Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 127 - 7. juli 2009 Sosialistarnir taptu Tað er greitt, at Bulgaria fær nýggja stjórn aftan á tjóðartingsvalið, sum var fyrradagin. Tað endaliga úrslitið var ikki greitt í gjáramorgun, men fyribilstølini bendu klárt á eitt stjórnarskifti. Sosialistarnir, sum hava havt valdið í Bulgaria, noyðast eftir øllum at døma at lata mið- høgrasamgonguna GERB taka við. Sambært fyribilstølunum hevur mið-høgrasamgongan fingið umleið 115 av teimum 240 tinglimunum, meðan sosialistaflokkurin hevur fingið umleið 40 tinglimir. Brown vil revsa Burma Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at altjóða samfelagið fer at herða tiltøkini ímóti hern- aðarstýrinum í Burma, eftir at stýrið sýtti Ban Ki Moon, ST-aðal- skrivara at tosa við tann fongslaða andstøðuleiðaran Aung San Suu Ky, tá aðalskrivarin var í Burma í síðstu viku. Hernaðarstýrið sigur, at ST-aðalskrivarin slapp ikki at hitta Aung San Suu Kyi, tí hon skal fyri rættin um stutta tíð, og at myndugleikarnir ikki vilja hava nakran at órógva málið. Gordon Brown sigur við BBC, at hann er sera harmur um framferðina hjá burmesiska hernaðarstýr- inum, og at altjóða samfelagið eigur at revsa stýrið fyri tess atburð. Í dag klokkan 17 letur ein nýggj italienskt inspirerað matstova upp í fyrrverandi kaffivogninum á keiini MATSTOVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Meðan summar matstovur lata aftur, lata aðrar upp. Og í so máta er dagurin í dag serligur, tí tað lata tvær nýggjar matstovur upp. Onn- ur teirra er italienskt inspir- eraða Carrello, sum letur upp í hølunum, har kaffivognurin á keiini áður helt til. Riggað hevur verið til í eina tíð, og eitt nú er ein stór terassa bygd framman fyri bygninginum, har eini 40 fólk fáa sitið. Inni í sjálv- um hølunum er pláss fyri 51 fólkum. - Vit hava í eina tíð spælt okkum við alternativum ætl- anum til Bowlinghøllina, men at tað skuldi gerast so knappliga og her niðri var nógv av tilvild, sigur Bjarni Kyster. Hann er ikki ræddur fyri at lata eina nýggja matstovu upp samstundis, sum aðrar lata aftur. - Tað ræður um at vera sín egin. Tað nyttar ikki at lata matstovur upp, sum eru eins og allar aðrar, tí mást tú finna tín egna stíl, sigur Bjarni Kyster. Og stílurin á Carrello verður italienskur. - Vit vilja varðveita tað søguliga aspektið. Carrello merkir vognur á italienskum og sipar til, at talan er um gamla kaffivognin á keiini. Eisini fara vit at prýða vegg- irnar við gomlum myndum frá keiøkinum og frá umhvørvinum. Eisini fara nøvnini Café og Ristorante at verða knýtt at Carrello- navninum, sigur John Mikk- elsen, sum verður dagligur leiðari á matstovuni. Alt italienskt Køkurin verður eisini itali- enskur, men talan verður kortini ikki bert um pizza. - Vit fara at leggja okkum eftir at finna okkara egna stíl við botnunum á pizza’- unum. Hartil fara vit at leggja okkum eftir at góðsk- an skal verða í topp, og alt verður frískar vørur, einki fryst, sigur John Mikkelsen. Umframt pizza verður eisini pasta, spaghetti og lasagna at fáa í øllum ser- ligum italienskum sniðum. - Men vit fara eisini at hava alt drekkandi itali- enskt. Tað veri seg vín, kaffi, og so fara vit sum teir fyrstu í Føroyum at selja eina italienska øl, Pironi, sigur John Mikkelsen. Manningin á Carrello er ógvuliga upptikin við øðr- um í løtuni, eitt nú hava teir nógv at gera við festivalin við Múrin. - Fram til festivalurin við Múrin hevur verið, fara vit bert at hava opið frá klokkan 17 til 23, men tá festivalurin er farin aftur um bak, verður opið frá 11 til 23, sigur John Mikkelsen. Hann leggur aftrat, at hava fólk hug at sita longur í vikuskiftunum, so fer tað sjálvandi eisini at bera til. Og tað ber til hjá øllum at koma oman í Carrello at fáa sær ein bita. - Vit hava gjørt eitt portur á, so koyristólar, barnavogn- ar og annað hevur lættliga atgongd til bæði terrassu og hølir. Hartil hava vit eisini eitt handikapp-WC, sigur Bjarni Kyster. Kokkarnir eru føroyskir, og starvsfólkið verður eftir tørvi, og fer allarhelst at flyta eitt sindur millum nýggju matstovuna og Bow- linghøllina. Bjarni Kyster, stjóri, og John Mikkelsen, sum verður dagligur leiðari av Carrello Mynd: Álvur Haraldsen Nýggj italiensk matstova Norska skúlaskipið kom á Havnina í morgun og fer avstað aftur í morgin VITJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Snotiliga norska skúlaskip- ið, Statsraad Lehmkuhl, sum er heimahoyrandi í Bergen, kom í morgun á stutta vitjan á Havnina. Skipið er ikki skúlaskip á hesum túrinum, men hevur ein hóp av ferðafólki við. Ferðin gongur úr Bergen um Hetland til Føroya, og tá skipið fer avstað aftur í morgin, gongur leiðin um Orkneyoyggjarnar heim aftur til Bergen. Tað vindur alt meiri upp á seg, at seglbátar koma á vitjan, men tað er eitt sindur meiri forkunnugt, at stór seglskip leggja leiðina hendan vegin. Statsraad Lehmkuhl vitjar Statsraad Lehmkuhl legði til bryggju tíðliga í morgun og liggur her til í morgin Mynd: Álvur Haraldsen