mánadagur 6. juli 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 126 - 6. juli 2009
Ingi Mohr gav upp anda
sunnudagin 66 ára gamal.
Deyðsboð steðga tíðini eina løtu
og summi av hesum boðum rína
sterkari við enn onnur. Tað
veldst at um hvussu nær tú
stendur tí farna, ella hvussu
ektað møti hevur verið við tann,
hvørs eygu eru brostin.
Sosialurin hevur biðið meg
skriva eina minningargrein um
Inga, og akkurát í hesi løtu er
tað nokk so nógv sum bankar
upp á. Skal eg taka eina
gjøgnumgongd av lívi hansara,
ella skal eg kalla ein spaka ein
spaka og skriva um tað sum eg
veruliga kendi hann fyri.
Eitt myrkt sunnukvøld um
heystið í 1990 møtti eg Inga á
horninum hjá Valdemar Lützen í
Vágsbotni, har Miðlahúsið nú
heldur til. Innanfyri í sýnis
glugganum stóð vakurt postalín,
vektir og knívar og annað til
slakt. Træleyvan hjá William
Heinesen hugdi við sorgblíðum
grønum glaseygum eftir okkum
upp í trappuni. Eg var troyttur,
vikuskiftið hevði verið langt og
váttligt og frammanfyri hótti ein
marrunátt og tímar longur
frammi ein heil arbeiðsvika við
ómakssveittaplágaðum mána
degi sum tí fyrsta. Eg var 33 ára
gamal og lívið hevði lagað seg
soleiðis, at eg als ikki hevði
stundir at arbeiða, so
arbeiðskrevjandi var tað vorðið
at flýggja frá lívinum. Og
arbeiða mátti eg, tí annars hevði
eg einki at flýggja við.
Ingi stóð har sólbrendur og
vælpleygaður. Vit kendust.
Hann smíltist eitt sindur avmált,
og spurdi meg varliga, um eg
ikki hevði hug at koma á
Heilbrigdið í nakrar dagar at
hvíla meg. Mín løta var ikki
heilt komin enn, eg helt fyri, at
so galið var tað nú ikki, og
hevði ein mistanka um, at hann
royndi at skaffa kundar til sítt
arbeiðspláss. Hann fortaldi mær
um sítt lív og hvat var hent. Tað
nam við meg, tað hann segði og
orðini tóku búgv uppi í heilan
um, meðan eg gekk út á Argir út
móti angistini í náttini og tí
hóttandi arbeiðsvikuni fyri
framman.
Nakrar mánaðir seinni kom eg
skinklandi niður í køkin í Heil
brigdið. Eg var innlagdur nakrar
dagar framman undan og hevði
sovið fleiri sólarkringar. Ingi
stóð og ramsaði skriftstøð úr
Gamla Testamenti niður í ein
nýinnlagdan, sum sat sum ein
eingil í hvítum slábrokki og sum
ikki fekk eitt orð við. Næstu
løtuna fortaldi hann eina saftiga
og heldur morreyða fyri einum,
sum var komin longur fram í
viðgerðini, sum hevði skotið
hamin ella slábrokkin og sum
gekk sivilur í vanligum klæðum.
“Nå er tú nú her, upprisin,”
sigur hann og samrøðan niðri á
horninum hjá Valdemar Lützen í
Vágsbotni helt fram, sum um
hesir mánaðarnir ímillum slett
ikki høvdu verið. “Hvar var tað
nú vit komu frá...?”
“For fanin Jústinus, tú sær
tað! Guð er allastaðni og onga
staðni síggi eg hann so klárt
sum úti í náttúruni, har hann er í
hvørjum grasstrái og í øllum tí
sum livir og eisini tí sum ikki
sær út til at liva,” segði Ingi og
var vilt begeistraður fyri at
fortelja mær um sína trúgv.
“Og alkoholisma køvir tilvit
anina um Gud og Gud er tann
einasti sum kann vinna á henni,”
segði hann álvarsligur og
penslaði út, at edrúskapur og
Gud hingu óreingiligt saman hjá
einum sum ikki dugdi at stýra
sær við tí váta slagnum. Vilja
kundi eg gloyma alt um.
