mánadagur 6. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 7
Løgmaður, Kaj Leo
Johannesen, vil virka
fyri grunni, sum hevur til
endamáls at Føroyar kunnu
hýsa Oyggjaleikunum í
2017
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
- Úrslitini tala fyri seg. Tað, sum
ítróttarfólk okkara avrikaðu á
Álandi var heilt framúrskarandi, og
tað fegnast vit øll um. Men tað
gevur okkum eisini eina ábyrgd, tí
tað er eyðsæð, hvussu stóran
týdning leikirnir hava fyri okkum.
Bæði ítróttarliga og mentanarliga.
Tað heldur Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, sum heldur tað hava
alstóran týdning, at politiska
skipanin longu nú fer at arbeiða
fyri, at Føroyar kunnu hýsa
leikunum í 2017.
Áður hevur annars verið tosað
um 2015, men taktiskt heldur
løgmaður tað vera skilabest at
medda eftir 2017, tí tað er meira
ella minni siðvenja fyri, at leikirnir
aðru hvørja ferð eru hjá einari av
bretsku oyggjunum.
Øll vinna
Løgmaður, sum eisini er verji fyri
ítróttin, heldur eina gongd leið
vera, um ein grunnur verður settur
á stovn, sum einvíst hevur til
endamáls at virka fyri føroyskum
vertsskapi av leikunum.
- Eg ímyndi mær ein grunn við
fimm fólkum í nevndini.
Kopetencurnar hjá hesum skulu
fevna breitt, soleiðis at bæði
ítróttur, vinnulív og mentan eru
umboðað. Er talan um dugnalig
fólk, og spæla bæði lands og
kommunalir myndugleikar við í
hesum, ivist eg ikki í, at ein slíkur
grunnur væl og virðiliga kundi
virkað sum fíggjarligur katalysator
fyri eini føroyskari umsókn.
- Og eg haldi slettis ikki, at vit eru
so øgiliga langt burturi frá at røkka
teimum krøvum, sum verða sett.
Ítróttarliga prógvaðu okkara fólk so
ruddiliga, at tey eru til reiðar. Hvat
facilitetum viðvíkur, so eru vit slettis
ikki so langt ífrá at kunna hýsa 14
ítróttargreinum. Og so er tað
gistingin, sum eg nú heldur ikki
rokni við verður tann heilt stóri
trupulleikin, sum summi vilja gera
hana til. Á Álandi fekk eg høvi at
tosa við Jørgen Pettersen, sum er
formaður í altjóða
Oyggjaleikanevndini, og hann
kundi millum annað vísa á, at tað er
ikki so, at tey krevja hasar fimm
stjørnurnar til øll seingjarpláss.
Verður rætt borið at, so eiga vit at
kunna fyriskipa alt, soleiðis at eisini
gistingin verður á einum nøktandi
støði. Men alt hetta krevur so, at vit
fara ígongd longu nú, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Og hann ivast ikki í, at verður
neyðuga arbeiðið gjørt, so er hetta
nakað, sum kemur øllum pørtum av
samfelagnum tilgóðar.
- Ítróttarliga er eingin ivi um, at
Oyggjaleikirnir eru nógv verdir fyri
okkum. At nøkur av okkara fólkum í
dag røkka nógv longur enn til
leikirnar, er bara at fegnast um, men
veruleikin er samstundis, at leikirnir
eru júst tann lopfjølin, sum nógvar
av okkara ítróttum hava tørv á.
- Og fyri Føroyar sum heild er
hetta ein ótrúlig marknaðarføring.
Á Álandi var talan um eina viku við
intensari marknaðarføring úteftir,
og tað er nakað, sum hevur
alstóran týdning fyri samfelagið.
- Tí er hetta heldur ikki nakað,
sum skal vera eitt projekt hjá mær
sum løgmanni ella hjá samgonguni.
Hetta má vera eitt mál, har ein
samlað politisk bakkar upp, tí
vinningurin er alt ov stórur, til at vit
kunnu lata hann fara fyri skeyti í
sjálvdrátti, sigur løgmaður.
Jarða jantelógina
Og so er Kaj Leo Johannesen eisini
sannførdur um, at ein slíkur
grunnur saman við úrslitunum á
Álandi eigur at seta skund á
arbeiðið við at betra um
umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti.
- Tá FSF í 1988 fór upp í altjóða
samstarv, varð politiskt samtykt, at
fótbólturin fekk 900.000 krónur um
árið í stuðuli. Tey hava í dag eina
fíggjarætlan, sum togar í tær 50
milliónirnar, og spurningurin er tí,
um vit ikki eiga at hyggja upp á
aðrar mátar at stuðla ítróttini.
- Og um vit vilja tað ella, so var
tað júst sigurin í Landskrona, sum
av álvara setti gongd í tankan um,
at føroysk ítróttarfólk veruliga
kunnu standa seg í kapping millum
tey bestu. Ta ferðina eydnaðist tað
at fanga gleðina og byggja víðari á
tað, sum hetta skapti, og tað mugu
vit gera aftur hesaferð.
- So ella so tykist tað, sum skulu
vit út um landoddarnar, áðrenn vit
jarða jantelógina einar 20 metrar
undir jørð, og tað gjørdu okkara
fólk á Álandi.
- Gullmerkini siga alt um, hvat
arbeiði lá aftan fyri, men tað var
fantastiskt at síggja, hvussu
samanhald, ein felags moralur og at
tað eggja hvørjum øðrum stóð
ovast á breddanum.
- Umboð fyri onnur lond høvu
eisini á munni, hvussu flott tað var
av okkara lítla samfelag at røkka
teimum úrslitum, sum vit rukku. Tað
kunnu vit sjálvandi vera errin um,
men tað er so sanniliga eisini
nakað, sum gevur okkum eina stóra
ábyrgd sum politiskur myndugleiki,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Oyggjaleikir
í 2017 sum
felags mál
Wozniacki hóttir Williams
Ekstra Bladet endurgevur enska Daily Mail, og sambært
teimum heldur Serena Williams, at danska Caroline Wozniacki
kann gerast ein hóttan hjá systrunum báðum. – Eg haldi, at
Wozniacki er ógvuliga góð, men tað eru helst eisini aðrir í
løtuni, sum eg ikki havi hoyrt um, ljóðaði svarið hjá Serena
Williams, tá hon varð spurd um, hvør ein møgulig hóttan
ímóti systrunum kundi vera.
Zhirkov til Chelsea
So er tað sikkurt og víst. Chelsea hevur keypt russiska
vinstrabakkin Yuri Zhirkov fyri 160 milliónir krónir frá CSKA
Moskva. Sambært BBC er talan um ein fýra ára langan sáttmála.
Landsliðsleikarin er triðji leikarin, Chelsea hevur ognað sær í
summar. Hinir báðir eru málverjin Ross Turnbull og áleyparin
Daniel Sturridge.