mánadagur 6. juli 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126
Rógvi spældi á Varmakeldu
Rógvi Jacobsen hevur spælt sín fyrsta dyst við ÍF. Hetta gjørdi
hann á Varmakeldu, tá fuglfirðingar spældu stevnudyst í móti
U21-landsliðnum. – Tað kendist gott at vera á vøllinum aftur. Eg
gjørdi ikki so nógv av og var eitt sindur varin, sigur Rógvi
Jacobsen. Hann skuldi upprunaliga einans spæla eitt korter, men
tá alt kom til alt, spældi klaksvíkingurin ein hálvan tíma. Nú fer
Rógvi Jacobsen so at royna at venja í næstu viku, og vónar hann,
at hann verður tøkur til seinnu hálvu. ÍF tapti annars dystin 2-4 og
Rógvi Jacobsen var ikki millum málskjúttarnar.
Torkil FM-vinnari súkkling
FM í einkultstarti var í Vágum sunnudagin, har kappast var hjá unglingum,
kvinnum, monnum og menn +40. Hjá monnunum vann Torkil Weyhe.
Hann súkklaði teir 30 kilometrarnar við tíðini 42.25. Gunnar D. Olsen og
Sverri M. Edvinsson vóru honum næstir við tíðunum 45.51 og 47.50.
Súsanna Skylv Sørensen vann kappingina hjá kvinnum við tíðini 52.50, og
Marin E. Heinesen gjørdist nummar tvey við tíðini.1.05.20. Unglingarnir
súkklaðu 20 kilometrar í mun til tey vaksnu, og her vann Jóanis Albert
Nielsen við tíðini 43.24. Hjá monnum omanfyri tey 40 vann Andras
Joensen kappingina við tíðini 49.21, Jógvan Djurhuus varð nummar tvey
við tíðini 55.15, og Evald Rasmussen nummar trý við tíðini 56.51.
Beint undan fráferðini
fekk føðingardagsbarnið
serstaka gávu handaða frá
Flogbóltssambandinum
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Beinleiðis frásagnir frá øllum
flogbóltsdystunum við føroyskari
luttøku vóru sjálvsagdur partur av
tíðindaflutninginum hjá Rás2 á
Álandi.
Og tað var eftir øllum at døma
nakað, sum var follið í serstakliga
góða jørð hjá teimum báðum
føroysku flogbóltslandsliðunum.
Hilmar Jan hevði nevnliga
føðingardag sama dag, sum
leikirnir endaðu, og á
flogvøllininum beint norðanfyri
Mariehamn, fekk hann serstaka
føðingardagsgávu frá
flogbóltsliðunum.
Gávan var ein dystarbóltur frá
leikunum, har allir spælarar á bæði
mans- og kvinnulandsliðnum
høvdu sett sín autograf á, og tað
var eitt errið føðingardagsbarn,
sum tók ímóti gávuni, skulu vit
heilsa og siga.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Liðleiðarin hjá føroysku
bogaskjúttunum á Oyggjaleikum,
Per Holm Andersen, hevði eina
helst serliga uppgávu at røkja fyri
liðið hesaferð.
Tað var nevnliga hansara lutur at
bera allar trupulleikar, sum
skjúttarnir høvdu, soleiðis at hesi
einvíst kundu hugsa um
skjótingina.
- Undan kappingunum – ella um
tey brádliga skjóta illa – fari eg til
skjúttarnar við mínum keppi. Og
boðini til skjúttarnar eru púrasta
greið. Tey skulu taka sínar húgvur,
og oysa allar trupulleikar og
forðingar yvir í mín kepp, tí eg skal
ikki skjóta kortini.
- Og tað sær út til at rigga. Fyrsta
dagin gekk ikki nakað serligt, men
síðani hava tey skotið sum einglar,
segði Per Holm Andersen, tá vit
tosaðu við hann á leikunum
hósdagin.
Og her á blaðnum fáa vit bara
givið honum rætt. Við seks
gullmerkjum gjørdu førosyku
skjúttarnir í øllum førum sítt í
metstóru
heiðursmerkjainnsavnanini.
Sjálvandi skal fótbólturin við
Tað líkist ongum – og í besta føri arrogansu – tá
føroyskur fótbóltur ikki er partur av oyggjaleikunum
Føroysku oyggjaleikaluttøkurnar í fótbólti kunnu
akkurát teljast á einari hond.
Fótbóltur gjørdist partur av skránni á leikunum í
Føroyum í 1989, og hesa ferð og á Álandi í 1991
vunnu føroysku menninir gull. Og tað sama gjørdu
kvinnurnar í 2001, 2003 og 2005.
Tað kann væl vera, at tey allarfremstu hjá
føroysku fótbóltslandsliðunum hava tørv á øðrum
og størri avbjóðingum, men tað eigur ikki einvíst at útiloka føroyskari
fótbóltsluttøku á leikunum.
Hví ikki senda eitt ligalandslið – altso uttan útisetarnar – ella
kanska eitt føroyskt U21-landslið á leikirnar? Og hví ikki senda til
dømis eitt U21-landslið hjá kvinnum avstað?
Frá venjaratoyminum kring landsliðini hevur eitt tað størsta kritikk-
punktið verið, at venjingardystirnir eru ov fáir, og her er eitt gylt høvi
at fáa fleiri av slagnum innanfyri eina intensa fótbóltsviku.
Og so eiga vit ikki at gloyma, hvønn týdning oyggjaleikirnir hava
havt fyri føroyskan fótbólt. Tað var júst luttøkan á leikunum í 1989,
sum sannførdi leiðsluna í FSF um, at tað var neyðugt at taka stigið fult
út, og bara tað í sjálvum sær ger, at FSF eigur at vísa stórt takksemi
mótvegis leikunum.
Sum fótbóltstjóð eru Føroyar hartil eisini ein tann størsta
fyrimyndin hjá flestu av luttakandi oyggjunum. Føroyski altjóða
limaskapurin. Tey úrslit og tann framgongd, sum føroyskur fótbóltur
hevur havt hesi árini, er nakað, sum allar hinar oyggjarnar nýta sum
fyrimynd í sínari stremban. Og eingin sum helst ivi er um, at føroysk
luttøka á leikunum vildi verið nakað, sum øll hini fegnaðust um. Ikki
minst, tí hetta eisini kundi verið ein góður mátistokkur hjá øðrum
oyggjasamfeløgum at sammett seg við.
Tað kann væl vera, at tað gevur føroyskum fótbólti orsøk at fegnast,
um vit á hendan hátt kunnu virka sum fyrimynd hjá øðrum. Men at
vera fyrimynd gevur eisini ábyrgd, og einasti mátin, sum føroyskur
fótbóltur kann vísa hesa, er við luttøku á Oyggjaleikum – helst í 2011.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Burtur við
trupul leikunum
Eggaba Andreasen letur her Peri sínar negativu tankar, og so er bara at skjóta
Mynd: Álvur Haraldsen
Føðingardagsgáva
til Hilmar Jan
Hilmar Jan Hansen var ovur
fegin fyri føðingar dagsgávuna,
sum hann fekk frá føroysku
flogbóltslandsliðunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroysku bogaskjúttarnir høvdu eitt loynivápn við sær á
Oyggjaleikum