týsdagur 7. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 127 - 7. juli 2009
Tónlistarliga var
Asfalt framúr gott
tiltak, men tíverri
eydnaðist tað ikki
fyrireikarunum
at gera føroyingar
varugar við hetta.
Ógvuliga fá vitjaðu
festivalin
MENTAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Omanfyri
hálvthundrað
bólk ar og einstaklingar lut
tóku á ársins Asfalt. Tað er
nógv! Men nógv er ikki
orð, ið tú kanst brúka um
gestirnar á Asfalt, tí hesir
vóru ógvuliga fáir í tali.
Sjálvur kom eg til tiltakið,
tá klokkan nærkaðist hálv
gum átta fríggjakvøldið.
Við inngongina oman ímóti
Vágsbotni,
skuldi
eg
framvið ikki færri enn
fimm vaktum, áðrenn eg
slapp inn á sjálvt Asfalt
øki. Trygdin var í lagi, men
innanfyri var manntómt –
so at siga.
Myndin á síðuni varð
tikin, tá klokkan nærkaðist
hálvgum
ellivu
fríggja
kvøldið. Sigast skal, at um
hetta mundi spældi Martin
Joensen í Miðlahúsinum og
Símun úr Kunoy í Futt
tjaldinum, men í mun til
undanfarin ár, var Tórsgøta
so at siga steindeyð.
Tað sama ber til at siga
um fyrrapartin av báðum
kvøldunum á Asfalt.
Spældu fyri
tómum hølum
Lív Næs og Niels Midjord
megnaðu illa nokk at skava
20 fólk saman í Miðla
húsinum – hetta hóast frá
gera góða fløga teirra er so
at siga útseld, umframt at
tey hava havt fleiri ógvuliga
væleydnaðar
framførslur
áðrenn Asfalt.
Petur Háberg trio var lítið
frægari í so máta. Eini
fimtan fólk mundu lýða á
teirra tónar, hóast fløgan
hjá bólki Peturi, Bet You
Are William, hevur selt
ógvuliga væl og fingið sera
góð skotsmál.
Ársins songrødd, Birita
Poulsen, hevði ikki fleiri
enn smáar 20 áhoyrarar,
men unga daman eigur rós
uppiborið fyri ikki at lata
seg ávirka av hesum.
Uni Arge og Jensina
Olsen, sum bæði høvdu
frálíkar framførslur, mundu
hava eini 2030 áhoyrarar
hvør til sínar konsertir,
hóast tey bæði eru fløgu
aktuel og væl kend nøvn.
Eitt annað fløguaktuelt
navn er Petur Pólson. Hann
savnaði umleið fimmti fólk
í Reinsarínum, tá hann hug
tók við tungum tónum og
sangi.
Ivaleyst eru orsøkirnar til
fáu gestirnar fleiri. Tíðs
punktið spælir uttan iva ein
leiklut, tí øll tey omanfyri
spældu millum klokkan
sjey og níggju. Eitt annað
er prísurin, tí ynskti tú bert
at hoyra eitt ella tvey av
hasum nøvnunum, var prís
urin serstakliga høgur. Ser
liga tí, at einans ein hálvur
tími var settur av til hvønn
bólkin, og tá so før oyingar
av natúr koma minst tíggju
minuttir ov seint, so er lítið
av tónleiki fyri pengarnar.
Eitt er tó víst; øll tey, ið
eru nevnd omanfyri, høvdu
uttan iva megnað at savnað
fleiri enn fimmti fólk, um
atgongumerki
til
teirra
konsert ikki kostaði 350
krónur.
Einki miðpunkt
Ein annar trupulleiki við
ársins Asfalt tiltaki var, at
festi valurin
onkursvegna
tókt ist at mangla eitt mið
punkt. Undanfarin ár hevur
útipallurin millum Hotel
Tórshavn og Posthúskjall
aran virka sum eitt savnandi
miðpunkt, men hesin varð í
ár fluttur niðan í eitt lítið
hugnaligt tjald Vaglinum.
Frálíka fjølbroytt
Hóast skráin eftir mínum
tykki var ov samankroyst,
eiga fyrireikararnir tó rós
uppiborið fyri at hava
megnað at savna so nógv
og so ymisk nøvn til tiltakið.
Frá Onnu Háberg til Kaj
Klein er langur vegur, og
frá Doriukvartettini til SIC
er uppaftur longri. Har í
millum lógu eisini skeið,
upplegg, mótashow og list
av ymsum slag, so tað bar
ikki til at koma á Asfalt,
uttan at fáa okkurt gott
burtur úr.
Við so mongum nøvnum,
høvdu fyrireikararnir eisini
nærum garanti fyri, at nógv
fólk fóru at vitja okkurt
tiltak. Og fyrireikararnir
fingu eisini prógv fyri, at
fjølbroytni
er
gott,
tí
tiltøkini við flest gestum
var konsertin hjá SIC, Móta
showið hjá Spírum og
aftankvirran við Theodor
Olsen og Kata.
Felags fyri hesi tiltøkini
var, at tey lógu nakað seinni
um kvøldið, enn konsert ir
nar hjá áður umrøddu tón
leikarum. Og tað vísti seg
eisini, at tess longri komið
var út á kvøldi, tess fleiri
fólk vóru eisini. Men tíverri
gjørdist ongantíð talan um
nógv fólk.
Vit høvdu ætlað fin-
gið eina viðmerking
frá Jóhannus á Rógvu,
fyrireikara av Asfalt, til
dagsins blað, men tað lá
ikki fyri hjá honum. Henda
kemur væntandi í morgin.
Minsti havísurin í 800 ár
Vísindafólk siga nú, at havísurinm millum Grønland og
Svalbard er nú so lítil, sum hann ikki hevur verið tey
seinastu umleið 800 árini. Tað sigur Aslak Grimsted,
granskari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við
Politiken. Hesa niðurstøðuna eru granskararnir komnir til
við at kanna ískjarnar av Svalbard og árringar úr trøum í
Norðurfinnlandi og við at bera úrslitið saman við
skipsdagbøkur frá 16. øld og uppmátingar í Íslandi í 18. øld.
Aslak Grimsted sigur, at kanningarnar av ískjarnum av
Svalbard vísa, at tað var rættiliga lýtt í 13. øld, men at
havísurin kortini var størri tá enn í 20. øld.
Byggivinnan bløðir
Eins og í flestu øðrum londum í Vesturheiminum hevur
altjóða fíggjarkreppan rakt ta donsku byggivinnuna sera
meint. Ritzau skrivar, at seks teir fyrstu mánaðirnar í ár
fóru ikki færri enn 535 byggifyritøkur av knóranum, og
tað var næstan tvær ferðir fleiri enn í fyrra hálvári í fjør,
sum var eitt av teimum vánaligu árunum hjá donsku
byggivinnuni. Anders Fernstrøm hjá Dansk Byggeri
ásannar, at fíggjarkreppan fer illa við byggivinnuni, og
hann sigur, at kemur ikki broyting í, fara fleiri enn 1.000
fyritøkur í byggivinnuni á húsagang í ár.
Svart Asfalt
Tórsgøta er meiri lívlig eitt
vanligt fríggjakvøld klokkan
hálvgum ellivu, enn hon
var klokkan hálvgum ellivu
fríggjakvøldið
Mynd: Rólant Waag Dam