týsdagur 7. juli 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 127 - 7. juli 2009
Sosialurin
Eldborg og
frálandavinna
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Nú um dagarnar gjørdist ikki bert føroyski flotin
eitt stásiligt skip ríkari, eisini alt tað føroyska
samfelagið gjørdist ríkari, tá fyrsta veitingarskip
av sínum slag kom til landið. Eldborg hjá
Justinussenmonnunum í Leirvík er enn eitt dømi
um, at hóast allur heimurin er nervaður av
kreppu og avleiðingunum av ragnarrokinum í
altjóða fíggjarverðini, so eru tað tey, sum hava
dirvi og treysti at gera nýggjar íløgur og ganga
nýggjar leiðir.
Supply Service í Leirvík hevur bygt sítt fyrsta av
trimum stórum veitingarskipum og er tað longu
farið í drift, stutt eftir dópin í Havn fyri góðari
viku síðani. Hetta eru tungvektarar av skipum,
sum kosta góðar 250 mill. hvørt at byggja. Í
løtuni verður so arbeitt við at fáa endaligu
fíggingina uppá pláss til hini bæði skipini.
Nýggja flaggskipið í flotanum er eisini eitt
áhugavert signal um, at føroyingar ikki bara
hugsa um fisk. Við okkara geografisku beliggin-
heit og við tí ótrúliga týdningarmikla tilfeingi
vit hava í okkara sjófólki, so er tað so upplagt
at leita aðrar vegir á sjónum, og her er
frálandavinnan eitt sera gott høvi. Thorfólkini
í Hósvík hava gingið undan í so máta og víst,
at hetta er ein gongd leið. Thorskip og sjófólk
arbeiða í dag á nærum øllum heimsins høvum,
har tey veita tænastur til oljuvinnuna.
Tað er eisini hugaligt, at okkara fíggjarstovnar,
í hesum føri EIK sær møguleikar í hesi vinnu
og vil vísa teimum, sum hava initiativ og vilja,
áhuga og ans. Vit eiga jú sum er tað so týðandi
tilfeingi, sum skal til fyri at reka eina slíka vinnu,
fólkini til at manna skipini. Áhugin hjá altjóða
oljufeløgum fyri Føroyaøkinum er so eisini
ein katalysator í hesi menning. Tá og um hesi
feløg finna kolvetni í føroysku undirgrundini,
tá verður stórur tørvur á tænastuveitingum frá
eitt nú bæði Thor í Hósvík og Supply Service
í Leirvík. Og meðan vit bíða til tann dagur
upprennur, so troyta vit mongu møguleikarnar
aðrastaðni og fáa harvið tað, sum er so eyðkent
fyri føroyingar og føroyska vinnu, nevniliga
royndirnar at arbeiða í hesi nýggju vinnu.
Tað skal vera okkara vón, at Eldborg fær góðan
fong, tvs. góðar sáttmálar og at manning og
eigarar fáa gott í beinið til at halda fram á hesi
nýggju leið øllum tí føroyska samfelagnum til
góða. Tillukku við Eldborg.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum sigur í
samrøðu við Sosialin, at
tað hevði verið skomm at
biðið danir um at hækka
blokkin aftur, og at hetta
hevði verið eitt stig burtur
frá sjálvberandi búskapi.
Eg hefti meg við orðini
”sjálvberandi búskapur.”
Eg haldi at fólk hava
fingið ta løgnu fatan, at
”sjálvberandi búskapur”,
merkir tað saman sum
”eingin blokkstuðul úr
Danmark”. Um vit taka
allan blokkstuðulin burtur,
og einki seta í staðin, og
koyra við stóru halli, so
verður tað kallað sjálv
berandi búskapur.
Eg havi fylgt væl við
politisku gongdini líka
síðani fullveldislandsstýrið
kom til valdið í 1998, men
eg dugi als ikki at síggja,
at føroyski búskapurin, ella
almennu kassarnir eru
meira sjálvberandi nú, enn
teir vóru í 1998. Vit fáa
minni inn í blokkstuðli,
men vit koyra eisini við
dundrandi halli.
Í 1998 varð sagt, at tað
var skomm at lata onnur
gjalda fyri okkum, tí tað
skuldu vit gera sjálvi. Tað
er í lagið, men nú vit skulu
í holt við at gjalda sjálvi,
nú vil eingin hava rokn
ingina. Vit hoyra hetta
dagliga í fjølmiðlunum:
”Tit mugu ikki taka nakað
frá pensjónistunum”, ”tit
mugu ikki lækka játtanina
til tey lesandi”, ”nei til
lønar steðg”, ”fáa DIS'arar
nir eina eykarokning, so
ríma teir”, ”sjómanna frá
drátturin má ikki nertast”,
”nei til tilfeingisrentu”,
”barnaverndarøkið má ikki
nertast”, ”nei til at hækka
skattin”, ”latið rentu
stuðulin fáa frið”, og eg
kundi hildið fram. Eingin
er tann rætti til at gjalda
rokningina fyri niður
skurðin í blokkstuðlinum,
men somu fólk siga, at tað
er skomm at lata onnur
gjalda fyri okkum. Skal
so eingin gjalda
rokningina?
Onkur má gjalda
Tað er í fínasta lagið, at
politikarar siga, at tað er
skomm at lata onnur gjalda
fyri okkum. Men so mugu
teir eisini tora at hyggja
fólk inn í eyguni og siga
við tey: Tit mugu gjalda!
Tað er so mangt sum er skomm
HELgI
ABrAHAMSEN
Tel. 34 18 00
lysing@sosialurin.fo
Vit seta lýsingina
upp fyri teg ókeypis.
Ring og fá ein prís!