mánadagur 6. juli 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 3
Fróði Mortensen var ovur
fegin um gullmerkið, sum
hann vann í lopi um hest
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tað eydnaðist í evstu løtu føroyska
fim leika liðnum at leggja eitt gull
merki afturat rúgvusmikla savni
num, sum Føroyar vunnu á Álandi.
Fríggjadagin seinnapart stóð
Fróði Mortensen nevnliga ovastur á
sigurspallinum, tá hann – saman
við einum fimleikara av Isle of Man
– hevði hægstu karakter fyri lop um
hest.
Eg føldi tað á mær, beint sum eg
lendi. »Yes« hugsaði eg, tá eg stóð
perfekt á beinunum. Um tað var
nóg mikið til gull, var eg sjálv andi
ikki vísur í, men at talan gjørd ist um
heiðursmerki ivaðist eg als ikki í,
segði Fróði Mortensen við Rás2,
beint eftir at heiðursmerkið varð
komið í hús.
Jóannis Joensen rakk 105
dúgvum av 125 møguligum,
men fyrsta laka umfarið
bar við sær, at hann gjørd
ist akkurát ov stuttur til
finalu umfarið
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tvær dúgvur. Tað var tað, sum skilti
Føroyar frá einum finaluplássi, tá
einstaklingakappingin í skeet varð
skotin á Oyggjaleikum.
Tey bæði fyrstu umførini av teim
um fimm, ið vórðu nýtt sum undan
kapping til finaluna, var tað annars
Magni Dam, sum var besti føroyski
skjúttin, men tá hann mest sum
heilkiksaði í triða umfarinum, hekk
finaluvónin á herunum á Jóannis
Joensen.
Jóannis hevði annars bara 19
dúgv ur í fyrsta umfarinum, men við
23, 21, 21 og 21 í næstu fýra umføru
num, kom hann so nær, sum hann
kundi koma.
Tað var akkurát ikki nóg mikið
til finalupláss. Men sjálvur havi eg
neyvan skotið so væl áður, so eg
havi alla orsøk at vera nøgdur, helt
Jóannis Joensen, tá teir seks bestu
skjúttarnir vóru farnir undir finalu
umfarið.
Jóannis á sjeynda pláss
Eitt gull til fimleikin
Fimleikararnir av Isle of Man vóru í serflokki á Oyggja leikunum,
men tað eydnaðist tó Fróða Mortensen at troka seg fram í ovastu
røð á sein asta kappingardegnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Besta føroyska úrslitið í skjót ing fekk Jóannis Joensen,tá hann
gjørd ist nummar sjey í skeet fyri ein stak lingar
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroysk umboð í Global Games
Ragnvaldur Jensen og Kristian Martin Garðalíð fara at umboða Føroyar í
Global Games kappingini, sum verður í Kekkia 5. til 13. juli. Global Games er
ein samansjóðing av HM í ymiskum ítróttum, og fara luttakandi íðkararnir
at luttaka í frælsum ítrótti, súkkling, kurvabólti, futsal, svimjing, borðtennis,
tennis, judo og í inniróðri. 1460 íðkarar frá 40 longum fara at luttaka í
kappingini, har Ragnvaldur svimur og Kristian Martin luttekur í frælsum
ítrótti. Við á ferðini eru venjararnir Tóra Øre Hansen, svimjing og Sonni Óli
Djurhuus, frælsur ítróttur. Ferðaleiðari er Halla W. Reinert.
Føroyingar til HM í Racerunning
4. til 11. juli bjóða Frederiksberg HandicapIdræt, Dansk Handicap IdrætsForbund
og CPISRA (altjóða ítróttasambandið fyri spastikarar) vælkomin til VM í
RaceRunning. RaceRunning er ein nýggjur og spennandi ítróttur fyri brekað við
ringari balansu. Ein racerunner er ein serliga bygd trýhjólað ”rennisúkkla” uttan
pedalir, soleiðis at balansan ikki er ein trupuleiki. Føroyingar fara at luttaka á
leguni og í kappingini, og sendir Ítróttasamband fyri Brekað 13 ára gomlu Astrid
Jakobsen. Saman við henni fer Meibritt Djurhuus, venjari.
Vælhildin stór hús í tveimum hæddum, ovara
hæddin køkur (nýggjur), stova, nýtt baðirúm,
hjúnarkamar v/wc og brúsu, og 1 sovikamar, stór
gongd v/trappu til kjallara har eru 3 kømur, stova,
vaskirúm/fýrúm og hjallur, + eitt rúm í er klárt til
at gerða baðirúm í.
Garasja við grovkøki er bygd føst í húsið, uml. 40
fermetrar.
Garður er stoyptur rundanum og túni omanfyri er
alt flisabelagt.
Húsini liggja í barnavinarligum umhvørvið á
blindvegi.
Búvídd er uml. 240 fermetrar. Grundøkið 750
fermetrar. Byggiár 1985
Ringi og hoyri nærri á tlf. 210452 eftir kl 17.
Hús í Sørvági til sølu