Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 7. juli 2009 – Nr. 127 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 5 Cavendish hølvaði alt av Bretski Mark Cavendish spurtaði seg í gjár til næsta etapusigurin í Tour de France. Feltið fylgdist annars væl móti málinum, men í spurtinum megnaði eingin at fylgja bretanum. Norski Thor Hushovd gjørdist nummar tvey, meðan franski Cyril Lemoine kom á mál sum nummar trý. Í samlaðu støðuni er Fabian Cancallera á odda framman fyri Tony Martin og Lance Armstrong. Tyson aftur í ringin 42 ára gamli Mike Tyson sigst nú vera ávegis einum come-back í boksiringinum. Sambært serbiskum miðlum skal Tyson vera høvuðsnavnið á eini bokistevnu í Beograd tann 20. desember í ár. Mótstøðumaður hansar verður tá Nenad Stankovic, sum fyllir 33 ár hendan dagin. Verður dysturin veruleiki, verður hetta fyrsti dysturin hjá Tyson í trý ár. Tá ið Gongurólvur vann FM fyri seks árum síðani, vunnu kvinnurnar í Havnar Róðrarfelag fimm teir fyrstu róðrarnar, men so kiksaði tað tvær tær seinastu ferðirnar Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Gongurólvur við kvinnum hevur beina kós ímóti FM heitinum. Leygardagin vann báturin hjá Havnar Róðrarfelag fyri fimtu ferð av fimm møguligum, og harvið hava kvinnurnar mest sum tryggjað sær FM heitið, sum verður tað einasta, ið Havnar Róðrarfelag fer at vinna í ár. Leygardagin royndi Páll Fangi at bjóða av, og leingi sá tað út til, at tað skuldi bera teimum úr Klaksvík til at hótta Gongurólv. Men í endaspurtinum var eingin spurningur. Gongurólvur, sum hevði verið tað mesta av einari hálvari bátslongd aftanfyri Páll Fanga, var so sannførandi, at hann fór á mál meiri enn eina hálva bátslongd undan Páll Fanga. Søgan endurtekur seg, plagar at verða tikið til. Gongurólvur við kvinnumanning hevur ikki vunnið FM síðani í 2003. Ta ferðina vann 6-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag við kvinnumanning fimm teir fyrstu róðrarnar rættuliga sannførandi. Men so kiksaði tað tvær ferðir. Á vestanstevnu vann Jarnbardur, meðan Páll Fangi var næstfremstur og Gongurólvur nummar trý, og á ólavsøku vann Jarnbardur, og Gongurólvur var nummar tvey. Higartil í ár hava avrikini og úrslitini onga ábending givið um, at tað ikki skal fara at eydnast Gongurólvi at vinna allar róðrarnar, og sjálvandi eru tær uppsettar uppá, at í ár skal arbeiðið gerast væl og virðiliga liðugt! Søgan skal ikki endurtaka seg Havnarkvinnurnar umborð á Gongurólvi hava skúgvað alla kapping til viks hetta róðrarárið Hóast Liverpool sigur nei, so sigur Florentino Perez, at hann nokk skal syrgja fyri, at Xabi Alonso spælir í hvítum eftir summarsteðgin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Real Madrid longu hevur brúkt úti við tvær milliardir krónur í summar, tá felagið hevur keypt Kaka, Ronaldo, Benzema og Albiol, so er forsetin í felagnum, Florentino Perez ikki liðugur við sína summar- shopping enn. Leingi hevur ljóðað, at Real Madrid vil hava fatur á Xabi Alonso hjá Liverpool, men higar til hevur Liverpool bara sagt, at teir als ikki eru áhugaðir í at selja. Nú hevur Perez givið Liverpool eina freist upp á tvær vikur til at siga sær, hvussu nógv teir vilja hava fyri spælaran. Áður hevur verið gitt, at Liverpool fer at krevja á leið 200 milliónir fyri spælaran, og so er spurningurin, um tað er ein upphædd, sum kann ræða Florentino Perez. Sigið mær prísin! Sunnudagin skipaði Seglið fyri kappsigling millum fýramannafør á Toftum Kappsigling Tíðindaskriv 15 bátar vóru tilmeldaðir og 13 fullførdu. Byrjað var kl. 15 stundisliga við leysum starti inni í hylinum í Runavík. Teinurin var uml. 5 km, og tað tók skjótastu bátunum 30 min. Tað gevur eina miðalferð millum 4 og 5 míl í tíman. Til tíðir var frískt lot, og bátarnir fóru skúmandi av stað, fyrst inn eftir fjørðinum, vendu um eina boyu og so yvir á Strendur um eina boyu har, áðrenn síðsta leggið var út í hylin á Toftum. Málið var á Toftagjógv. Alma úr Vestmanna við Símuni Olsen og Dánjal Jákup Andreasen kom fyrstur á mál av bátunum. Nummar tvey gjørdist Jona av Strondum, og vóru tað Per Mikkelsen og Sæðbjørn Nielsen, sum førdu hendan, og triður á málið var Hoyvíkingur, sum Egil og Jóhan Simonsen førdu. Síðani komu: Malli, Ternan, Oddvør, Sildin, Mia, Grani, Luddi, Vinur, Búgvin og Hoyvíksbáturin. Nummar eitt, tvey og trý fingu handað steyp, umframt at Alma fekk handað ferðasteyp, sum byrjað varð at sigla um á eystanstevnu í 1997. Næsta sigling verður í Kaldbak næsta sunnudag. Alma vann kappsiglingina Xabi Alonso stendur nú ovastur á ynskilistanum hjá Real Madrid