Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 127 - 7. juli 2009 Færri ísbjarnir Kanningar har norðuri í Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi hava staðfest, at ísbjarnirnar har fækka støðugt, og serfrøð­ ingar vænta, at gongdin fer at halda fram í komandi árum. Harafturímóti vísa aðrar kanningar, at ísbjarnastovnurin har norðuri í Kanada er minkaður nógv minni enn tann grøn­ lendski, og granskarar vænta, at minkingin verður uppaftur minni. Gongdin í Norðurkanada er jalig og gevur okkum betri vónir um framtíðina hjá ísbjørnini sum heild, sigur Erik W. Born hjá grønlendska náttúrustovninum við grøn­ lendska kringvarpið, KNR. Sambært granskarunum eru ikki færri enn 18 ísbjarnastovnar í økinum kring Norðpólin. Bretar umhugsa lønarsteðg Bretski fíggjarmálaráðharin, Alistair Darling, vil ikki útihýsa møguleikanum fyri, at stjórnin fer at lýsa lønarsteðg fyri øll starvsfólk hjá tí almenna. Í samrøðu við Sky News segði hann, at lønarsteðgur kann gerast eitt av amboðunum at tálma fíggjarkreppuni við, og hann segði seg vænta, at stjórnin fer at taka avgerð um málið um stutta tíð. Alistair Darling segði, at tað almenna lønarlagið eigur at vera ein spegilsmynd av støðuni í samfelagnum. Hann vísti eisini á, at inflasjónin hevur verið støðugt minkandi. Altjóða fíggjarkreppan hevur rakt Bretland rættiliga meint, og stjórnin hevur boðað frá víttfevnandi tiltøkum fyri at tálma avleiðingunum. KreppupaKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Allir føroyingar mugu taka eitt tak fyri at venda gongdini í samfelagnum. Men tað skal ongin rekast út av eggini. Tað harmar Jóannes Eid­ esgaad, landsstýrismann í fíggjarmálum, at Hermann Oskarsson, búskaparfrøð­ ingur, í Sosialinum í gjár so kraftiga fordømir ætlaða kreppupolitikkin hjá sam­ gonguni Í greinini ávarar búskapar­ frøðingurin staðiliga ímóti at seta lønarsteðg í verk, tí tað er at spara seg eftir reyv við tað, at keypiorkan mink­ ar, mistreystið veksur og sostatt fer tað bara at krepa kreppuna óneyðuga djúpa. ­ Tað er harmligt, at búskaparfrøðingurin skal taka ein einstakan tátt burt­ ur úr heildini. Veruleikin er, at talan er um ein samlaðan pakka, sum skal síggjast í eini heild og tilsamans eru tey virk­ semisskapandi tiltøkini nógv størri enn tálmandi tiltøkini. ­ Tá ið kreppupakkin eina­ ferð verður lagdur fram, fer tað ikki at senda nakran skelk ígjøgnum samfelagið, staðfestir landsstýrismaður­ in. ­ Tað skerst ikki burtur, at vit hava eina uppgávu at lyfta, men fyri at røkka ein­ um úrsliti, er tað neyðugt, at allir partar í samfelagnum vísa samhaldsfesti, bæði vinnulív, privat fólk, komm­ unur og landið. ­ Hetta er eitt samfelags­ átak og tað er neyðugt, at ávísir samfelagsbólkar ikki sita eftir við eini kenslu av, at tað eru teir, sum koma at bera byrðarnar einsamallir, men at allir samfelagsbólkar lyfta í felag. Púra skeiv mynd Landsstýrismaðurin harm­ ast tí um, at Hermann Osk­ arsson tekur ein einstakan tátt burtur úr heildini. Tað gevur eina púra skeiva mynd av málinum, sigur hann. Hann sigur, at seinastu árini hava vit havt ein óvan­ ligan stóran vøkstur í búskapinum upp á 7­8% um árið og meiri, har vøkst­ urin hevur verið 2­3% um árið. ­ Tað er øllum greitt, at slíkur vøkstur kann ikki halda fram og tí er neyðugt at tátta í. Jóannes Eidesgaard sigur, at tískil er ikki ætlanin at seta beinleiðis sparingar í verk. ­ Vit fara ikki at taka hvørkratak á føroyingum. Endamálið er at tálma vøkstrinum og at reka sam­ felagið fyri sama prís í 2010, sum tað kostaði at reka í 2009. Ávísir bólkar missa sersømdir