Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2009 31 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Niels Pauli Djurholm úr Kollafirði andaðist hóskvøldið, 95 ára gamal. Kistan fer úr kap­ ellinum á Landssjúkra­ húsinum sunnudagin kl. 16 í Kollafjarðar kirkju. Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju mánadagin kl. 14. Tróndur Folkvard Olsen andaðist á lands­ sjúkrahúsinum hósdagin, 61 ára gamal. Jarðarferð­ in verður lýst seinni. Harda Rosenhagen, fødd Haraldsen, búsit­ andi í Hvidovre, andað­ ist týsdagin á Herlev sjúkrahúsi, 69 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður úr Risbjerg kirkju í Hvid­ ovre, mánadagin kl. 13. André Isholm André­ sen, andaðist mána­ kvøldið 29. juni á Lands­ sjúkrahúsinum 41 ára gamal. Jarðarferin verð­ ur fríggjadagin 10. juli kl. 11.30 úr Søndre Kap­ ell, Søndre Kirkegaard, Kolding. Tey, ið vilja minnast Andre, kunnu lata dótturini eina gávu, Konta í Eik. Andlát og jarðarferðir Dagurin 6. juli. Djóni. Neyvan navn á einum halgimenni. Teir halda, at navnið av tilvild er komið upp í halgimannatalið. Djóni er stytting av grikska gudanavninum Dionysius. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Mikumorgunin 1. juli and­ aðist Poul Madsen í heimi sínum í Stenløse, 93 ára gamal. Hann var ivaleyst ein av størstu bíbliulærar­ um, Danmark hevur átt í nýggjari tíð. Eisini Føroyar og føroyingar lógu honum nógv á hjarta. Poul Madsen stovnaði samkomuna Kristent Fællesskab, har mangir danir ­ og føroyingar við ­ hava havt sítt andaliga heim. Saman við Rino Lange var hann eisini leið­ ari av Operatión Josva, eini evangeliskari miðstøð uttan fyri Odense, sum virkaði um alt landið í nøkur ár. Fleiri føroyingar vóru við í Operation Josva. Eis­ ini kona mín, Susan, og eg vóru við í tíðarskeiðinum 1972­73 – og hetta árið gjørdist avgerandi fyri okk­ um. Tí tað var har, vit tóku stig til verkið, sum seinni fekk navnið Kristnastova. Eg minnist, hvussu Poul Madsen stuðlaði okkum í at fara undir hetta verk. Aldri gloyma vit bíbliutím­ ar hansara, sum vóru merktir av djúpum myndug­ leika, innliti og alski til skriftina ­ og tó borið fram á ein einfaldan hátt, so øll kundu fylgja við. Hann fekk sagt so nógv við fáum orðum. Svenning av Lofti segði onkuntíð – og hann er útbúgvin prentari – at tala Poul Madsen var so væl orðað, at hon var klár til at vera sett í blýggi (t. v.s. klár at prenta). Poul Madsen var blað­ stjóri á tíðarritinum “Mod Målet” heilt frá 1947 – og tað eru bert nakrir mánaðir, síðani seinasta blaðið kom. Tað sigur nakað um kall og áhaldni hansara. Umframt at útleggja skriftina hevði hann altíð viðkomandi og aktuellar viðmerkingar í blaðnum undir teiginum “Hvad ser du?”. Har viðmerkti hann ofta samfelagsligu og polit­ isku støðuna í andaligum ljósi – fyrst og fremst í Danmark, men eisini í Europa og heiminum sum heild. Lýsingar og viðmerk­ ingar hansara vóru altíð beinraknar og merktar av gløggari vitan og vísdómi. Poul Madsen skrivaði fleiri bøkur, sum hava ver­ ið nógv lisnar – bæði í Danmark og heima í Før­ oyum. Flestu teirra høvdu bíbilsk evni ­ tvær eru umsettar til føroyskt. Hann skrivaði og umsetti eisini nógvar sangir, sum serliga Kristent Fælleskab hevur nýtt. Poul Madsen var ein hábærsligur maður. Tað var altíð tign og myndug­ leiki yvir tí, hann bar fram. Hann skýggjaði alt, ið var grunt, popput ella lætti­ soppaligt. Poul Madsen var í fleiri førum talari á fundum í Kristnastovu, bæði á Ox­ford Allé og Birmavej 36. Altið hevði hann eitt gott, og viðkomandi orð til okkara. Hann vitjaði eis­ ini í Føroyum fleiri ferðir og luttók í ymiskum sam­ komum. Heilsan bilaði seinastu tíðina, men Poul Madsen var virkin til tað síðsta.Tað eru bert tríggjar vikur, síðani seinasta talan varð hildin. Men nú var skeiðið kom­ ið at enda. Ein kappi er fallin á andaliga vígvøllin­ um, og vit