Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 127 - 7. juli 2009 Gorbatjov lítur á Obama Fyrrverandi sovjetski forsetin, Mikhail Gorbatjov, vil hava øll heimsins kjarnorkuveldi til at beina fyri sínum kjarnorkuvápnum. Í samrøðu við Sky News vísir hann á, at ein kjarnorkurakett av russiska slagnum SS18 svarar til 100 Tjernobyl-van- lukkur, og at tað eigur at siga øllum, hvussu umráðandi tað er at beina fyri hesum vápnunum. Gorbatjov sigur seg harmast um, at viðurskiftini millum Russland og USA eru versnað tey seinastu árini, men hann sigur seg vóna, at Barack Obama, forseti, fer at fáa tey aftur í rættlag, og at Obama kann virka fyri, at arbeiðið at skerja kjarnorkuvápnini verður tikið uppaftur. Semja um færri kjarnorkuvápn Russland og USA eru samd um ein rammusáttmála um, hvussu londini skulu skerja sínar kjarnorkuvápnagoymslur. Tað søgdu russiskir embætismenn í morgun, og teir søgdu seg vænta, at teir báðir forsetarnir, Dmitrij Medvedev og Barack Obama, fara at skriva undir sáttmálan, nú Obama er komin til Moskva á vitjan. Umframt kjarnorkuvápnini skulu Medvedev og Obama tosa um kríggið í Afghanistan, og hvussu Russland kann arbeiða saman við NATO-deildunum har. Haraumframt skulu teir báðir eisini tosa um amerikonsku rakettverjuna í Póllandi og Kekkia, sum russar ikki vilja góðtaka. Juni mánaði bleiv ein góður mánaður hjá Føroya Altjóða Skipa­ skráseting, tá 5 nýggj skip vórðu skrásett í FAS SkipaSkráSeting Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Í juli mánaði vórðu 5 nýggj skip skrásett í FAS – Føroya Altjóða Skipaskráseting. Hetta er ein vøkstur uppá 15,2 prosent. Hesi nýggju skipini eru Fure Star og Fure Sun - 2 produkttangaskip úr Svøríki skrásett av Nolsö Shipping, Nordkinn – bingjuskip úr Noregi leigu- skrásett av Skipafelagið Nor Lines, Eldborg – nýbygt supply skip frá Supply Service í Leirvík og Axel – bingjuskip úr Íslandi skrásett av Dregg Shipping. Hesi 5 skipini umboða eina bruttotonnagu uppá 27.037. Tað svarar til eina øking á 26,5 prosent. - Felags fyri øll 5 skipini er, at tey eru rættiliga nýggj – Eldborg enntá spildurnýtt – og í sera góðum standi. Fyri at tryggja góðskuna á flagginum, er neyðugt at vit leggja okkum eftir at fáa nýggj og góð skip í skrá- setingina. Miðal aldurin fyri tey 38 skipini, sum nú eru í FAS er lækkaður við knappliga 2 ½ ár. Hetta er ein sera positiv gongd, og kunnu vit væntað, at hon kemur at halda á fram í heyst, tí fleiri nýggjar skrá- setingar eru ávegis – av hes- um eru 2 nýbygningar, greiðir Skipaskrásetingin frá. - Í seinastuni hava før- oyskir skipsførarar havt ávísar trupuleikar av at fáa síni sjóvinnubrøv, tí av teimum kravdu 36 mán- aðunum í siglingstíð, skulu minst 6 mánaðir hava verið við handilsskipum. Tann føroyski farmaflotin er ikki av teimum størstu, men við góðari hjálp frá millum øðrum Smyril Line, umframt teimum donsku reiðaríunum A.P. Møller- Mærsk og Torm, hevur bor- ið til at mynstra sum »yvi- tal« fyri á tann hátt at fáa ta kravdu siglingstíðina. Nú 5 nýggj skip eru komin undir føroyskt flagg, verður tað helst munandi lættari at fáa ta neyðugu siglingstíðina, greiðir FAS frá. Føroyar fyrimunir av FAS Lógarbroytingarnar á nýggj- árinum hava virkað eftir ætlan, tí útlendskir reiðarar, sum fyri árum síðani hava ivast, hava nú valt at skrá- seta skip teirra í føroysku altjóða skipaskrásetingini, tí teir nú meta hana at hava kappingarfyrimunir í mun til aðrar líknandi skipanir. Bert »føroyingar« kunnu eiga skip í FAS. Tí mugu útlendskir reiðarar stovna eitt felag í Føroyum, sum so verður eigari av skip- unum. Eisini mugu út- lendsku reiðaríini hava før- oyskan umboðsmann. Hetta gevur eitt ávíst virksemi, eini 2 ársverk á landi fyri hvørt skipið. Harafturat hava nógvir føroyingar kjans við FAS skipum. Av- leiddar vinnur fáa eisini ágóðan av hesari nýggju spírandi vinnuni. Her verð- ur hugsað um ferðaseðlar, gisting, matstovur og annað. Harumframt merkja tey á Føroya Altjóða Skipaskrá- seting stóran áhuga millum føroyingar sum vilja bjóða seg fram við ráðgeving og tænastum. - Tað er tí gleðiligt at síggja gongdina sum nú er, at føroyingar taka seg sam- an í sterkar eindir, sum kunnu bjóða seg fram at veita dygdargóðar tænastur innan altjóða handilskipa- og frálandavinnu, staðfestir FAS í uppgerðini av støðuni primo juli 2009. Juni ein góður mánaður hjá FAS Í dag lat nýggja matstovan Etika á Áarvegnum loksins upp. Talan er um eitt øðrvísi mat­ og vínstað, har millum annað sushi er á matarskránni MatStova Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Myndir: Rógvi Nybo Etika er navnið og Sushi er á matarskránni. Matstovan Etika er latin upp á Áarveg- num í hjartanum á Havn- ini. Tað er Hotel Føroyar- samtakið, sum letur hetta øðrvísi mat- og vínstaðið á Áarvegnum upp. Ætlanin er at bjóða lættan og sunnan mat og gott vín afturvið, eitt nú sushi, smoothies og djús, og kaffi og sandwichar út úr húsinum. Vínið í Etika er úr nýggja vínkjallaranum hjá Hotel Føroyum. Tað verða millum 16 og 24 ymisk sløg, sum verða skift út hvønn mánað. Vínið verður at fáa úr einari sjálvtøku, ella einari vínmaskinu, sum kundin keypir eitt kort til, áljóðandi eina ávísa upphædd. - Við hesum vóna vit, at tað verður eitt sindur meira spennandi at drekka vín í Føroyum. Tí tað ber eisini til at keypa sær ein lítlan smakk, og soleiðis at royna seg fram. So fyri einar 100- 150 krónur ber til at fáa eitt gott vínupplivilsi, segði 28 ára gamla Winnie Simonsen, sum verður leiðari á Etika við Portalin í mars mánaði. Hon er bachelor í føðslu og heilsu við sergrein innan catering. Sushi, sum hevur verið sera vælumtókt í granna- londunum seinastu árini, er japanskur fiskarættur við ráum fiski, serligum rísi, tara og grønmeti. Fólkini handan Etika ivast ikki í, at sushi fer at fella í góða jørð í Føroyum, tí føroyingar ferðast nógv, og hava roynt tað aðrastaðni. Tey hava havt tað á matarseðlinum á Hotel Føroyum í nøkur ár og hava fingið nógvar fyri- spurningar um Sushi á hin- um matstøðunum, sum hoyra til samtakið. Sosialurin var framvið í dag, meðan vertir á Rás2 royndu sushi, júst áðrenn reseptiónina, sum var klokk- an 12. So er sushi á Áarvegnum Fimm nýggj skip vórðu skrásett hjá føroysku altjóða skipaskrásetingini í juni mánaði