Nú ganga 17 ár og vit hittast
javnan og rekkjufylgjan í tí vit
práta um er tann sama hvørja
ferð. Fyrst eitt sindur av tí
andaliga, síðan bart út og mang
an bonskt okkurt um tað polit
iska í samfelagnum og at enda
ein vittigheit, ella onkur skrøna
og vit skiljast við einum smíli.
Um hesa tíðina í fjør siti í eg
stovuni hjá Inga í heiminum við
Sundsvegin. Anna hevur sett
kaffi og køku á borðið. Eitt
ólavsøkublað liggur fyri framm
an óskrivað og eg skal gera
samrøðu við Inga, nú hann er
vorðin sjúkur. Her er vakurt
inni, nógvir málningar og
ruddiligt
Hetta gjørdist aftur eitt ektað
møti. Ingi visti ikki rættuliga.
Hann hevði fingið at vita, at
hann hevði fingið eina álvars
liga sjúku, sum kom spakuliga
at lamma hann frá munninum
og niðureftir. Geisturin var farin
av honum. Tungan fylgdi slett
ikki við teimum kviku tonk
unum og Ingi var tíðuliga irriter
aður um, at hann ikki fekk
snakkað soleiðis títt og skjótt og
óbesverað, soleiðis sum hann
hevði gjørt frá barnsbeini og
samstundis dugdi hann at inn
síggja, at hann ikki var tann
sami Ingi longur og var
spakuliga við at sættast við
hendan veruleika. Innanfyri
brúna og blanka skallan bankaði
skarpa vitið á og slapp ikki
ordiliga at úttrykkja seg, tí
tungan hevði ov góða tíð.
Eyðkenda skemtið slapp eisini
framat hesa álvarsløtu. Hann
helt, at hann hevði brúkt so
nógv kjaft í lívinum, at tað
gjørdi einki, um tungan var eitt
sindur dovin nú. Sjúkan hevði
fingið hann at hugsa, og hugsa
djúpari enn tað hevði verið
neyðugt fyrr í lívinum.
“Tú tað nyttar einki at vera í
býnum longur. Munur var á, tá
ið eg var ungur, tá hendu ting og
sakir. Og serliga til kommunu
val og í grind og í dansinum.”
segði hann og ernaðist. “Og eg
hevði ikki viljað býtt tað lívið
um við lívið eg havi í dag, hóast
tungan spælir mær eitt puss og
eg eri so troyttur. Hygg hvussu
hann, sum turkaði Reyðahavið
fyri jødunum, fær alt at vaksa
uttanfyri. Eg eri umgyrdur av
Annu, mínum næstu og barna
børnunum og trøðin, sum eg
fekk frá abba, er tað kærasta
jarðiska eg eigi.
Sjúkan gjørdist meira og
meira sjónlig seinastu mánaðar
nar og vit vinmenn fór at tosa
um, nær hann fór at sita í koyri
stóli og ongin dugdi at ímynda
sær Inga í koyristóli og Ingi
kemur heldur ikki í nakran
koyristól.
Ingi hevur verið meira fyri
onnur menniskju enn tey flestu.
Hann helt við tí minni menta,
the underdog, og stríddist við lív
og sál og gløgga viti, fyri at
hjálpa tí neyðstadda. Hann gróv
ikki sínar talentir niður. Ótald
fólk og teirra familjum var hann
við at reisa aftur á føtur. Hann
var eitt amboð í eini størri
tænastu og tað eru mong, sum
sita við eini taksemiskenslu,
samstundis sum kaldi saknurin
smýgur sær millum tankarnar,
nú Ingi i egnum persóni, ikki
longur er ein partur av býar
myndini í Havnini ella fasti
skansin, tá ið tað gongur heilt
galið í rúsdrekkaplágaðum
heimum kring landið.
Ingi livdi ikki til fánýtis og
takk fyri tað.
Heilsan
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
justinus@olivant.fo
Ingi Mohr farin
nøvn
Ingi Mohr avmyndaður í hugnaligu stovuni í heiminum við Sundsvegin um hesa tíðina í fjør. Hann hevði fingið álvarsliga sjúku og slóknaði sunnudagin í Danmark á Bispebjerg hospital 66 ára
gamal. Ingi fekk alstóran týdning fyri eitt ótal av føroyingum við rúsdrekkatrupulleikum.
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen