mánadagur 6. juli 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126
Ongantíð fyrr hava før oysk
ir badminton spælarar
havt einar so góðar oyggja
leik ir, sum hesa ferð í
Álandi. Toppurin var tey
trý gullmerkini, ið vóru tey
fyrstu nakrantíð. Spælar ar
nir eru ungir enn, so góðar
vónir eru fyri framtíðina
hjá føroyskum badminton
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Samstundis sum badmintonfólkini
sólaðu sær í gulli og øðrum
heiðursmerkjum á Oyggjaleikunum
í Álandi, vóru 80 børn og ung á
badmintonskúla í Havn. Tað sigur
kanska eitt sindur um, at tað sær
bjart út fyri framman hjá føroyskum
badminton. Spælararnir, sum vóru
við í Álandi, eru enn ungir og
kunnu halda á í mong ár aftrat,
umframt at eitt stórt arbeiði verður
gjørt við at seta við.
Trý gullmerki, umframt eitt silvur-
og eitt bronsumerki, er avgjørt
størsta úrtøkan nakrantíð, og tí var
heldur ikki so løgið, at Høgni
Carlsson, sum hevði tvær døtur við
á landsliðnum, umframt at hann var
liðleiðari, var sera væl nøgdur, tá alt
var av.
– Eg kann ikki vera annað enn
ótrúliga væl nøgdur. Eg eri ófatiliga
erri av spælarunum og tí, teir hava
avrikað. At vit skuldu fara at vinna
trý gullmerki, høvdu vit ikki torað at
droymt um áðrenn. Men vit hava
lagt øgiliga stóra orku í at menna
spælararnar, sum taka hetta í
stórum álvara, so tað er gleðiligt, at
tað gevur úrslit, segði Høgni
Carlsson.
– Her er øgiliga stór framgongd,
og fleiri av hinum undrast á, at vit
eru blivin so sterk. Nú hevur so
Gotland eisini bjóðað okkum at
koma at spæla onkra kapping hjá
teimum, so tað er stuttligt. Vit skulu
nú til at finna onkra góða kapping
næsta ár, so vit eru væl fyri at verja
gullið um tvey ár. Og kanska var tað
allíkavæl gott, at vit ikki vunnu alt
hesa ferð, tí nú hava vit framvegis
okkurt gott at fara eftir.
Hyggja frameftir
Høgni sigur, at Sigrun Smith hevur
styrkt væl um føroyska hópin, men
at badminton haraftrat hevur havt
ótrúliga dugnaligar venjarar, sum
hava tikið sær væl av spælarunum,
ið veruliga toppaðu í Álandi.
– Nú standa vit við øgiliga
góðum spælarum, harav fleiri eisini
eru ungir og eru á veg fram. Vit
hugsa eisini longur fram og hava
tikið upp samstarv við Grønland og
Ísland um tey ungu, U13, U15 og
U17, og í heystfrítíðini fara vit til
Íslands, umframt at vit sjálv skulu
skipa fyri kapping í heystfrítíðini
næsta ár, segði Høgni Carlsson.
– Helst mugu vit eisini hyggja
enn meira úteftir, fyri at finna
nakrar avbjóðingar til landsliðið.
Har hava vit tíbetur gott samstarv
við europeiska
badmintonsambandið, so vit kunnu
saktans loyva okkum at miðja eftir
eitt sindur hægri stigi. Danmark er
eisini ein sterk tjóð í badminton, so
har hava vit kanska eisini
møguleika fyri avbjóðingum, ið
kunnu menna okkara spælarar enn
meira.
Botnurin undir framúr góðu
úrtøkuni var lagdur í liðkappingini
fyrst á leikunum, har tað eydnaðist
Føroyum at vinna á øllum teimum,
ið vanliga hava verið tey sterkastu,
so fyrsta gullið nakrantíð kom til
høldar. Og krúnan á verkinum var
so leygardagurin, tá enn fleiri
heiðursmerki vóru vunnin, hóast
tað týðiliga sást, at føroysku
spælararnir nú vóru blivnir moyrir
eftir eina tunga og strævna, men
góða viku.
Best í badminton
Obertan til United
20 ára gamli leikarin Gabriel Obertan er ávegis frá Girondin
Bordeaux til Manchester United. Tað skrivar soccernet.com.
Obertan verður av mongum mettur at vera ein tann mest
evnaríki leikarin í Frankaríki. Bæði Inter, AC Milan og
Chelsea hava eisini víst áhuga fyri Obertan, men alt bendir
á, at tað verður Manchester United, sum fer avstað við U21-
landsliðsleikaranum.
