mánadagur 6. juli 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 tíðindi
Nr. 126 - 6. juli 2009
Hóast tvey stór
tiltøk hava verið um
vikuskiftið, hevur
tað verið óvanliga
friðarligt, sigur
løgreglan
LøgregLa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað hevur verið heilt fitt
av fólki í býnum í nátt og
tað hevur viðhvørt borgað
fyri yvirarbeiði til løg regl
una.
Men tað hevur tað ikki
gjørt hetta vikuskiftið, tí
tað hevur verið stak frið ar
ligt.
Á Varmakeldu í Fugla
firði var tað einasta, ið
fekk røring í, tað, at nøkur
ungfólk vóru lopin á blám
an at svimja og eygna vitni
stúrdu fyri trygdini og
boðaðu løg regluni frá, so
at tey kundu fáast upp á
turt aftur og tað fingust
tey.
Í Havn var Asfalt og í tí
sambandi vóru SSPfólk í
býnum, men tey høvdu
einki at gera, tí tey hava
skrivað í síni frágreiðing,
at tað var stak friðarligt.
SSP er eitt tvørfakligt
samstarv ímillum Skúla,
Sosialar mndugleikar og
Politi.
Endamálið
við
sam
starvinum er at savna og
samskipa tað fyri byrgj andi
arbeiðið,
sum
kunnu
fyribyrgja kriminaliteti, og
sum kunnu hjálpa teim um,
ið onkursvegna eru komin
í eina keðiliga støðu við
atliti at harð skapi, rúsevn
um, lógar brotum, óhósk
andi
og
nið urbrótandi
at burði v.m.
Men fyrrapartin í gjár
varð boðað frá herverki og
stuldri. Løgreglan hevur
ein illgruna um, at sam
anhangur er ímillum hesi
misbrotini, tí tey eru framd
í eini beinari linju av
Sundsvegnum Yvir ímill
um Gilja.
Her hava herverksmenn
brotið tveir rútar í einum
kampingvogni
og
hava
eisini steinað eftir honum,
so at hann hevur fingið fitt
av skaða. Tað er eisini
brotið inn í ein bil, har ein
fiskitráða er stolin og fólk
hava eisini verið í einum
øðrum bili og róta.
Í hesum sambandi frætt
ir løgreglan fegin frá fólki,
sum hava sæð okk urt ill
grunavert har um vegir.
Formaðurin í fíggjar
nevndini letur tað
upp í hendurnar
á Løgtinginum
at gera nakað við
meirnýtsluna hjá
Hans Paula Strøm,
landsstýrismanni
MeirnýtsLa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað stendur nú til Løgtingið
at gera av, um málið um
meirnýtsluna
hjá
Hans
Paula Strøm, landsstýris
manni, skal takast upp og
fáa avleiðingar, eftir at
landssýrismálanevndin
er
komin til ta niðurstøðu, at
landsstýrismaðurin
hevur
brotið lógina við at hava
brúkt pening til heilsuverkið,
áðrenn
Løgtingið
hevði
játtað teir.
Men tað skilst á honum,
at sjálvur er hann ikki ser
liga hugaður at reisa málið.
Eg haldi, sum bæði
fíggj arnevndin og lands
stýris maðurin í fíggjar mál
um hava kunngjørt, at nú
eiga vit at lýta frameftir og
at meirnýtsla av hasum
slagum eigur ikki koma fyri
aftur.
Anfinn Kallsberg sigur,
at hann er sera vælnøgdur
við, at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur stað
fest, at meirnýtsla er ikki
nakað, sum kemur fyri
fram yvir.
Anfinn Kallsberg sigur,
at skulu vit lýta aftureftir,
eru tað so nógv lands
stýrisfólk, sum hava brúkt
pening, áðrenn hann var
játtaður.
Vit skulu eisini hava í
huga, at Hans Pauli Strøm
er ein av teimum heilt fáu,
sum hava sitið so leingi, at
fortíðin tekur hann aftur.
Løgreglan hevur havt eitt av sínum allar friðarligastu vikuskiftum
Stak friðarligt vikuskiftið
Anfinn hyggur frameftir
Heldur enn at stilla landsstýrisfólk
til svars fyri tað farna, vil Anfinn
Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini,
lýta frameftir
Tingmenn ov langa summarfrítíð
Formaðurin í sosialdemokratiska tingbólkinum í Fólkatinginum heldur, at tinglimir
hava ov langa summarfrítíð. Sum er heldur tingið summarfrí í fýra mánaðir, men
Carsten Hansen vísir á, at tað er ein leivd frá teirri tíðini, tá flestu tingmenn vóru
bøndur ella góðseigarar og máttu fáa tíð til at taka sær av garðinum og at heysta
grøðina. Hendan tíðin er farin, og í dag ber tað væl til at stytta summarfrítíðina hjá
fólkstingslimunum ein mánað, sigur Carsten Hansen við DR. Hann sigur, at á
hvørjum ári hópa tingmál seg upp beint undan frítíðini. Var frítíðin stytt, hevði
tingið havt betri tíð til viðgerðirnar, sigur formaðurin í tí sosialdemokratiska
tingbólkinum.
Vænta uppsagnir hjá SAS
Í næstan eina viku hava leiðslan í flogfelagnum SAS og umboð fyri partar av starvs
fólkinum tingast um lønarviðurskiftini, men fyribils uttan úrslit. Nú er steðgur í sam ráð
ingunum, og partarnir eru í bíðistøðu, verður sagt. Starvsfólkini hava boðið sær til at
halda frí fimm dagar uttan løn, men tað heldur
leiðsl an ikki vera nóg mikið. Talsmenn hjá fak felag
num siga, at kemur einki burtur úr samráðingunum,
fer leiðslan at siga meiri enn 300 fólk úr starvi,
herav umleið 120 í Danmark. Leiðslan í SAS hevur
sagt, at eydnast tað ikki at fáa semju við starvs
fólkið um sparingar, má felagið koyra fólk til hús.