mánadagur 6. juli 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126
Benzema vísti United aftur
Karem Benzema, sum í farnu viku skrivaði sáttmála við Real
Madrid, avdúkar nú í enskum miðlum, at hann vísti tilboði frá
Manchester United aftur. – Tað hevur altíð verið ein dreymur at
umboða Real Madrid. Eg kundi valt Manchester United, men
hetta er tað, sum eg av álvara vil. Eg kann ikki siga nei til at
spæla saman við Kaká og Cristiano Ronaldo, sigur Karem
Benzema.
Forlan vil til Barcelona
Diego Forlan vil, sambært spanska blaðnum Sport, fegin spæla
við Barcelona í komandi kappingarári. Tað er eingin loyna, at
sponsku meistararnir ynskja sær ein framherja, og ætlanin er
nú at fara undir samráðingar við Atletico Madrid, har Forlan
hevur spælt seinnu árini. Diego Forlán var toppskjútti í La
Primera Division í farna kappingarári. Hann skeyt í alt 33 mál.
Ongantíð áður hava vit
sæð eina slíka afturkomu
í flogbólti á oyggjaleikum,
sum ta, føroysku
flogbóltskvinnurnar
framdu í finaluni ímóti
Saaremaa leygardagin.
Tað gjørdi finaluna so
spennandi, sum tað var
møguligt, umframt at júst
afturkoman setti tjúkka
striku undir gullið
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Lítið man vera at ivast í, at føroysku
flogbóltskvinnurnar leygardagin
skrivaðu eitt fitt petti av føroyskari
flogbóltssøgu, tá tær vunnu ta mest
dramatisku kvinnufinaluna á einum
oyggjaleikum nakrantíð. Sálarliga
vístu tær seg at vera sterkari enn
Saaremaa, tá tað veruliga galt, og
tað gjørdi avgerandi munin.
Dysturin byrjaði annars við
nøkrum av tí ússaligasta, ið hevur
verið at sæð, og Saaremaa vann –
uttan at sveitta – ein sannførandi
25-12 sigur í fyrsta setti. Og tað sá
eisini út til, at sigurin í øðrum setti
fór at verða minst líka stórur, og eitt
skifti var Saaremaa á odda 18-7!
Men so var tað, at vend kom í.
Føroysku spælararnir fingu frá
venjarunum at vita, at nú var at
taka alt tað góða frá undanfarnum
dystum við sær inn á vøllin og
gloyma tað, sum var miseydnað.
Hetta tóku spælararnir so
bókstaviliga, at annað sett stig fyri
stig var vent til føroyskan fyrimun,
og høllin mundi kókað yvir, tá tað
gjørdist 23-23. Og tveir bóltar
seinni høvdu Føroyar vunnið 25-23!
Skelkurin stóð framvegis málaður
í andlitunum á teimum hjá
Saaremaa, tá farið var undir annað
sett, og tað vunnu føroysku
kvinnurnar eisini trygt, 25-18. Men í
fjórða setti raknaði Saaremaa við
aftur og dysturin var sera javnur.
Føroyar høvdu sett- og matsjbólt
við leiðsluni 24-23, men fingu ikki
nakað burtur úr honum, og í staðin
tók Saaremaa næstu tríggjar
bóltarnar og streyk avstað við
fjórða setti, 26-24.
Størsta afturko
Venjarin hjá
flogbóltskvinnunum,
Kristian Mikkelsen, visti
ikki, hvørjum beini hann
skuldi standa á, tá gullið
var veruleiki, tí hetta var
tað besta, hann hevði
upplivað í flogbólti
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað, sum fullkomuliga vendi
kvinnufinaluni frá at gerast eitt
skrædl til at enda sum sigur, byrjaði
úti á bonkinum, har venjarin,
Kristian Mikkelsen, saman við
hjálparvenjaranum, Jóan Peturi á
Stongum, legði eina ætlan fyri
vendina, ið má sigast at vera
sálarfrøði á hægsta stigi.
