týsdagur 7. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 7. juli 2009
13
V
armakeldan er ein av eldru
stevnunum í Føroyum –
ein av “klassikarunum”, so at
siga. Tá eg var lítil – og tað er
ikki so øgiliga langt síðani –
vóru ikki so nógvar stevnur.
Summarið byrjaði við
Norðoyastevnu og endaði við
Ólavsøku – og so lógu nakrar
fáar stevnur spjaddar runt í juni
og juli.
So er ikki longur. Hetta
vikuskiftið eru fleiri stevnur –
Varmakeldustevna,
ullarfestivalur í Vágunum
tónleikafestivalurin Asfalt í
Havn, Barnafestivalur Í Havn
og Barnasjónleikarastevna í
Klaksvík. Soleiðis hevur verið
stórt sæð hvørt vikuskifti
seinasta mánaðin. Ein ørgrynna
av mentanartilboðum kring tað
mesta av landinum.
Hetta er fantastiskt! Man skal
veruliga vera fantasileysur fyri
at keða seg í Føroyum um
sumrarnar.
Men tað kann eisini síggjast
sum ein hóttan. Við tað at so
nógvar ymiskar stevnur eru
kring alt landið, kappast tær
sjálvandi hvør móti aðrari. Tað
krevur snøgt sagt, at stevnurnar
gerast betri, og tá verður tað
trupult hjá stevnunum at vera
gullegg hjá ítróttarfeløgunum,
eins og tær plagdu at vera.
Varmakeldan –
fyri hvønn?
Men hvønn er Varmakeldan so
fyri? Umframt tað, at kapp róð
urin á hesum ári telur við og
harvið er eitt savningspunkt fyri
róðrarfólk og róðraráhugað, so
er nógv annað á skránni: Fleiri
listaframsýningar, savns fram
sýning, sølubúðir, matsøla,
filmsframsýning, tivoli, skrúð
gonga, fótbóltur, konsertir,
kafeir, dansur, møti, upplestur...
røður...
Snøgt sagt: mentanarútboð
fyri fólk við ymiskum áhugum
og í ymiskum aldri.
Varmakeldan er við øðrum
orðum eitt satt blómutyssi av
mentan av ymiskum slagi – frá
ítrótt til tónleik, frá myndlist
til brúkslist – og uttan iva
eisini í matlist og sniðgeving.
Tey flestu av tykkum, ið
standa her í kvøld, hava uttan
iva nýtt kvøldið upp á góðan
mat og góðar drykkir. Og
nógv av tykkum hava uttan
iva nýtt tíð upp á at keypa
nýggj klæði, fara til frisør,
pussa skógvarnar o.s.fr.
Tað má gerast greitt, at tit
øll, ið standa her, eru partar av
hesum mentanarliga blómu
tyssi. Tit eru ikki einans áskoð
arar, men eisini luttakarar í hesi
mentanarframsýning, ið Varma
keldan er. Og tað er jú essens
urin í flestallari mentanar fram
leiðslu: at hann inniber eitt
sam skifti millum tann, ið
“fram førir” og tann, ið sansar.
At tann, ið framførir, so eisini
fær ágóðan av sansingini, ger
tað jú bara uppaftur betri.
Mentan og bygdasamleiki
Men um ikki so langa tíð er
stevnan av, og hendan flotta
samansjóðingin av mentan
fánast so smátt í okkara minn
um. Tað er vansin við nógvari
mentan, at hon er tengd at
“núnum”. Hóast summar
listagreinar hava rímiliga fýr
kantað produkt – bøkur, máln
ingar o.s.fr. – so er mentan sum
oftast nakað, ið ikki kann liggja
á láni, men sum man má taka
seg saman til her og nú. Man
noyðist at motivera seg sjálvan
til at sansa mentanina í tí løtu
hon verður framførd. Tað kann
so eyðnast meiri ella minni væl,
men undir øllum umstøðum má
man royna. Og jú oftari man
ger ein seriøsan innsats fyri at
sansa mentanartilboð, tess
størri gerast sannlíknindini fyri,
at man fær nógv góð mentanar
upplivilsi gjøgnum lívið.
Men tað krevur ein innsats!
Og hesin innsatsur hevur
sanniliga verið til staðar her í
Fuglafirði seinastu tíðina. Í
heil um eru tiltøk í mentanar
húsinum, framsýningar í Ribar
hús, konsertir í Kirkjuni. Og
serliga er vert at taka stórslignu
kantatuna hjá John Højbye fram
sum eitt dømi um eitt stórsligið
tiltak, ið einans er møguligt
gjøgnum eldhugaðan stuðul frá
nógvum fólki og miðvísum
arbeiði hjá dugnaligum ein
staklingum.
Mentan kemur ikki av sær
sjálvari. Mentan krevur ein
miðvísan innsats!
Mentan sum
menningarstrategi
Verður hugt aftur í tíðina, so
var vanligt at tengja lokal sam
felagsmenning at vinnu lívs
menning. Um tað vóru nóg
nogv – og nóg stabil – arbeiðs
pláss, so fóru fólk av sær sjálv
um at støðast ella enntá flyta til.
Tað er jú hetta, ið hevur gjørt
bygdir sum Tvøroyri, Klaksvík
og Fuglafjørð so stórar. Hetta
hava verið
íðnaðarhøvuðsstaðir, ið hava
gjørt sær dælt av góðum
náttúruhavnum, og tað eru
eisini hesar bygdirnar, ið saman
við Havnini hava havt klassisku
stevnurnar – Jóan søku,
Norðoyastevnu, Ólavsøku
o.s.fr...
Men í dag er alt broytt.
Vinnulív er ikki longur ein
garantur fyri framburði. Hetta
av fleiri ávum:
• Fyri tað fyrsta eru vit farin
frá einum íðnaðarsamfelagi
til eitt tænastusamfelag, har
stórur partur av arbeiðs pláss
unum eru alment og
kommunalt fíggjað.
• Fyri tað næsta – avleitt av tí
fyrsta – eru fleiri kvinnur
komnar út á arbeiðs markn
aðin, soleiðis at húsarhaldini
sum heild hava fleiri pengar
um hendi.
• Fyri tað triðja eru vit farin
frá at vera eitt arbeiðssam
felag til at gerast eitt frítíðar
og arbeiðssamfelag – í
nevndu raðfylgju. Í dag hava
tey flestu meiri frítíð enn
arbeiðstíð – hóast tað kanska
ikki altíð kennist so – og tey
flestu hava eisini nóg mikið
av peningi at gera spennandi
ting í frítíðini.
• Fyri tað fjórða er samfelagið
í dag so væl samanbundið
við vegum og fjarskiftis
skipanum – og samsvarandi
akførum og fjarskiftistólum,
at tað á ymsar hættir er
vorðið stytri millum tey
ymisku støðini í landinum
Alt hetta ger mentanina alsamt
meiri neyðuga fyri lokalsam
feløgini. Nógv av almennu
arbeiðsplássunum fáast við
mentanarframleiðslu á
ymiskum stigum: Barnagarðar,
skúlar, miðnámsskúlar, hægri
lærustovnar, kirkjur. Alt hetta
eru liðir í almennu mentanar
ligu føðiketuni, ið skal ala
ungdómin upp til at gerast
vælvirkandi samfelagsborgarar
við nøktandi mentanarligum
kapitali. Eisini privatu tænastu
vinnurnar snúgva seg í stóran
mun um mentanarframleiðslu –
miðlar, lýsingar, kunningar
tøkni, turismu o.s.fr. Og saman
lagt merkir mentanarsnúgvingin
á arbeiðsmarknaðinum, at
gróðrarbotnurin fyri mentan í
lokalsamfelagnum eisini verður
gøddur: Tað verða fleiri, ið
duga at arbeiða við mentan. Og
fleiri, ið eftirspyrja mentan. Og
ikki minst: fleiri og betri lønir,
ið kunnu gjalda fyri tey
mentanar tiltøk, ið verða
fyriskip að.
Tí latum okkum innsíggja tað:
Modernað mentan kostar! Og
ein partur av mentanar snúgv
ingini í samfelagnum snýr seg
um at nøra hugburðin um, at
man sjálv andi skal gjalda fyri
mentanar ligar upplivingar. Ikki
tí. Mentan hevur sjálvandi altíð
verið. Munurin er bara, at í dag
síggja vit eitt størri arbeiðsbýti
millum útboð og eftirspurning
av mentan, meðan mentanin
fyrr var meiri sjálvsøgd og
ósøgd – nakað, ið var beinleiðis
tengt at sosialu sambondunum í
og kring gerandislívið.
Mentan í gerandisdegnum
Í byrjanini kallaði eg Varma
kelduna fyri eitt mentanarligt
blómutyssi. Men vit mugu ikki
gloyma, at tað skjótt aftur er
gerandisdagur. Og vit mugu
ikki gloyma, at mentanin skal
liva víðari – um ikki í fullum
blóma, so á einum sunnum
gróðrarbotni. Mentan er jú ikki
bara nakað serstakt, men eisini
nakað gerandisligt. Mentan er
nakað, ið skapar meining og
trivnað í einum lokalsamfelagi.
Vit kundu ímyndað okkum
hvussu trivnaðurin hevði verið,
um allur Fuglafjørður sá út sum
havnarlagið norðureftir: Stál,
asfalt og betong lagað til eftir
einum búskaparligum rationali.
Men tey, ið kenna Fuglafjørð,
vita, at bygdin er meiri enn bara
íðnaður. Bygdin hevur eitt stórt
og gott vakstrarlag av mentan.
Og Fuglafjørður er so heppin í
mun til nógvar aðrar bygdir at
hava eitt mentanarhús – ein
mentanarmiðdepil, ið kann
hýsa og framleiða mentan av
øllum møguligum slagi. Saman
við øðrum mentanarstøðum
sum Piddasahandli, bókasavn
inum, skúlanum, kirkjuni og
Siloa eru allar fyritreytir til
staðar fyri at skapa eitt gott og
ríkt mentanarlív.
Men at eitt lokalsamfelag er
mentað merkir ikki bert, at har
eru nógv tiltøk at fara til. Við at
satsa upp á mentan, verður
lokalsamfelagið eisini sjónligari
í stórsamfelagnum. Mentan er
ein háttur at “branda” eina bygd
– at gera hana áhugaverda fyri
vitjandi. Og her stendur
Mentanar húsið sum eitt serliga
sterkt symbol – sum nakað, ið
fá onnur støð í landinum megna
at bjóða. Og við Mentanar
húsinum meini eg ikki einans
við bygningin, men við alla
organisatiónina rundan um
húsið.
Tí eitt ríkt mentanarlív skapar
eisini organisatoriskar møgu
leikar. Fólk gerast von við at
fara undir størri tiltøk. Tað
verður lættari at finna
onkran við hóskandi knowhow,
ið kann hjálpa við teimum upp
gávum man ikki sjálvur
megnar. Summi duga eitt og
onnur duga annað. Men við
einum ríkum mentanarlívi fær
man eitt breitt útboð av know
how, ið ger at tað ikki kenst so
møtumikið at fara í holt við
stórar verkætlanir.
Og í síðsta enda kann ein
ríkur mentanarligur kapitalur
vera við til at styrkja tann
sosiala kapitalin: netverkini
bæði innanhýsis í lokalsam
felagnum og úteftir til onnur
øki og onnur lond. Og í besta
føri vil samanrenslið av hug
skotum og sambondum kunna
skapa vinnulig nýbrot og harvið
økonomiskan kapital.
Men mest beinleiðis
búskapar liga ávirkanin stendst
av, at lokalsamfelagið verður
meiri attraktivt sum bústaðar
pláss. Hetta gevur kommunalar
skattainntøkur. Og tað er
framvegis soleiðis í dag, at
inntøkuskattur verður goldin
eftir bústaði og ikki eftir t.d.
hvar man arbeiðir ella hvar man
gagnnýtir flestar tænastur.
Mentanarhúsið
sum miðdepil
Vit standa her í dag framman
fyri einum av størstu aktivunum
hjá Fuglafirði: Mentanar
húsinum. Tað hevur ofta siglt
tungan sjógv, og tað er ikki
bíligt at reka. Men bygdin
megnar at lyfta uppgávuna tað
er at halda og reka ein
mentanarmiðdepil av hesi
stødd. Men sum sagt. Tað
krevur ein innsats! Tingini
koma ikki av sær sjálvum.
Neyðugt er við góðari mann
ing fyri at framleiða mentan –
líkamikið um tað er í skúlahøpi,
í ítróttarhøpi, í kirkjuhøpi ella í
mentanarhúshøpi. Húsið hevur
júst fingið ein nýggjan leiðara
og hevur eina virkna nevnd og
eitt kommunustýri, ið sýnir
húsinum vælvild.
Eg vil nýta síðstu orð av hesi
røðu til at heita á fólk um at
sýna okkara mentanararbeið
arum størstu virðing. Tey hava
uppiborið tað, og tey flestu av
okkum eru fegin um tey felags
mentanartiltøk, ið eru her í
bygdini.
Eitt herðaklapp til mentanar
bygdina Fuglafjørð. Og eitt
herðaklapp til øll tykkum, ið
stórt sum smátt skipa fyri
Varmakelduni og øðrum
mentanarligum tiltøkum!
Framhaldandi góða
Varmakeldu!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Tíðargreinin
tíðargreinin
Sámal Matras Kristiansen
Varmakeldukvøða til eina mentanarbygd