryg gi, ið Stanley hevur
smíð að lag til. Eitt drama t
iskt lag, ið hóskar stak væl
til yrkingina.
Stanley
prógvaði
so
dyggi liga, at hann telist
mill um okkara bestu tru ba
dur ar, og vónandi verður
eisi ni nógv at hoyra til hann
í framtíðini.
Fólk skrálaðu seg
hás til pallvandu
enter tain ar arnar Páll
Finnur Páll
AsfAlt
Sveinur Dam
sveinur.dam@gmail.com
Páll Finnur Páll fóru á pall í
FUTT tjaldinum á vaglinum
klokk an 23 um kvøldið.
Teir eru kanska fólka kær
a s ti bólkurin í landinum í
løt uni, og við eini ørgrynnu
av hittum í skjáttuni kann
tað ongantíð ganga heilt
gal ið hjá Páll Finnur Páll.
Leygarkvøldið
tóktust
teir tó hava eitt sindur av
byrj an ar trupulleikum.
Hetta komst kanska av at
FUTTtjaldið nóg illa var
hálv fult, og tá kann tað er
tru pult at fáa samband við
fjøld ina. Men tað skuldi
blíva betri, og móti endanum
vóru teir aftur á toppinum.
Tá løg sum ”Forelskaður
sjón leikari” og ”Eg” ljóða
úr hátalarunum, kann tað
vera trupult, ikki at syngja
við, og tað tóktist at sparka
Páll Finnur Páll í gongd, tá
fjøld in tók undir at syngja.
Teir eru vanir við at hava
fjøld ina um lítlafingurin,
og so bleiv eisini leygar
kvøld ið. Ein perlurekkja av
hitt um fingu fólk at skrála
seg hás, og tað er eyðsýnt,
at meira pallvandar menn
skalt tú leita leingi eftir.
Páll Finnur Páll verða av
mongum
sammettir
við
Frænd ur, og tað er ikki heilt
utt an grund, tí teir hava
næst an ikki latið eitt einasta
lag úr hondunum, sum ikki
er vorðið fólkaogn millum
ung dómin. Av tí sama eru
teir altíð eitt upplivilsi á
palli num, har teir vísa seg
sum rættir entertainarar.
Fólk ini elska tað.
Fólk elska Páll Finnur Páll
Frálíki trubadururin Stanley
Stanley Samuelsen hugtók við
framúrskarandi guitarspæli
og góðum sangi
Mynd: Rólant Waag Dam
Páll Finnur Páll ikki bara spældu sjálvir – teir tóku sær eisini stundir at lurta meðan onnur
spældu
Mynd: Rólant Waag Dam
Meira um Asfalt í
blaðnum í morgin