Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 9 Í finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum eydnaðist ongantíð Guðri Poulsen og Sigrun Smith at fáa fatur í teimum báðum kvinnunum av Guernsey, ið høvdu neyðuga yvirskotið til at forða fyri triðja føroyska gullmerkinum leygarmorgunin einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Tað var ikki so lítið av einum puslispæli at leggja dystirnar leygarmorgunin, tí fleiri spælarar vóru við í fleiri dystum, so teir skuldu hava eina løtu at hvíla seg í, áðrenn tørnað var til aftur. Millum annað spældi Sigrun Smith ikki færri enn tríggjar dystir, harav hon vann teir tveir. Triði dysturin hjá henni var finalan í tvímansleiki hjá kvinnum, tá hon saman við Guðri Poulsen skuldi royna at tryggja føroyskum badminton triðja gullið. Men tað vísti seg, at mótstøðukvinnurnar av Guernsey gjørdust teimum ov tungar at syfta, og Sigrun og Guðri vóru skuffaðar, tá tað gjørdist teimum greitt, at tað »bara« bleiv til silvur. Gayle Lloydd og Kiara Green stríddust veruliga fyri sakini, og tær megnaðu at vinna 2-0 í finaluni, har Sigrun og Guðri ongantíð ordiliga fingu tak á spælinum. Fyrra settið taptu tær 17-21 og annað settið 21- 23. – Vit blivu ov stuttar, tí vit gjørdu nakað nógvar óprovokeraðar feilir. Men samanumtikið er hetta tað besta, vit nakrantíð hava klárað í badminton, so hóast vit í løtuni eru skuffaðar, so kunnu vit alt í alt verða vit nøgd við avrikið á hesum leikunum, segði Guðri Poulsen beint eftir finaluna. Tað sama helt Sigrun Smith, sum ásannaði, at avrikið henda seinasta dystin ikki ordiliga rakk á mál: – Vit spældu ikki nóg væl og gjørdu ov nógvar feilir. Vit eru glað fyri tvey gullmerki, men høvdu vónað at vunnið tað triðja eisini, segði hon. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Fyri tveimum árum síðani var badminton ikki við á Oyggjaleikunum á Rhodos, so tí var tá skipað fyri einari alternativari kapping, sum var í Grønlandi. Har sást tendensurin í framgongdini hjá føroyskum badminton, ið var staðfestur í Álandi í farnu viku. Ikki minst var tað ein stórur glotti, at Sigrun Smith, ið hevur føroyskan pápa, tá megnaði at vinna gull í einmansleiki hjá kvinnum. Og nú hon skuldi verja meistaraheitið í Álandi, endurtók hon bragdið við einum 2-0 sigri á vinkonu síni, Mille Schiøtt Kongstad úr Grønlandi, sum spælir í sama felag sum Sigrun í Danmark. Men áðrenn komið var so langt, skuldi Sigrun royna seg í hálvfinaluni ímóti Kimberley Klague av Isle of Man, ið gjørdist eitt sindur tyngri at syfta, enn roknað var við. Sigrun vann fyrsta settið sera sannførandi, 21-11, men mátti lúta í øðrum setti, 18-21, áðrenn hon hálaði seg uppaftur og tryggjað sær 2-1 sigurin og finaluplássið við at vinna 21-17 í triðja setti. Vann sannførandi Í sínum lagi vann Mille í síni hálvfinalu 2-0 á einum øðrum spælara av Isle of Man, so tí var greitt, at vinkonurnar báðar aftur skuldu dystast. Sigrun vann á Mille í alternativu leikunum í Grønlandi, men í liðfinaluni var Mille tann drúgvara, so her var talan um ein dyst, báðar løgdu nógv í at vinna. Men tað gjørdist ein óvæntað tryggur sigur til Sigrun, ið vann 2-0 við settúrslitunum 21-11 og 21-16, uttan at Mille Schiøtt Kongstad nakrantíð av álvara slapp inn í dystin. Og tað gjørdi ikki sigurin minni søtan fyri Sigrun: – Tað var deiligt at vinna gull, og tíbetur fekk eg betur gongd í míni bein, enn eg havi gjørt. Eg lagaði spælið eftir, hvussu Mille spælir, tí vit kenna hvørja aðra so væl, og tað eydnaðist til fulnar. Hjá mær ráddi um at royna at taka ferðina úr spælinum og serva høgt, tí so visti eg, at eg kundi fáa hana. Og tað gekk, segði Sigrun eftir sigurin, ið ger, at hon aftur um tvey ár verður spælarin allar hinar vilja vinna á. Guðri og Sigrun ov stuttar Sigrun var snildari Einmansleikur, menn, hálvfinala: Aksel Poulsen-Bror Madsen 18-21, 19-21 Einmansleikur, kvinnur, hálvfinala: Sigrun Smith-Kimberley Klague 21-11, 18-21 21-17 Einmansleikur, kvinnur, finala: Sigrun Smith-Mille Schiøtt Kongstad 21-11, 21-16 Tvímansleikur, menn, finala: Aksel Poulsen/Bjartur Lam- hauge-Frederik Elsner/Min- innguaq Kleist 21-16, 21-11 Tvímansleikur, kvinnur, finala: Sigrun Smith/Guðri Poulsen- Gayle Lloydd/Kiara Green 17- 21, 21-23 FAKTA Adebayor verður verandi Søgurnar hava gingið leingi, men nú verða tær so avsannaðar. Emmanuel Adebayor fer ongan veg. Tað skrivar danska eb.dk, sum endurgevur Observer Sport. Heitasti biðilin til vandamikla áleyparan, segðist at vera italska AC Milan, men hetta skiftið verður so eftir øllum at døma av ongum. Rush trýr upp á Owen Ian Rush, sum vitjaði í Føroyum um vikuskiftið saman við Liverpool Legends, metir, at Michael Owen fer at roynast Manchester United væl. – Fólk hava altíð sett spurnartekin við hann. Mong hava sagt, at hann er liðugur sum spælari, men hann kemur altíð aftur – størri og betri, sigur Ian Rush sambært eb.dk. Eisini ein annar maður, sum er gamal í garði í Liverpool, Graeme Souness, heldur, at skifti hjá Owen fer at tæna áleyparanum væl. Í finaluni í einmansleiki hjá kvinnum stóð dysturin millum Sigrun Smith og Mille Schiøtt Kongstad úr Grønlandi, ið báðar spæla í sama felag í Danmark. Men Sigrun var tann teirra, ið valdi betra taktikkin, so hon fekk vart sítt oyggjaleikagull Sigrun Smith megnaði til fulnar at stýra finaluni ímóti grønlendsku vinkonuni, Mille Schiøtt Kongstad, so hon ongantíð slapp í gongd í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen