Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 127 - 7. juli 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Herfyri andaðist Jóhan Pet­ ersen. Hann var ættaður úr Hattarvík, men búði meg­ inpartin av lívi sínum í Norðdepli. Seinastu árini búðu hann og konan í Svendborg. Jóhan vaks upp í Hattar­ vík, elstur av átta systkjum. Sum ungur fór hann til skips. Sum sjómaður royndi hann nógv. Hann var bæði dekkari, kokkur, stýrimaður, og hann royndi seg eisini sum skipari. Jóhan Petersen var við Havfrúnni, tá hon forlisti í Íslandi. Øll manningin varð bjargað. Gamliba og Tanta, sum eg kallaði tey, fingu stóran týdning fyri mítt lív. Eg búði í grannahúsunum, og var inni á “Støðini”, sum heim teirra var rópt, fleiri um dagin. Einaferð, eg var smá­ drongur, brendi eg meg illa av einum primusi. All­ ur armurin og niður eftir síðuni varð skoldað. Boð vórðu send eftir lækna, sum kom við doktarabátin­ um til Norðdepli. Men læknin slapp onki at gera, tí tað vildi eg ikki. Øðrvísi var við Gamlaba. Hann fekk so boð um at røkja sárið. Og so væl røktið hann sárið, at onki sæst til tað í dag. Fyrst í sjeytiárunum bygdu Gamliba og Tanta Hotell Bella í Norðdepli. Har hevði eg mína dagligu gongd, tá eg var heima av skipi. Ungdómurin í Klaks­ vík og í økinum kring Norðdepli dámdi eisini væl at hugna sær um kvøld­ arnar á matstovuni á Hotell Bella. Gamliba smíðaði og umvældi nógvar bátar, og eg treivst væl saman við honum, tá hann arbeiddi í neystinum. Tá segði hann mær nógv um streym, tí hann var framúr streym­ kønur. Hann tosaði eisini nógv um familju, og í dag kann eg harmast um, at eg ikki legði mær frásøgurnar meira í geyma. Gamliba læs nógv. Eina­ ferð minnist eg, at ein kona kom inn á Støðina. Hon hevði júst verið uttanlands, og segði honum hvønn bý hon hevði vitjað. Tá var hann skjótur at siga, hvussu tað sá út í hesum býi. Til dømis tosaðu tey um eitt slott í hesum býnum, og Gamliba segði henni hvønn lit hetta slottið hevði. Tá mutaði hin ímóti, tí slottið hevði ikki júst tann litin, sum Gamliba vildi vera við. Tá segði hann henni, at hann ongantíð hevði verið í hesum býnum, og tí kundi hann sjálvandi taka feil av litinum. Men hesum vildi konan illa trúgva, tí so væl hann annars segði frá um hendan býin. Gamliba og Tanta áttu íalt fimmbørn. Fyrst í nýti­ árunum fluttu Gamliba og Tanta til Danmarkar, og búsettust í Svendborg. Tey trivust væl í Svendborg. Eg var og vitjaði tey í heimi teirra í Svendborg í 2007, og blíðskapurin var stórur sum altíð. Nú er Gamliba farin, men hann livir víðari í minninum. Takk fyri tað, tú vart fyri meg, Gamliba. Má Gud styrkja tykkum, sum eftir sita. Systirsonur tín, Kjartan Kjartanson Minningarorð um Jóhan Petersen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara góði maður, pápi, verpápi og abbi Gunnar Vestergaard Tvøroyri andaðist og varð borin til jarðar. Vit takka Jónsveini presti fyri góð orð, somuleiðis takka vit kirkjutænarum, sangarum og gravara. Tøkk fyri kransar, blómur og gávu til Tvøroyrar kirkju. Tøkk fái tit, ið bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk til heimahjálparar, heimasjúkrasystrar og starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tøkk fái grannar og onnur, ið veittu honum eina hjálpandi hond tey síðstu árini, somuleiðis tit starvsfólk í Føroya Banka, ið vóru so góð við hann. Tøkk, til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað – millum blómur við ~ Tvøroyrar fjørð. Familjunnar vegna Dorthea, Pól, Helgi, Astrið og Turið Dagurin 7. juli. Villebaldus, deyður í 787. Saman við pápa sínum Rikardi og bróðurinum Vunibaldus gjørdi hesin enski munkurin pílagrímsferð til Róm og var tann einasti, ið kom fram. Seinni gjørdist hann biskupur í Eichstadt í Bayern. