Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 127 - 7. juli 2009 140 mótmælisfólk deyð í Kina Harðir samanbrestir vóru fyrradagin millum muslimsk mótmælisfólk og løgregluna í kinesiska landslutinum Xinjiang. Almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at 140 fólk lótu lív í samanbrestunum, og at meiri enn 800 fingu skaða. Kinesisku myndugleikarnir siga, at útlendskir muslimar hjálptu tí uighuriska minnilutanum í Xinjiang at skipa fyri mótmælistiltøkunum. Teir flestu uighurarnir eru muslimar, og ein útlagin talsmaður fyri muslimarnar í Xinjiang sigur við Reuters, at fólk mótmæltu tí almenna politikkinum mótvegis muslimunum, og at alt var friðarligt, til løgreglan legði uppí. Uighurarnir eru ein minniluti har vesturi í Kina, og flestu teirra eru sunnimuslimar. Teir siga seg vera illa kúgaðar av kinesisku myndugleikunum. Forða ikki álopi á Iran Ger ísraelska stjórnin av at bumba kjarnorkuútbúnaðin í Iran fyri at beina fyri kjarnorkuvápnahóttanini haðani, fer USA ikki at forða ísraelsmonnum at fullføra álopið. Tað sigur amerikanski varaforsetin, Joe Biden. Í samrøðu við sjónvarpið ABC sigur Biden, at USA kann ikki áleggja einum sjálvstøðugum landi, hvat tað skal gera ella ikki. Hann legði tó dent á, at Barack Obama, forseti, hevur givið Iran tilboð um tingingar, og at tað tilboðið stendur við. Iran sigur, at landið ætlar sær at brúka kjarnorkuna til friðarlig endamál, men hesum hevur Ísrael ikki álit á. Ísraelska stjórnin hevur sagt, at vil Iran ikki samráðast, fer Ísrael at taka málið í egnar hendur. Býráðið og fakfeløg í Klaksvík hava nú stungið høvdini sam­an at tosa um­ vinnuligu støðuna í Norðoyggjum­ Økismenning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er nógv, sum gongur tann skeiva vegin í Klaksvík í løtuni. Men hevði Kósa- virkið latið upp aftur, hevði tað skjótt farið at gingið hin- vegin aftur. So stutt tekur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, saman um støðuna í Klaksvík í løtuni. Vánaliga vinnuliga støðan í okkara næststørsta býi fekk nú í vikuni Klaksvíkar býráð og umboð fyri fakfeløg í býn- um at stinga høvdini saman at umrøða støðuna og at kanna eftir, um nakað er at gera fyri at venda gongdini. Tað var borgarstjórin, sum tók stig til at fundin og hon fekk arbeiðsmannafelagið, arbeiðskvinnufelagið og handverkarafelagið á fund at umrøða støðuna í vikuni. Útróðrarfelagið skuldi eisini vera við, men teimum barst frá at møta. Hetta eru feløg, sum umboða heilar 700 limir, so tilsamans umboða tey eina stóra fjøld av arbeiðsmegini í Klaksvík. - Á fundinum vóru vit eru samd um, at hesin fundurin skuldi bara vera ein byrjan, sigur Gunvá við Keldu. - Sostatt skulu vit hittast aftur eftir summarfrítíðina at viðgera støðuna meiri nágreiniliga og tá verða kanska onnur feløg við eis- ini, leggur hon afturat. Hóast hon ásannar, at býráðið kann ikki vera við at seta nakað ígongd, men býráðið kann vera bindilið og kveikjari. Ljót tøl Og at okkurt má gerast, ivast borgarstjórin ikki í, tí hon vísir á, at tað eru heilir 200 klaksvíkingar, sum ganga arbeiðsleysir og tað er eitt stór tal, tá ið hugsað verður um samlaðu arbeiðs- megina. - Høvdu hesi fólkini havt arbeiði, kundi tað givið kommununi eina inntøku uppá minst fimm milliónir og tað næstan eitt heilt skattaprosent hjá Klaksvíkar kommunu. - So talan er um óhugnalig tøl, staðfestir borgarstjórin. Hon sigur, at ongi bein- leiðis uppskot komu á borð- ið, men tá ið partarnir hitt- ast aftur eftir summarferi- una, er ætlanin at hava onk- ur hugskot við á fundin. Kósin er nummar eitt Sjálv er Gunvá við Keldu púra vís í, at fortreytin fyri at venda gongdini í Klaks- vík, er, at Kósavirkið letur upp aftur. - Um so okkurt kemur aftur- at, er tað sjálvandi bara gott. Men eg meti, at byrjanin til eina framgongd má vera, at Kósavirkið letur upp aftur. - Tað er Kósavirkið, sum er lykilin til at venda aftur- gongdini, sum nú er, til framgongd aftur, sigur hon. Borgarstjórin í Klaksvík hevur onki at hava vónina í um at Kósin skal lata upp- aftur, tí onki ítøkiligt er á tap- etinum. Tvørturímóti hevur tað, sum er komið fram um Kósina, ikki ljóðað serliga hugaligt við atlitið til at Kósin skal lata uppaftur. Hon undrast kortini á, at Føroya Banki, sum umsitur Kósina, ikki vísir størri samfelagsatlit. - Tað er ótrúligt, at bankin bara hugsar um pengar og egnan vinning. Hetta er nevni- liga ikki bara pengar, tað snýr seg um, tí Føroya Banki hev- ur eisini