Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-06, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2009 41 tíðindi valt at skráseta seg undir henni og gleðir tað meg eisini, at Eldborg er skrásett undir FAS, - takk skulu tit á Supply Service hava fyri tað. Byrjað varð í áttatiárunum upp á Føroysku Altjóða Skipa- skránna, kanska ikki so heilhjart- að, men tráðurin er tikin upp- aftur, FAS er vorðið endurnýggj- að og hevur Vinnumálaráðið sum eitt at aðalmálunum at tryggja: • At skipanin skal vera kappingarfør • At umsitingin skal vera samskipað og effektiv • At lógir og kunngerðir á økinum verða tillagaðar, so hvørt tørvur er á tí • At veita vinnuni annars stabil kor fyri at skapa álit á skipanina • At fáa sum mest av avleiddum virksemi úr hesi vinnuni. Hóast hetta nevnda, so er tað so sera týðandi fortreyt fyri, at hetta skal eydnast, at gott samstarv og felags fatan er millum tað almenna og vinnuna og kann ikki sigast annað enn, at so er. Vit í Vinnumálaráðnum og FAS fyrisitingini hava merkt stóran vælvilja og ynski um samstarv frá tykkara reiðaríi og at vísa tykkara reiðarí fram fyri útlendskum gestum, styrkir um álitið á hesum sektorinum og Føroyum sum heild. Drúgvar royndir Tit eigarar hava drúgvar royndir sum vinnulívsmenn, men eru nýggir á hesum økinum og er tað áhugavert, at tit hava kastað saman við vælkenda norska reiðaranum Per Sævik og ivist eg ikki í, at tað er og verður mennandi og gott samstarv millum Per Sævik og tykkum higani, sum nú fara at royna tykkum innan hesa vinnugrein og vóni eg, at hetta fer at hilnast væl. Tað hava altíð funnist úrmæl- ingar og undangongumenn og -kvinnur í Føroyum, - fólk sum hava havt hugskotini, viljan og ikki minst dirvi til at royna nýggjar leiðir, - sum trúgva upp á hugskotini og føra tey út í lívið. Uttan hesi fólk hevði samfelag okkara ikki verið komið langt á leið og verið mikið fátækari. Osmundur, Tummas, Per Sævik og allir tit ónevndu, sum hava verið við til at lyfta hesa ætlan, eru slíkir undangongu- menn, sum eg her nevndi. Tað má verða sera rørandi og ikki sørt gleðiligt, serliga hjá tær Osmundi, at standa her í dag eftir ein mansaldur í føroyskari sjóvinnu og vinnulívi, mangan baldrut, mangan ótakksamt, mangan óhugaligt og vónleyst, - tó heldigvís eisini við góðum ógloymandi løtum, har henda er ein av teimum - í dag saman við famljuni at standa her og uppliva - henda framúr góða summar- dagin, - at skriva søgu í føroysk- um olju-tænastu vinnuhøpi, við hesum snotiliga fari, - søgu skrivað av tær og synum og partnarum og frøir tað meg, bæði sum landsstýrismann og tykkara vinur, at vera hesa løtu saman við tykkum. Uttan góðar ráðgevar og starvsfólk bæði á landi og umborð, sum eg onga løtu ivist í at Supply Service hevur elituna av í sínum hópi, - hevði ein slík ætlan neyvan verið møgulig. Og uttan góðar fíggjarstovnar sum viðspælarar hevði neyvan heldur verið møguligt at lyft slíka stóra verk ætlan. Eg vil at enda enn einaferð vegna Vinnnumálaráðið og Føroya landsstýri ynskja reiðaríi og manning hjartaliga til lukku við Eldborg, blíðan byr og Guds signing á leið tykkara framyvir.” utænstuvinnu Gamalt og spildurnýtt møtastá Havnarvág Osmundur Justinussen, reiðari og nevndarformaður í Supply Service her á brúnni á Eldborg saman við trimum av royndu skiparum sínum