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 80 ára føðingardagur Sunnudagin 12. juli verður Andrea Vang, Tórshavn 80 ár. Dagurin verður hildin í Posthúskjallaranum (undir gamla posthúsbygninginum í miðbýnum, inngongd frá Tórsgøtu) frá klokkan 12 ­ 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri bróðir, svágur, mammubeiggi og ommubeiggi Óli Kristian Dam fyrrverandi bóndi í Kollafirði andaðist fríggjakvøldið 3. juli, 79 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin 8. juli kl. 18.00 í Kollafjarðar kirkju. Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju hósdagin 9. juli kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Óluva, Børge, Carl Johan, Gunnvør og Randi Tey ið ynskja at minnast Óla Kristian, kunnu lata Kollafjarðar kirkju eina peningagávu, konta í peningastovnunum. Nú eru skjótt fleiri vikur síðani vit kastaðu akker í Nólsoyðarfirði við Logos Hope eitt vakurt várkvøld í apríl. Veðrið vísti seg frá síni bestu síðu, eins og tað hevði gjørt allan túrin heim til Føroyar. Hetta var tó kanska ikki so løgið, tí neyvan man tað hava verið biðið so nógv fyri nøkrum túri, sum fyri hesum túrinum til Føroyar við Logos Hope. Minnist fyrsta dagin tá eg kom umborð. Tá tey hoyrdu, at eg kom úr Føroyum, fall tosið alt fyri eitt inn á túrin, sum skuldi gerast til Føroyar. Neyvan er gingin nakar dag­ ur, hetta seinasta hálvtannað árið, uttan at hesin túrurin hevur verið umrøddur. Av tí at arbeiðið við at umbyggja skipið dróg so nógv út, vórðu tað mong, sum máttu fara heim og kundu tí ikki verða við á ferðini til Føroyar. Hetta var tað, sum tey flestu vóru ógvuliga kedd um, men vónandi bíðst høvið hjá teimum at koma til Føroyar eina aðru ferð. Fleiri av teimum, sum vóru við hendan túrin, hava verið í Føroyum áður, við hinum OM skipunum, og tey gjørdu ikki lítið av, tá tosað varð um Føroyska blíðskapin. Tað vóru mong umborð, sum ikki reiðiliga skiltu hetta, at Føroyingar skuldu verða so blíðir og fyrikomandi, men tað fingu tey so sjálvi at sanna undir hesi vitjanini í Føroyum. Trúgvi neyvan at skipið hevði verið komi so langt sum tað er, uttan alla tað hjálp vit hava fingið úr Føroy­ um, bæði peningaliga, handa­ liga og ikki minst andaliga eins og alla aðra hjálp. Bæði meðni skipið lá í Kroatia, Týsklandi og Dan­ mark, vóru tað nógvir Før­ oyingar, sum komu umborð at arbeiða, fyri styttri ella longri tíð, og ikki gloyma vit teir trúðboðarar úr Føroyum, sum komu at geva okkum nøkur góð orð á vegnum ­ hjartans tøkk skulu tit hava fyri tað. Móttøkan í Føroyum, bæði í Tórshavn og í Klaks­ vìk, var nógvar ferðir størri enn tað vit eru von við, so hetta var eitt ógvuliga jaligt upplivilsi fyri okkum. Eg vil ikki her nevna nøk­ ur nøvn, tí tað hevði tikið alt ov nógv pláss, men mong vóru tey, ið løgdu alt sítt arbeiði niður, til tess at kunna hjálpa og vísa hesum fólkunum ein ógloymandi blíðskap. Gevið at Gud má vælsigna tykkum fyri alt tað tit gjørdu fyri okkum. Havi tosað við fleiri av manningini síðani tey fóru úr Føroyum, og tey hava ikki orð fyri hvussu glað tey eru fyri túrin. Onkur helt enntá fyri, at Føroyar mátti vera tað nærmasta nakar kundi koma Paradísi og vildu gjarna búsett seg her. Eg vil bert einaferð enn, vegna meg sjálvan og alla manningina á Logos Hope, siga øllum føroyingum stóra tøkk fyri tykkara ótrúliga blíðskap, og vónandi hevur henda vitjanin birt undir tankan hjá onkrum at færa við skipinum eina tíð, tað verður ein tíð, tit ongantíð fara at gloyma. Minnist til at Logos Hope er ikki eitt skip hjá nakrari ávísari kirkju ella samkomu, men eitt skip fyri Guds fólk. Til seinast vilja vit takka fyri eina ógloymandi vakra og rørandi løtu, tá skipið aftur setti kósina út av Klakksvík, tað vórðu knýtt nógv vina­ bond hesar dagarnar, og tað var við sorgblídni at vinkað varð farvæl til hetta Føroyska trúboðaraskip, sum nú helt kósina viðari út í heim. Við Guds signing yvir tykkum øll. Uni Nolsøe Yvirstýrimaður/skipari Logos Hope Ein heilsan og tøkk frá Logos Hope