nógv viðskiftafólk í Norðoyggjum, sum kunnu koma illa fyri av arbeiðsloysi og sum sostatt eisini kunnu fáa tað tórført at rinda sínar rokningar til bankan. Tí skilir hon ikki, hví bankin ikki eisini kann vísa samfelagssinni og gera sítt til at fáa Kósina upp aftur. Bankin vil ov trekur Annars skilst á henni, at onkrar royndir eru gjørdar at fáa Kósina upp aftur. - Men tað virkar heldur ikki sum um at bankin er ser- liga áhugaður fyri at finna eina loysn, tí tað, vit frætta, er, at tað er tórført at fáa nakað greitt svar frá honum. Kortini ivast hon ikki í, at letur Kósin upp aftur, hevði tað ført til harðari kapping um fiskin og tað hevði fingið prísirnar at hækka. Hinvegin segði umboð fyri Føroya Banka í útvarpinum hjá Kringvarpinum um viku- skiftið, at Kósavirkið verður selt so títt og knapt, bankin fær eitt brúkiligt tilboð. Annars staðfestir Gunvá við Keldu, at Kósavirkið hevur gingið væl, men at tað vóru trolararnir, sum drógu virkið við sær niður í díkið. Tí hevur hon framvegis eina vón um, at virkið onk- usvegna kann verða latið upp aftur. Bleiv nakað tosað á fund- inum at at fakfeløgini vóru sinnað at seta pening í Kós- ina? Fakfeløgini hava altíð víst góðan vilja at seta pening í vinnuligt virksemi. Men tey eru fíggjarliga veik. Og innast inni heldur borgarstjórin, at tað er óvirðiligt altíð at vænta, at arbeiðarafeløg skulu seta pening í vinnuligt virksemi, tí tey eru tey veikastu feløg- ini. Hinvegin hevur tað ong- antíð verið kravt av øðrum fakfeløgum, sum eru mun- andi betri fyri, at tey hjálpa til við nøkrum sum helst. Býráðið og fakfeløg stinga høvdini saman Støðan í Klaksvík, har 200 fólk eru arbeiðsleys, er alt annað enn góð, men nú royna fakfeløg og Klaksvíkar Býráð í felag at finna loysnir. Fyrst og fremst ræður um at fáa arbeiði aftur á Kósavirkinum, sigur borgarstjórin Jarðfeingi sigur, at oljuprísurin skal m­inst upp á sjey krónur fyri liturin, áðrenn tað loysir seg at fáa sær jarðhita ella hitapum­pu, m­en oljufeløgini siga, at hann skal m­inst upp á 10 krónur fyri lit­ urin, staðfestir lands­ stýrism­aðurin í fíggjar­ m­álum­ AlternAtiv orkA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Enn er oljan ov bílig til at tað loysir seg at fáa sær hitapumpu, jarðhita ella aðra alternativa orku. Hetta staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismað- ur í fíggjarmálum. Kári á Rógvi, løgtings- maður, hevur spurt lands- stýrismannin, hvussu dýr oljan skal vera, áðrenn tað loysir seg hjá fólki at fáa sær aðrar orkukeldur at hita húsini við. Løgtingsmaðurin vildi eisini hava at vita, hvussu nógv hevði komið í lands- kassan um oljuavgjaldið varð hækkað upp til markið, har tað hevði loyst seg at fingið sær alternativa orku. Og Kári á Rógvi vildi eis- ini hava at vita um Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta hevði eggjað fólki til at sloppið sær av við oljufýrið og heldur fingið sær alternativa orku. Millum sjey og 10 krónur Landsstýrismaðurin sigur, at eftir upplýsingunum, hann hevur fingið skal olju- prísurin verða minst sjey krónur fyri liturin, áðrenn tað loysir seg at fáa sær hita- pumpu, jarðhita ella aðra alternativa orku. Jarðfeingi sigur, at olju- prísurin skal vera minst vera ímillum sjey og átta krónur fyri liturin, men sjálvi hava oljufeløgini roknað seg fram til, at hann skal vera minst ímillum 10 og 11 krónur fyri liturin. Jóannes Eidesgaard sigur eisini, at var oljuavgjaldið hækka, so at prísurin kom upp á tað støðið, har Jarð- feingi sigur, at alternativ orka loysir seg, hevði tað givið landskassanum góðar 147 milliónir meiri í inn- tøku, men var prísurin hækk- aður upp har, sum oljufeløg- ini siga at hann skal verða, áðrenn alternativ orka loysir seg, hevði tað givið heilar 527 milliónir fleiri í lands- kassan. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er samdur í, at hægri oljuprísurin er, meiri eggjar tað fólki at gera íløgur í hitapumpu, jarðhita og aðra orku. Men hann staðfestir sam- stundis, at hann tekur ikki undir við einvegis at hækka avgjøld í hesum tíðum, tí verða avgjøld hækkað, má tað vera sum ein partur av ymsum bygnaðarligum broytingum. Oljan ov bílig til alternativa orku Enn er oljuprísurin og lágur til at tað loysir seg hjá húsarhaldum at fáa sær hitapumpu ella aðra alternativa orku og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tekur ikki undir við, at avgjøldini á olju verða hækka fyri at eggja fólki til at fáa sær alternativa orku