Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 127 - 7. juli 2009 Góð mold til sølu Sorterað, sandblandað mold til sølu fyri 325 kr./m3 Hjálpirót Sp/f · Boks 1286 FO-110-Tórshavn · Tlf: 316505 / 516505 Eik við nýggjum uppsparingartilboði Bústaðarkontan, har landskassin lat eykarentu til tey, sum spardu upp til egnan bústað, fall burtur 1. juli í ár. Eik bjóðar nú ein annan møguleika fyri uppsparing við eykarentu. Framtíðarkontan er uppsparingarkonta, har til ber at spara upp til tvinni endamál, bústað og útbúgving. - Vit halda tað vera umráðandi at spara upp til tey týðandi tingini í lívinum, sum til dømis bústað og útbúgving og tað er tann møguleikan, vit bjóða kundunum við framtíðarkontuni sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka. Framtíðarkontan er ikki tíðarbundin, til ber at seta upp til hálva millión, og upp til 50 prosent av innistandandi kunnu brúkast til útbúgving, meðan 100 prosent av peninginum kunnu brúkast til at fíggja egnan bústað. - Tað serliga við framtíðarkontuni er eisini, at peningurin kann brúkast til størri umvælingar og umbygging av egnum bústaði, og tað ger kontuna áhugaverda fyri øll, sigur Bjarni Olsen. – Bæði foreldur, sum vilja tryggja børnum sínum eitt betri byrjanarstøði til útbúgving og bústað, og teimum, sum longu eiga hús, men umhugsa at spara upp við hægri rentu til framtíðar umbyggingar. Í løtuni er grundrentan á framtíðarkontuni 1,35 prosent + 0,75 prosent fyri innistandandi upp til 100tkr., og 1,35 prosent + 1 prosent fyri innistandandi millum 100tkr. og 500tkr. Klokkan 19.30 í gjárkvøldið fekk 25 ára gamla Beinta Rasmussen í Sandavági at vita, at hon hevði vunnið tvey atgongumerki til minningarhaldið yvir Michael Jackson í Staple Centre í Los Angeles MINNINGARHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Eg prøvaði bara til stutt- leika. Tað sigur Beinta Ras- mussen úr Sandavági um luttøkuna í kappingini at vinna atgongumerki til minningarhaldið yvir Michael Jackson, sum verður í dag. Tað var av tilvild, at hon varnaðist kappingina inni á heimasíðuni hjá BT. - Vit royndu so bæði, eg og sjeikurin. Tað stóð, at tey, sum vunnu, fingu boð sunnudagin, men tá eg hugdi inn á teldupostin hjá mær, stóð einki har, sigur Beinta Rasmussen. Tá sjeikurin seinni hugdi inn á sín teldupost lógu eini boð har um, at hann ikki hevði verið heppin í kapp- ingini og tískil ikki hevði vunnið. Men klokkan 19.30 sunnukvøldið bar til. - Tá eg hugdi inn á teldu- postin tá, vóru eini boð komin. Tað vóru eini long boð um, hvussu er skuldi bera meg at við at fáa fatur á atgongumerkjunum. Og tað var við CONGRATU- LATIONS og passorði og øllum, sigur Beinta Ras- mussen. - Eg helt at byrja við, at talan var um okkurt tiltak í London, men so uppdagaði eg, at hetta var til sjálvt minningarhaldið í Los Angeles. Har stóð í, hvussu eg skuldi printa luttøku- skjalið út av telduni og levera tað í Los Angeles í gjár. So skuldi eg fáa lut- tøkubond útflíggjað, sigur Beinta Rasmussen. Tað vóru umleið 1,6 milliónir fólk, sum høvdu luttikið í lutakastinum, og av teimum 8.750, sum vunnu tvey atgongumerki í part, var Beinta Rasmussen so ein. Tíverri bar henni ikki til at sleppa við, partvís tí hon fekk hetta so seint at vita. Minningarhaldið er sum nevnt í dag, og tað tekur jú sína tíð at koma vestur um hav. Beinta hevur leingi verið Michael Jackson-fjeppari, og var eitt nú til eina konsert við popp-konginum í Parkini í Keypmannahavn í 1997. Beinta er 5,3 milliónir verd   Av tí, at Beinta Rasmussen  hevur tvey atgongumerki  til minningarløtuna fyri  Michael Jackson, er hon í  løtuni 5,3 milliónir verd.  Tí atgongumerkini,  sum hon hevur, verða í  løtuni seld fyri 5,3 milliónir  krónur fyri hvørja á Ebay.  Sum er løtuprísurin fyri  tær dýrastu. Bíligastu atgongumerkini  fara fyri góðar 1300 dan- skar krónur á Ebay. Men  prísurin er hækkandi. Við teimum 17.500 til  minningarløtuna verða  eisini Mariah Carey, Lionel  Richie og nógv onnur  kend, og tað verður enn  dult, hvat forvitnisligt  verður á skránni. Í dag klokkan 18 føroyska  tíð verður hátíðarhaldið  fyri Michael Jackson, sum  doyði 25. juni í ár 50 ára  gamal.   -eij Vann atgongumerki til MJ Ballupressur Fáið slátturin skjótt og væl frá hondini Plast av allar hægstu dygd og net serframleitt til okkara pressur Betri fóður Skjótari liðugt Lætt at handfara Heygsvegur 30 · FO-100 Tórshavn Tlf. 31 69 10 · Fax 31 69 10 T-postur: triv@post.olivant.fo Heygsvegur 30 · FO-100 Tórshavn Tlf. 31 69 10 · Fax 31 69 10 T-postur: triv@post.olivant.fo Sláimaskinur ið sláa alt Knívar í ymiskum støddum frá 71 til 148 cm 2+2 gear ella 6+2 gear (báðar vegir) Prísir frá kr. 16.350 til 31.000