Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 127 - 7. juli 2009 Í fyrilestri í kvøld fer Dr. Stuart Burch at viðgera listarliga rammuhugtakið og greiða frá síni verkætlan um list og listasøvn í Norðurlondum Fyrilestur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í kvøld klokkan 19 verður Listaskálin karmur um ein heldur øðrvísi fyrilestur hjá Dr. Stuart Burch, sum starv­ ast á Nottingham Trent Uni versity í Onglandi, har hann er yvirlektari í savns­ og arvleiðslu á hug vísinda­ deildini. Evnið í fyrilestrinum er "rammur" í breiðastu listar­ ligu merking. Í skrivi vísir Lista savnið á, at rammur hava sera stóran týdning, tá ið talan er um list. Kortini verða rammur alt ov ofta tikn ar fyri givið ella snøgt sagt ikki virdar. Hetta snýr seg bæði um prýðiliga mark ið runt um ein málning eins og stabbar undir høgg­ myndum. Men eisini er talan um aðrar rammur. Arki tek­ tonisk u rúmini í søvnum og gallar íum ramma tey verk inn, sum eru í tí. Fram sýn­ ing ar seta tematiskar ramm­ ur fyri úrval av ávísum verk um, og hvussu tey verða sýnd fram. Katalog og ummæli mynda eina kritis ka og eftirmetandi ram mu. Listfrøðin er grundar lagið fyri eina aka­ demis ka rammu, ið setur lista fólk og verk inn í skúl­ ar, rørslur og tjóðskaparlig høpi. Við støði í hesum fer fyri lestr ar haldarin at við ge­ ra rammuhugtakið og greiða frá núverandi gran­ sk ing ar verkætlan s íni um list og listasøvn í Norður­ lond um. Við hes um er beinanvegin ein landa­ frøðilig ramma íkom in: Norðurlond. Ber til dømis til at lýsa hetta landa økið nágreiniliga út frá ávísum eyð kenn um? Ella er hugskotið “Norðurlendsk list” eitt hug tak: ein ramma uttan inni hald? Hvat halda før oy ingar um hetta? Hvussu sígg ja Norðurlond út í eygu num á føroyingum? Og hvussu passar listin í Før oyum inn í nútíðar savns landslagið í Norður­ lond um? Fyrilesturin, sum verður í Lista skálanum týsdagin 7. juli kl. 19.00, er partur av ein um fýra ára gransk ing­ ar verk ætlan, ið kallast “Norður lendsk rúm” (Nordic Spaces). Fyri lest­ ur in v erður á enskum og var ar slakar 40 minuttir. Høvi verður at seta spurn­ ingar. tíðindi Smúkkur, gjørdar eftir aldargamlari tøkni, eru kjarnin í list ini hjá Michael og Anette Arleth, sum í løtuni hava lista fram­ sýning í Ribarhúsi í Fugla firði list Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tey fevna víða eftirhondini listar liga, tey bæði Michael og Anette Arleth og sonur teirra Rune Arleth, sum í løtu ni hava felags fram sýn­ ing í Gallerí Ribarhúsi í Fugla firði. Framsýningin umfatar smúkkur, bronsu­ skulpt ur ar og 16 foto­ collag ir. Tað stóra í tí smáa Meðan listarliga spektrið hjá Arleth familjuni soleiðis alla tíðina veksur, tykist listar liga tilgongdin fram­ veg is at goyma seg í smáu smúkku num, sum Anette og Michael Arleth eru so kend fyri. Líka frá byrjan hava smúkkur nar verið kjarnin í teirra listalívi. Fyri tey eru smúkkur nar ikki bara ein prýðis lut ur, men eru heldur at meta sum smámyndir, har ævigi tvídrátturin mill­ um form og funktión endur­ spegl ast niður í minsta smá l ut. Ikki minst tí smúkku list eisini má hugs­ ast sum partur av kroppi­ num. ­ Kroppar eru so ymiskir, og tað skulu smúkkurnar endur spegla. Tær skulu bæði undirstrika persón lig­ heit ina hjá henni ella hon­ um, sum ber smúkkuna, um framt at tær onkursvegna skulu útrykka listarliga lynd ið hjá listafólkinum. Smúkk ur eru smá listaverk, sum vísast fram millum mennisk ju ­ á kroppinum, vísa tey bæði á. Grundtilfarið í smúkku­ num er gull og silvur, sum ofta er flættað saman við øðr um, rættiliga óvanligum til fari í nýskapandi saman­ seting um, sum geva smúkku num ein persónligan og ofta humoristiskan dám. Til dømis er ikki óvanligt at hóma bæði flintstein, hesta­ hár, ormahylki og smá glas­ petti í smúkkunum. Ofta nýta tey sonevnda perdúe tøkni, sum stavar frá for n øldini, tá fólk nýttu bi voks og leir sum formar at stoypa gullgripir við. Á hend an hátt gongur ein reyð ur tráður ikki bara gjøg num listaverkini men eisi ni heilt aftur til eina listar liga frumtøkni, tey fægstu kenna til í dag. Hóast tað eru evarsmáu detaljurnar, sum gera munin í smúkkunum, tykjast størru standmyndirnar onkur s veg­ na at vaksa út úr smúkku­ num. Á tann hátt kunnu stand myndirnar síggjast sum ein mótsetningur til ella ein maki hjá mikro kos­ mos í smúkkunum, har til­ far sum bronsa, flint, træ og glas verður kannað og hugs að inn í størri, fræls verk í almenna rúminum. Framsýningin er at síggja í Ribarhúsi fram til 9. juli. Norðurlond í list ar ligari rammu Aldargomul smúkkulist í Ribarhúsi Rammur í breiðari listarligari merking verður evnið í fyri­ lestri í Listaskálanum í kvøld Fyri Anette og Michael Arleth eru smúkkur ikki bara prýðislutir, men skulu hugsast sum partur av kroppinum hjá tí einstaka Í størru verkunum á framsýningini sleppur smáheimurin í smúkkulistini at breiða seg út á støðugt nýggjar mátar 52 bankar á húsagang Seks teir fyrstu mánaðirnar í ár fóru ikki færri enn 52 amerikanskir bankar á húsagang. Sostatt fóru tveir bankar á húsagang um vikuna, men í síðstu viku bar av, tí tá máttu ikki færri enn sjey bankar boða myndugleikunum frá, at teir kundu ikki halda fram. Amerikanskir fjølmiðlar skriva, at tað eru yvirhøvur smáir og meðalstórir bankar, sum fara av knóranum. Teir flestu húsagangirnir hava verið í Kalifornia, men av teimum sjey, sum fóru í síðstu viku, vóru seks í Illinois. Tann sjeyndi var íTexas, skrivar AP. Sambært tíðindastovuni hava húsagangirnir higartil í ár kostað innskjótaratrygdargrunninum 12,3 milliardir dollarar. Mugabe hvassorðaður Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, er ikki tann, sum altíð vandar sær so væl um orðini, og táð gjørdi hann heldur ikki, tá hann nú um dagarnar tosaði um Afrika­sendimannin hjá ST, amerikanaran Johnnie Carson. Samblrt Mugabe er hann býttlingur. Mugabe vil vera við, at ST­sendimaðurin er nasadjarvur, tí hann heldur seg hava rætt og førleika til at siga afrikonsku leiðarunum, hvussu teir skulu stýra sínum londum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mugabe sigur sína hjartans hugsan um umboð hjá ST. Sendikvinnuna Jendavi Frazer kallaði hann "eina amerikanska teys, sum ferðast kring heimin sum ein skøkja."