– Ja, vit royndu at brúka eitt
sindur av sálarfrøði í øðrum setti, tá
vit vóru aftanfyri við 10 stigum, og
tað sá út til at rigga. Vit søgdu við
spælararnar, at teir skuldu gloyma
fyrsta sett og heldur hugsa um alt
tað, sum hevði riggað og sum tær
duga, og tað vísti seg eisini at geva
úrslit. Vit fingu trúnna í spælararnar
Umframt at vinna gull sam
an við liðfeløgunum, kom
Guðr ið Syderbø eisini á All
Starliðið, sum var kosið á
Oyggja leikunum í Álandi. –
Het ta er bara heilt ótrúligt,
tí eg havi bara spælt libero
í nakrar mánaðir, segði
Guðr ið ovurfegin eftir stóra
heið ur in
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tá oyggjaleikir vóru á Rhodos fyri
tveim um árum síðani, var Guðrið
Syder bø við sum áskoðari, tí ta ferð-
i na var hon ikki funnin at vera nóg
góð til liðið. Men hesa ferð var hon
við, og tá alt endaði seinnapartin
leyg ar dagin, rakk hon ikki bara
tind in sum gullvinnari saman við
øll um hinum á føroyska kvinnu-
lands liðnum.
Meðan bíðað var eftir, at heiðurs-
merk ini skuldu handast, fóru tey
und ir at almannakunngera, hvørjir
spæl ar ar yvir alla kappingina høvdu
ver ið teir bestu. Ikki so løgið, at
Saare maa átti fleiri teirra, tí ávegis
til finaluna hevði Saaremaa víst sína
styr ki fleiri ferðir.
Men brádliga ljóðaði navnið
Guðr ið Syderbø í hátalaranum, og
hon var ikki sein at leypa upp í loft
og renna fram at taka ímóti heiðri-
num. At hetta var nakað, hon ikki
hevði væntað, sást langan veg, og
tað viðgekk hon eisini aftaná.
– Jamen, hetta er bara heilt fan-
tas t iskt, tí eg hevði so slett ikki
vænt að hetta. Hetta er bara heilt
ótrúligt, tí eg havi bara spælt libero
í nakrar mánaðir, segði Guðrið í
gleði s rúsinum, ið – um møguligt –
gjørd ist uppaftur størri, tí hon bara
eina løtu frammanundan hevði
verið við til at vunnið gullið.
Samanhaldið helt
Hinar á liðnum vóru heldur ikki
seinar at fagna henni, og tað lýsti
av teimum, at tær vóru fegnar
henn ara vegna og ernar av, at Før-
oy ar eisini á All Star-liðnum kundu
lýsa upp við einum umboði.
– At vit vinna gullið, er bara heilt
fan tast iskt, tí hetta er tað, vit hava
arbeitt miðvíst fram ímóti við venj-
ing um og landsdystum síðstu
tríggj ar mánaðirnar. Vit hava eitt
øgil iga gott samanhald, og tað
haldi eg, gjørdi munin, tá tað gekk
ímóti fyrst í finaludystinum. Saman-
haldið helt, tá alt sá út til at kiksa
hjá okkum, og tí standa vit nú her
við gullheiðursmerkinum um
hálsin, segði Guðrið.
– Tá ringast stóð til eftir fyrsta
sett og annað sett var byrjað so illa,
fin gu vit at vita frá venjarunum, at
vit skuldu hugsa um teir góðu
bóltar nar og um teir vunnu dystir-
nar, og tá blivu vit beinanvegin
ró lig ari. Nú eru vit bara so glaðar,
og eg eri fantastiska glað fyri, at eg
so oman á tað heila eisini var kosin
bes ti libero. Hetta er fantastiskt!
Hetta er tað besta
Guðrið kosin besti libero
Guðrið Syderbø fekk ikki bara gullmerki leygardagin, men kundi
eisini fegnast um at sleppa á All Star-liðið sum besti libero í
flogbóltskappingini hjá kvinnum á Oyggjaleikunum í Álandi
Mynd: Álvur Haraldsen