Fyri ikki at tiltøkini raka ov hart, hava vit býtt kreppu­ pakkan sundur í trý. ­ Sjálvandi virka nøkur av tiltøkunum tálmandi og sjálvandi verða tað nøkur sum missa. Og sjálvandi virkar tað avmarkandi at taka onkrar sømdir frá fólki. Men tey verða ríkiliga uppvigað av teimum virk­ semisskapandi tiltøkunum, sum eru í pakkanum. ­ Samstundis er ætlanin at rudda fíggjarlógina fyri nakrar av teimum útreiðsl­ um, sum ikki hoyra heima á eini fíggjarlóg og Hermann Oskarsson hevur givið okk­ um rætt í, at vit eiga at rudda bygnaðin á fíggjar­ lógini. ­ Men tá ið vit gera hesar bygnaðarligu broytingarnar, verður avleiðingin, at ávísir bólkar í samfelagnum missa sínar sersømdir, eitt nú fáa fiskimenn og sjómenn ser­ sømdir í skattinum og tey, sum eiga hús, fáa serssømdir við tað, at tey fáa rentu­ stuðul. ­ Endamálið er at seta fíggjarlógina øðrvísi saman og at lúka útreiðslur burtur, sum ikki hoyra heima har. Hetta hava politikarar tosað um í nógv ár, men onki er hent. ­ Sjálvandi er tað tálm­ andi, tá ið ávísir samfelags­ bólkar missa sínar sersømd­ ir. Men tað er nettupp tí at pakkin skal síggjast í eini heild, tí hesi tálmandi tiltøk­ ini verða ríkiliga uppvigað av vakstrarpakkanum, har vit seta tiltøk í verk fyri at sparka búskapin ígongd við øðrum tiltøkum enn studn­ ingum. Sálarfrøði og búskaparfrøði Hermann Oskarsson hevur nettupp sagt, at tað er ikki í tíðum sum hesum, at avmarkingar skulu setast í verk, tí tað fer at styrkja kreppuna? ­ Skal tað eydnast at fáa undirtøku fyri at lúka ser­ sømdir hjá ávísum samfel­ agsbólkum burtur úr fíggj­ arlógini, verður tað neyðugt at seta pakkan soleiðis sam­ an, at allir partar í samfel­ agnum eru við til at lyfta byrðarnar, so at einstakir bólkar ikki føla, at teir standa einsamallir um at bera byrðarnar. Jóannes Eidesgaard ásannar, at hetta hevur líka nógv við sálarfrøði at gera, sum tað hevur við búskapar­ frøði at gera. Hinvegin harmast hann um, at Hermann Oskarsson als ikki nevnir hendan part­ in av kreppupakkanum. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at hann hevur eisini havt búskaparfrøðingar at rokna fíggjarligu avleiðingarnar av tí samlaða kreppupakk­ anum. ­ Og teirra niðurstøða er, at pakkin virkar nógv meiri stimbrandi fyri búskapin, enn hann virkar tálmandi. Men hann vil ikki koma nærri inn á tað og hann vil ikki nevna tøl. ­ Tað vendi eg aftur til, tá ið pakkin verður lagdur fram. Jóannes Eidesgaard er samdur í, at verður lønar­ hækkingin upp á 60 milli­ ónir strikað, er landið at missa upp ímóti 40 milliónir í inntøku í skatti og avgjøldum. Men fyri at kunna gera aðrar broytingar í samfelag­ num, er tað neyðugt at teir bólkar, sum verða raktir, eisini síggja tað, at ávísir bólkar sleppa snikkaleysir og enntá fáa meiri at ráða yvir, enn teir høvdu framm­ anundan. ­ Men skal tað eydnast at fáa eina politiska semju um pakkan, er tað neyðugt at taka allar partar við, leggur hann afturat. Hinvegin er tað eisini ein spurningur um, at teir ymisku samfel­ agsbólkarnir hava samhuga við hvørjum øðrum, sigur Jóannes Eidesgaard. Reka ikki føroyingar út á eggina Fyri at fáa politiska undirtøku fyri ætlaða kreppupakkanum, er tað neyðugt at taka frá øllum, men tey stimbrandi tiltøk, vit seta í verk, viga ríkiliga upp ímóti teimum tálmandi tiltøkunum, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum - Tá ið kreppupakkin verður lagdur fram, fer tað ikki at senda nakran skelk ígjøgnum samfelagið, tí tey virksemisskapandi tiltøkini eru nógv kraftigari enn sparitiltøkini, staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum