Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. juli 2009 – Nr. 126 Ian Rush bæði vann og skoraði móti Jens Martini Knudsen á Tórsvølli leygar kvøldið. Hann stóð fyri sigursmálinum hjá Liverpool Legends, sum vann 2-1 á Føroyar Legends. Í undankappingini til HM- enda- spæl ið í 1994 var føroyska lands- liðið í bólki saman við Wales, har Rush er ættaður. Tá var framherjin fýra ferðir á blettinum móti Jens Martini Knudsen, sum vardi før- oyska málið, í tveimum undan kapp- ingardystum. Og leygarkvøldið var hann aftur omaná við sínum fimta máli móti Jens Martini Knudsen. Henrik Thomsen legði føroy ing- ar nar á odda miðskeiðis í fyrra hálv- leiki, men við málum frá John Durnin og Ian Rush eydnaðist tað Liver pool Legends at vinna. Jón K. Joensen, myndamaður, var á Tórsvølli, og hann hevur tikið myndirnar av dystinum. - uni Rush var aftur omaná Federer er heimsins besti Roger Federer er heimsins besti tennisleikari, eftir at hann um vikuskiftið basti Andy Roddick í Wimbledon-finaluni. Sostatt er Rafael Nadal skumpaður av fyrsta plássinum, sum hann annars hevur sitið tungt á seinastu 11 mánaðirnar. Sigurin hjá Federer var hansara 15. grand slam, sum merkir, at hann nú er tann tennisleikarin, ið hevur flest grand slam sigrar. Pete Sampras átti gamla metið við 14. grand slam sigrum. Serena basti Venus Í Wimbledon-finaluni hjá kvinnum sigraði Serene Williams á systrini Venus. Fyrsta sett var javnt og endaði 7-6, men í seinna settið vann Serena sannførandi 6-2. Sigurin í finaluni var eisini eyka søtur í so máta, at Serene nú er omaná í innanhýsis uppgerðini systrana millum. Hon hevur nevniliga vunnið 11 av teimum 21 dystunum teirra millum.