mánadagur 6. juli 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126
Kvinnurnar hjá AB
tryggjaðu felagnum fyrsta
steypasigurin í søguni, tá
tær vunnu á KÍ í finaluni
leygardagin
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
Allar knýta nevarnar og gera eitt ýl.
Frá síðulinjuni koma útskiftarar,
hjálparfólk, foreldur og argjafólk
tuskandi inn á vøllin at fagna
leikarunum. Og tað er fyrst og
fremst ein, ið tey vilja hava orðið á:
Monu Breckmann.
Framherjin søkti sigursvandu KÍ-
kvinnurnar, tá hon við tveimum
málum tryggjaði AB fyrsta
steypasigurin í søguni. Við
stríðshugaðum liðfeløgunum, ið
góvu seg fult út í hvørjum nærdysti,
vóru fortreytirnar hjá Breckmann
góðar. Og hon tók av
møguleikanum.
Lítið spæl
Og var tað ikki fyri søguskrivingina,
hevði ársins steypafinala ikki staðið
serliga klár hjá teimum flestu. KÍ
hevur verið einaráðandi seinnu
árini, og við tíðini verður nær um
skrivað søga, tá tær ikki vinna.
Fótbóltsdysturin hevði lítið upp á
seg. Liðini nýttu ongantíð høvið at
spæla fótbólt, og talan mest var um
langar bóltrar uttan bústað. Dentur
var lagdur á nærdystirnar og
trýstspælið, har fingurin ikki skal
setast á stríðsviljan. Serliga syrgdu
argjakvinnur fyri, at mótstøðuliðið
hevði lítið pláss at spæla á.
Tvær ferðir Mona
Mona Breckmann legði AB á odda
miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hon var
fyrstur á bóltinum, tá bólturin brast
í tvørtræið eftir fríspark.
Argjakvinnur vóru sera ansnar í
verjupartinum og dúvaðu á
skjótálop. KÍ, sum hevði einstakar
royndir á AB-málið, setti ongantíð
mótstøðuliðið undir trýst. Serliga
høvdu fleiri av stuðulsleikarunum
lítið at bjóða í framrættaða
spælinum.
AB vildi ikki satsa, og liðið flutti
seg í útgangsstøðið aftur á vøllin
eftir hvíldina. Klaksvíkskvinnurnar
fingu tíð og pláss at byggja upp,
har Simona Heinesen, sum stóð
sera væl í AB-málinum, av álvara
slapp at royna seg. Áhaldandi KÍ-
trýstið gav úrslit, tá Sofía Purkhús
javnaði.
Men Mona Breckmann staðfesti,
at steypið ikki skuldi úr
høvuðsstaðnum, tá hon aftur legði
argjakvinnur á odda eftir skjótálop.
Skrivaðu søgu
AB hevur nú vunnið fyrsta
gullheiðursmerki í kvinnudeildini.
Tað verður ofta sagt, at fyrsti sigurin
er mest týdningarmikil. Men
spurningurin er, hvørja ávirkan
steypasigurin fær. Liðini eru ájøvn í
landskappingini, og sum støðan er,
er ikki líkt til, at hini liðini vinna stig
frá oddaliðunum. Men fyrsta gullið
er í øllum førum komið í hús á
Argjum.
AB skrivaði søgu
Fantastiskt!
Tvífaldi málskjúttin Mona Breckmann var sjálvsagt ovurfegin, tá hon
og liðfelagarnir høvdu fingið gullheiðursmerkini handaði. Framherjin
staðfesti, at allar stríddust fyri hvørjari aðrari.
- Vit stríddust av álvara, og eingin gav skarvin yvir. Eingin fór niður
við høvdinum, men vit herjaðu á allatíðina. Eg dugi ikki at seta orð á,
hvør munurin var. Stríðsviljin kann ikki sammetast við seinasta dystin
móti KÍ, sigur Mona Breckmann við heimasíðuna hjá AB.
Framherjin stóð fyri báðum málunum hjá argjakvinnum, og hon
staðfestir, at kenslan eftir steypasigurin er fantastisk.
- Eg misnýtti ein upplagdan møguleika í fyrra hálvleiki. Men eg
kendi tað soleiðis, at eg skuldi halda áfram og stríðast. Tað vísti seg at
geva úrslit seinni. Hetta er sum ein dreymur hjá okkum, og tað er
fantastiskt, staðfestir Mona Breckmann á heimasíðuni.
-uni
Uppiborið
- Vit spældu sum eitt lið, og alt riggaði.
Lennard Pedersen skrivaði seg somuleiðis í søgubøkurnar
leyardagin sum fyrsti venjarin, ið hevur vunnið gullheiðursmerki við
kvinnunum hjá AB. Hann staðfestir á heimasíðuni hjá AB, at sigurin
var uppiborin.
- Vit vóru til reiðar, og vístu, at vit vóru betra liðið á vøllinum. Tað var
ein frálík kensla at hyggja at frá síðulinjuni. Serliga, tá ætlanarnar, vit
høvdu undan dystinum, eydnaðist, staðfestir Lennard Pedersen,
venjari hjá AB.
- uni
Vit hava alt at tapa
Malena Josephsen staðfestir, at KÍ hevur einki at vinna í einu
steypafinalu longur.
- Vit hava spælt fleiri steypafinalur seinnu árini, men tað verður lítið
tosað um tað, tá vit vinna. Men nú eru fólk brádliga áhugaði, tí eitt
annað lið vinnur steypið. Vit hava alt at tapa og einki at vinna,
staðfestir Malena Josephsen.
Men hvørja ávirkan kann steypasigurin hjá AB fáa á stríðnum um
FM-heitið?
- Tað fær onga ávirkan. Vit hava áður tapt steypafinalur og vunnið
føroyameistaraheitið, so vit eru ikki í óroyndari støðu. KÍ er til reiðar at
endurvinna landskappingina, sigur Malena Josephsen.
- uni
Laudrup nærkast venjarastarvi
Luna Christofi, sum starvast á onside.dk, skrivar í dag, at Michael Laudrup
helst verður venjari í bestu sponsku fótbóltsdeildini í komandi
kappingarári. Hon skrivar, at uppflytarin Xerez og Laudrup eru í
samráðingum. – Venjarin segði upp fyri tveimum vikum síðan, og tað er
sannlíkt, at Michael Laudrup tekur við starvinum, skrivar Luna Christofi.
Michael Laudrup hevur áður verið venjari hjá Brøndby, Getafe og Spartak
Moskva.
United ræðist okkum
Mark Hughes, venjari hjá Manchester City, sigur við enskar
miðlar í dag, at grannafelagið Manchester United ræðist
lítlabeiggjan Sambært honum er orsøkin fyrst og fremst
stóra pengamongdin, sum Manchester City hevur til taks.
- Manchester United byrjar at síggja veruleikan nú. Vit eru til
reiðar at stríðast um heiðursmerki, og tað óttast United,
sigur Mark Hughes millum annað við enskar miðlar.
Myndir: www.fsf.fo