mánadagur 6. juli 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 11
man nakrantíð
Ongantíð hevur tað verið
stutt ligari at gingið millum
flog bólts kvinnurnar við
mikro fon ini, enn tað var
tað leygardagin, tí allar
vóru so ovurfegnar og
glað ar, sum tú bara fært
ver ið tað, tá tú fyrst hevur
ver ið í vanda fyri at mist alt
– og síðani vinnur alt
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað var ein ótrúlig løta, ið staðfesti
end an á oyggjaleikunum leygar
dag in, tá føroysku flog bólts kvinn ur
nar stóðu ovastar á sigurspallinum
og tóku ímóti klappi og rópi frá
teim um ótrúliga góðu á skoða ru
num, ið høvdu verið við til at borið
tær fram í meiri enn tveir tímar
gjøgn um øll fimm settini í Baltic
høll ini í Mariehamn.
Ein fyri og onnur eftir fingu tær
fyrst gullmerkið hongt um hálsin,
ein útstappaðan kóp og síðani eitt
heitt lógvatak sum viðurkenning
fyri best hugsandi endan á leik un
um í Álandi. Og tað var veruliga
gleði og frøi, ið sást aftur í øllum
and lit unum.
– Hetta er bara so deiligt. Eg trúði
tí ikki, at vit skuldu vinna tann síðs
ta bóltin, men tað gekk. Tað sló bara
klikk í høvdinum á okkum, men so
tóku vit eitt »timeout« og komu
sterkt aftur. Hetta var so spennandi,
tí bæði liðini spældu líka, men vit
vóru sterkari, segði Annika á Stong
um.
Eisini Karin Mikkelsen ásannaði,
at dysturin hevði verið ótrúliga
spenn an di: – Nógv stóð á okkum,
so tað var ótrúliga gott, at vit klár
aðu tað. Vit vóru øgiliga skuffaðar
eftir byrjanina hjá okkum, tí hetta
var so óáskoðaravinarligt, at hetta
máttu vit gera betri. Eg haldi, at
Saare maa kann knekkast í so lætt,
tá trýst verður lagt á, tí tá vit fingu
mink að um feilirnar hjá okkum, sóu
vit, at tær ikki kláraðu at standa
ímóti, segði hon.
Gull sum gávu
Fyri Helgu Guttesen mundi gullið
kenn ast sum ein eyka føð ing ar
dags gáva, tí leygardagin fylti hon
21 ár. Hon hevur undir leikunum
dri g ist við skaða í rygginum, sum
hon fekk í upphitingini til ein av
fyrs tu dystunum, og í sjálvari final u
ni fekk hon ikki spælitíð: – Tað var
ræðu ligt at standa uttanfyri, so
spenn and i, sum heta var. Vit taptu
fyrs ta settið so syngjandi, men
tí bet ur kláraðu vit at taka okkum
sam an og vinna at enda. Hetta var
heilt ótrúligt, segði hon.
Sólvá Dimon, ið fleiri ferðir undir
finalu dystinum vísti, hví hon hevur
spælt í bestu svensku deildini og
helst heldur fram í tí bestu donsku,
var ovurfegin: – Vit kundu ikki fing
ið eina betri finalu. Vit byrjaðu bara
so illa, men so vendi tað tíbetur hjá
okk um, segði hon.
Ein av royndastu spælarunum á
lið num, Helen á Lakjuni, fekk ein
av ger an di leiklut, tí hon átti seinas
tu servuna í dystinum, ið endaði
við, at Føroyar fingu avgerandi stig
ið, ið tryggjaði sigurin: – Hetta er
ordi liga deiligt og ein góð kensla.
Het ta var øgiliga spennandi, og vit
vistu, at vit fóru at fáa harða mót
støðu. Eftir fyrsta settið vistu vit, at
vit dugdu betur enn so. Vit fingu at
vita, at vit skuldu gloyma allar feilir
nar og fara inn at gera tað, sum vit
du ga, og tað gjørdu vit so, segði
Helen.
Ófatiligur endi
Nú stóð á jøvnum 22 í settum, og
tað merkti, at talan gjørdist um ein
fimmsettara, og nú slapp
dramatikkurin enn eina ferð at
standa sína roynd – eins og
føroyska sálarfrøðin veruliga slapp
at vísa, hvør dugur var í henni. Tað
skuldi eisini vísa seg at gerast
avgerandi í síðsta enda.
Saaremaa tóktist hava størri
yvirskot, men í endanum av
settinum kom føroyska styrkin til
sjóndar. Tá støðan var 1313, hevði
Sólvá Dimon avgerandi smasjið til
1413, ið tryggjaði okkum servuna
og bæði sett og matsjbólt. Men
servan fór aftur um baklinjuna, so
nú stóð aftur á jøvnum, 1414.
