Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-06, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2009síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 126 - 6. juli 2009 tíðindi - Hetta skip kann av sonnum kallast flagg- skipið, eitt - state of the art skip - innan eina føroyska spírandi oljutænastuvinnu, sum vónandi fer at verða enn ein týðandi inntøkukelda fyri samfelag okkara um fá ár segði Johan Dahl, landsstýrismaður m.a. í røðu síni í Norðurlandahúsinum leygardagin í sambandi við at Eldborg varð doypt. Hann segði víðari: Frálandavinna Myndir Jan Müller “Tit hava við Eldborg lagt tykk­ um eftir at byggja eitt veiting ar­ skip, sum skarar framúr í sínum segmenti og er mær kunnað, at nýggjasta tøknin innan olju rudd­ ing og sera framkomin sløkki út­ gerð eru týðandi partar av skip­ inum, ­ umframt at verða veit­ ingarskip við 800 m2 dekksøki. Umhvørvisliga er eisini nýggj asta tøknin til minking av Co2 útláti og lýkur skipið so nevndu NOX krøvini, sum ger, at næstan onki útlát, so at siga, er frá skipinum umframt at skipið er dupultskrokkað sum eyka trygd. Tað, at slík skip sum Eldborg verða skrásett í FAS er gott fyri okkum og passar væl til at Før­ oyar vilja uppbyggja eina kvali­ tets Føroyska Altjóða Skipaskrá. Tí er tað serliga gleðiligt at eyg­ leiða, hvussu tað legst afturat føroyska flotanum og kann tað vera við til at menna okkum skjótt á hesum øki, sum er ein global vinna. Tað, at tit hava áræði at fara undir hesa stóru verkætlan og vísa nýggjar leiðir, er ein góð fyrimynd hjá øðrum, sum kunnu vera noydd at leggja um frá fiskivinnu til aðra vinnu og at fyrireika okkum til oljuvirksemi á Føroyaøkinum, sum vónandi ein dag verður veruleiki. Osmundur segði tað so beinrakið í dag í røðu síni, ­ vit vita ikki, hvussu tætt skattur okkara er, hetta tá hann hoyrdi skipið men onki sá í morguntokuni, og so knappliga sóust mastratopparnir úr mjørkanum, ­ soleiðis verður vónandi eisini við oljuni á landgrunni okkara. Sjóvinna og FAS Sum landsstýrismaður í vinnu­ málum havi eg fingið ábyrgdina av sjóvinnu og hevur landsstýrið sett sær fyri, at sjóvinna skal gerast týðandi føroysk vinnu­ grein og er tað at frøast yvir, at arbeiðið við at tillaga FAS vísir seg at bera frukt og FAS skipaskráseting nú er vorðin so kappingarfør, at fleiri skip hava Flaggskipið í spírandi olj Johan Dahl, landsstýrismaður umborð á Eldborg Borgir boða frá góðum. Her nýggja Eldborg, flaggskipið í frálandaflotanum og so ein minni borg, Vestborg, ið tænir eini aðrari gevandi vinnu, alingini.