Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126 Bermuda stuðlar europum Kostnaðurin skal ikki forða luttakarum at koma til Bermuda í 2013. Tí hevur stjórnin ætlanir um at lata fíggjarligan stuðul til teirra, sum koma til Oyggjaleikirnar í 2013 jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Bermuda verður vertur fyri Oyggjaleikunum í 2013. Tann avgerðin varð tikin fyri tveim­ um árum síðani, og ivaleyst eru mong, sum fegnast um útlitini fyri at ferðast til oyggja sam fe­ lagið eystan fyri strendurnar í Florida. Frá fleiri sersambondum hava røddir tó longu verið frammi um, at kostnaðurin fyri luttøku á Bermuda kann gerast ein forðing í royndini at senda ein nóg breiðan hóp av landi­ num. Sambært thisisjersey.com, er tó longu eitt ár síðani, at stjórn­ in á Bermuda hevur borðreitt við ætlanum um at lækka kostnaðin hjá teimum vitjandi. Randolph Horton, sum er ministari við ábyrgd fyri undir­ vísing, ítrótti og mentan, sigur við heimasíðuna, at stjórnin á Bermuda stendur 100% aftan fyri vertsskapin av leikunum, og at tey vilja seta pening av, so leiðis at fíggjarligi parturin ikki verður nøkur forðing. Kostnaðurin fyri at flúgva frá London til Bermuda liggur um einar 10.000 krónur, men við stuðuli er ætlanin, at kostn­ aðurin luttakarum til oyggja­ leik irnar, verður einar 4.000 krónur. Hartil er ætlanin, at serstakar avtalur verða gjørd við sjey gistingarhús, soleiðis at uppi haldið heldur ikki verður ov kostnaðarmikið. Og verður talið av luttakarum ov stórt til hesi sjey gistingarhúsini, er stjórnin eisini sinnað at leiga eitt av mongu ferðamannaskipunum, sum á hvørjum ári vitja oyggjar nar. Løgmaður var partur av føroyska ferðalagnum á Álandi. Og hóast hann er fyrrverandi aktivur ítróttarmaður, so varð hann fullkomuliga bergtikin av tí, sum føroysku ítróttarfólkini avrikaðu á Oyggjaleikum Mynd: Álvur Haraldsen Rosenborg vann Rosenborg, sum hóskvøldið fær vitjan av NSÍ, vann seg um vikuskiftið í fjórðingsfinaluna í norsku steypakappingini. Tað varð greitt, tá liðið vann 2­0 á heimavølli móti Løv­Ham. Kjell Rune Sellin og Didier Konan Ya skutu málini. Rosenborg hevði ymsar broytingar í byrjunaruppstillini frá dystinum móti NSÍ hóskvøldið, har Steffen Iversen millum annað byrjaði á beinkinum. Toftamenn halda fram Á Toftum eru tey farin at hugsa um komandi kappingarár. Í farnu viku longdi felagið sáttmálarnar við fýra ungar leikarar, og nú er greitt, at André Olsen og Niklas Joensen eisini spæla í barndómsfelagnum í komandi tvey árini. Jógvan Højgaard, formaður, sigur við heimasíðuna hjá B68, at leiðslan frøist um, at sáttmálarnir eru komnir í lag.