Føroysku kvinnurnar vóru tó
góðar í móttøkuni og fingu í lag
álop, sum endaði við, at Karin
Mikkelsen høgdi til, so tað bleiv
1514 – og enn eina ferð sett og
matsjbóltur. Helen á Lakjuni fekk
heiðurin at serva fyri Føroyar, og tá
Saaremaa ikki fekk bóltin yvirum
aftur, var sigurin upp á 1614 í
settinum og 32 í dystinum komin
undir land. Gullið var enn eina ferð
endað í Føroyum.
Lítið er at ivast í, at onkur finala
hevur verið betri spæld enn henda,
men eingin hevur havt sama
dramatikkin. Og ongantíð er eitt lið
komið so sterkt aftur, sum tað
føroyska, ið bardi seg uppaftur og
gav oyggjaleikunum besta
hugsandi endabrestin!
Flott, flott, flott!!!
aftur, og tað bar allan vegin, segði
Kristian, ið næstan ikki hevði nakra
rødd eftir, tá dysturin var lokin og
gullið vunnið.
Hann duldi heldur ikki fyri, at
hann var ótrúliga glaður og fegin,
og hann staðfesti somuleiðis, at
hesin sigurin endar ovast í
savninum yvir upplivingar:
– Eg eri næstan málleysur, tí
hetta var heilt, heilt, heilt fantastiskt.
Hetta er tað besta, eg havi upplivað
í flogbólti. At vit so skuldu vinna
1614 í fimta setti oman á tað heila,
er bara púrasta ótrúligt. Eg eri púra
ferdigur, segði venjarin, áðrenn
hann saman við spælarunum fór út
á vøllin at fagna áskoðarafjøldini, ið
allan dystin á tamb gjørdi sítt besta
fyri at bera kvinnurnar fram.
Kristian Mikkelsen, venjari hjá
flogbóltskvinnunum, megnaði
við sálarfrøði at geva teimum
trúnna aftur, so tær fingu vent
finaluni og vunnið gullið
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroysku flogbólts
kvinnur nar góvu
oyggjaleikunum best
hugs andi føroyska enda
brestin, tá tær í einari
dramatiskari finalu
vunnu 32 á Saare maa –
millum annað við sterk
as tu afturkomuni, nak að
flogbóltslið nakran tíð
hevur havt í einari
oyggja leika finalu
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroysku flogbóltskvinnurnar høvdu allar orsøkir til at fegnast, eftir
at tær fyrst líktust taparum, men síðani bardu seg upp og endaðu
við at vinna fimmsettaran ímóti Saaremaa, ið ikki megnaði at standa
ímóti, tá Føroyar stríddust og spældu upp á sítt besta
Mynd: Álvur Haraldsen
Hvør glaðari enn onnur
Flogbóltur
Kvinnur, finala:
FøroyarSaaremaa 23 (1225,
2523, 2518, 2426, 1614)
Kvinnur, bronsudystur:
MenorcaBermuda 31 (2518,
2520, 2225, 2521)
FAKTA
Spælari myrdi áskoðara
Miðvallarleikarin Javier Florez, sum spælir við kolumbianska
felagnum Atletico Junior hevur skotið og dripið ein áskoðara.
Orsøkin var, at áskoðarin hevði funnist at Florez og kann hann
fyri elendigan, tí Atletico Junior tapti dystin um meistaraheitið.
Hetta var ov mikið hja Florez, sum tók ein revolvara og skeyt 27
ára gamla áskoðaran. Tað boðar tíðindastovan Reuters frá. Bold.
dk, sum eisini skrivar um hendingina, sigur víðari, at 1994 var
eisini eitt skottilburður í kolumbianskum fótbólti, tá
landsliðsverjuleikarin Adreas Escobar varð skotin og dripin, eftir
at hann gjørdi sjálvmál í einum landsdysti.
Berlusconi ynskir sámiligar prísir
Fótbólturin má endurskoðast og koma aftur á rætta kós, sigur Silvio Berlusconi,
eigari av italska felagnum AC Milan. Hann hevur júst selt brasilianska Kaka til Real
Madrid fyri 500 milliónir krónur, sum eisini keypti portugisiska Ronaldo fyri 700
milliónir krónur. Hóast hann yvir fyri Gazetta dello Sport hevur sagt, at teir sjálvt
fegnast um tær hundraðtals milliónirnar, so er tað umráðandi, at prísirnir aftur
koma á eitt sámiligt støði, sum hann tekur til.