Tevez er eingin svíkur
Carlos Tevez er sannførdur um, at hann ikki verður skýrdur at
vera ein svíkur av United-fjepparunum, um hann skiftir til
Manchester City. – Tey mugu minnast til, at so vítt eg veit, var tað
eg, ið varð frystur úti úr felagnum, og tí má kanna tey bestu
tilboðini, eg fái, sigur Carlos Tevez sambært soccernet.com.
Chelsea sigst eisini vera eftir Tevez, men soccernet.com vil vera
við, at tað helst verður Manchester City, sum fer við
argentinumanninum.
Tað er sjáldsamt at
síggja tveir spælarar,
sum samstarva so væl í
tvímansleiki, sum Aksel
Poulsen og Bjartur
Lamhauge gera tað. Í finaluni
leygardagin staðfestu teir til
fulnar, at teir vóru suverenir
á Oyggjaleikunum á Álandi
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Hóast grønlendingarnir, Frederik
Kjærholm Elsner og Mininnguaq
Kleist, vóru væl við í byrjanini í
fyrsta setti, høvdu teir í
veruleikanum ikki ein livandi kjans í
finaluni ímóti Aksel Poulsen og
Bjarti Lamhauge, sum eftir ta fyrstu
leitandi løtuna fullkomuliga settu
seg á finaluna.
– Í tvímansleikinum hjá
monnum vóru vit ein klassa betri,
og eg haldi, at Aksel og Bjartur
spældu upp til sítt besta. Kanska
serliga Bjartur spældi væl, so hann
mundi vera serliga uppsettur til
dystin, helt annar av venjarunum,
Tobias Effersøe, eftir dystin, sum
Aksel og Bjartur vunnu 2-0.
Teir høvdu grønlendingarnar
hangandi í sær ta fyrstu løtuna,
men settu so ferð á spælið, og eftir
at fyrsta sett endaði 21-16, gjørdist
tað uppaftur meira sannførandi, tá
teir í øðrum setti vunnu 21-11 og
harvið eisini gullið.
– Hetta var heilt fantastiskt. Hetta
ætlaðu vit okkum í 2005, men fingu
tað ikki, og eg hevði ikki fingið frið í
hjartað, um tað ikki eydnaðist nú.
Vit vóru so klárir, sum vit kundu
verða tað, segði Bjartur Lamhauge,
sum saman við Aksel mannaði
nógv tað besta parið í tvímansleiki
á Oyggjaleikunum.
Bind fyri eyguni
Í løtum sá tað so leikandi lætt út, at
tú næstan kundi trúð, at teir kundu
spælt og vunnið við bindi fyri
eyguni. Bjartur viðurkennir eisini, at
tað er nakað heilt serligt at spæla
saman við Aksel: – Vit kenna
hvønnannan út og inn á vøllinum,
men um vit spæla saman við
onkrum øðrum undir venjing, er
einki skil á. Vit passa øgiliga væl
saman, segði Bjartur.
Aksel tekur undir við tí, men
leggur eisini dent á, at alt
badmintonliðið eigur avrikið og at
talan er um eina stóra framgongd.
– Hetta er ótrúliga deiligt, og
hesum havi eg longst eftir. At tað
hevur gingist so væl hjá føroyskum
badminton í Álandi, man vera, tí vit
hava brotið ísin. Hetta liðið er
øgiliga gott, og tey flestu av okkum
eru ung enn, og nú er tað okkara
tíð. Nú eru tað vit, sum skulu vinna,
segði Aksel Poulsen, sum í
tvímansleikinum reistist aftur, eftir
at hann fyrr um morgunin var
útsligin í einmansleiki.
Tá tapti hann 0-2 fyri Bror
Madsen úr Grønlandi, ið vann
settini 21-18 og 21-19. Í báðum
settum kom Aksel væl afturíaftur,
men rakk bara akkurát ikki allan
vegin. – Ja, tað var eitt keðiligt tap.
Serliga tá eg síðani sá, hvussu lætt
tað var hjá Elsner at vinna finaluna
ímóti Bror, staðfesti Aksel, ið sostatt
fekk eitt gull- og eitt bronsumerki
leygarmorgunin.
Aksel og Bjartur vóru einaráðandi
Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge vóru nógv tað besta parið í tvímansleiki á Oyggjaleikunum, og í
løtum spældu teir so væl saman, at teir næstan kundu gjørt tað við bindi fyri eyguni
Mynd: Álvur Haraldsen