minnast hann við stórum takksemi til Harran. Øssur Berghamar Jarðarferðin verður úr Stenløse Kirke leygardagin 11. juli kl. 13. Poul Madsen farin heim til Harran -har tað hendir Sunnudagin seinnapartin bórust mær tey sorgarboð, at Ingi Mohr var farin, bert 66 ára gamal. Væl vistu vit, ið kendu Inga, at sjúka, sum onga náði vísti, hevði rakt hann. Ingi og eg komu at kennast á ungu árum í Havn. Nógv var at takast við í Havnini í okkara ungu døgum. Tá var Havnin ikki størri enn so, enn at allir unglingar kendu hvønn annan. Úti á Reyni, Kongabrúgvin og Vágsbotnur vóru støð, har vit livdu og vuksu upp í Havn. Tíðin gekk, vit vuksu til og settu báðir búgv í Havn. Sóust javnan í dagligdegnum, men okkara samstarv bleiv víðkað enn meira innan politiska arbeiðið. Ingi Mohr kom í læru hjá Tórshavnar býráð og starvaðist har í áratíggju. Í 1972 kom eg inn í Tórshavnar býráð, og kom har at samstarva nógv við Inga Mohr. Ingi var leiðari fyri sosial­ og mentunarøkið hjá býráðnum. Tað vóru stór og viðkomandi mál, sum vóru á skránni tá. Bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni, bleiv Býarbókasavnið sett á stovn, størsti skúlin tá, Eystur­ skúlin, bleiv bygdur, og fyrsta kommunala vøggustova og barnagarður blivu bygd við Velbastaðvegin. Her kundi verið nevnt ein hópur av øðrum innan sosiala og mentunarøkið. Ingi Mohr stillaði í 1976 upp til býráðið á borgaralistanum, har eg eisini sat. Í heili 24 ár umboðaði Ingi Mohr býráðið sum býráðslimur, tá hann ikki stillaði uppaftur. Øll hesi ár broyttist Havnin nógv. Her vóru nógvar og stórar útbyggingar framdar innan býarplan, tekniska, skúla­ og ítróttarøkið. Ingi hevði serligan tokka til sosial viðurskifti, tað, at borgarar høvdu góð og trygg viðurskifti í kommununi. Hansara partur hevur ikki ligið eftir, í verki at menna og fremja framburð í Havnini. Á øðrum økjum hevur Ingi Mohr verið slóðbrótari og bygt upp úr nýggjum her á landi. Heilbrigdið á Velbastað ber bestu boð um hetta. Her hevur Ingi arbeitt við lív og sál fyri eini betri viðgerð og umstøður til tey, sum hava havt hetta fyri neyðini. Eisini á Skarvanesi hevur Ingi skapt serstakar karmar fyri fam­ iljum, ið eru raktar av misnýtslu. Nógv kundi verið tikið fram um Inga Mohr. Politiskt vóru vit ikki altíð samdir, men Ingi var ein góður og trúfastur maður. Hann legði alla sína orku í at verja Havnina í býráðsarbeiðin­ um, og Heilbrigdið stóð honum sera nær, og vil tann viðgerðar­ stovnurin altíð koma at standa sum ein sterkur og haldgóður varði eftir Inga Mohr. Ingi var ein mentaður maður, væl lisin innan heimsspeki, list og tónleik. Hann kundi halda rámandi og viðkomandi talur á øllum økjum, um tað so var trúar­ søga, heimssøga ella politikkur. Hann var altíð tíðindafróður, har hann kom og skapti hugna rundan um seg. Betri mann at siga frá søgum enn Inga Mohr fanst tú ikki. Ingi kendi Havnini út og inn og eisini øll tey, sum høvdu tilknýtið til hana. Ivaðist ein í søgu ella árstølum, so fekst altíð hjálp og vegleiðing frá Inga. Eisini var hann musikalskur, og tá høvi beyðst kundi Ingi uttan nakað hóvasták seta seg við klaverið og spæla bæði Beethoven og Mozart eins væl og føroyskar sangir. Góði Ingi, eg fari at takka tær fyri títt arbeiði í Tórshavnar býráði, Havnini at frama. Mang­ an hevur staðið nógv á, men altíð vísti tú títt trúfesti og tína styrki, tá mest var brúk fyri tí. Nógvar eru felags upplivingar­ nar millum ár og dag, og tað allarbesta eftirmæli skalt tú eiga frá mær og mínum. Við hesum orðum drýpa vit høvur og minnast Inga Mohr, ið verður saknaður av mongum, ið høvdu ta gleði at møta honum á lívsleiðini.Tær Annu, børnum og abbabørnum, mammuni og næstringum annars, vilja vit sýna okkara djúpastu samkenslu. Fari við hesum orðum at lýsa frið yvir minnið um býráðslim­ in, vinmannin og stríðsmannin Inga Mohr. Heðin Mortensen borgarstjóri Ingi Mohr farin