týsdagur 7. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. juli 2009 – Nr. 127
Franskt talent til United
Manchester United er nú heilt nær við at tryggja sær
undirskriftina hjá Gabriel Obertan, sum spælir í Bordeaux.
Obertan, sum er 20 ára gamal, hevur gjørt nógv vart við seg
á hjá franska felagi sínum, umframt at hann eisini er ein
týðandi spælari á franska U21-landsliðnum. Obertan hevur
mest verið nýttur sum kantspælari, men hann kann eisini
spæla sentralt á miðvøllinum og í álopinum.
Benayoun leingir við Liverpool
Yossi Benayoun og Liverpool er komin ásamt um, at spælarin leingir sín
sáttmála við felagið fram til 2013. Verandi sáttmálin gekk annars fram til
summarið 2011, men ísraelin gjørdi somikið nógv vart við seg í fjør, at
Rafael Benitez longu nú vildi hava felagið at leingja sáttmálan.
Við sjáldan sæddum
sannførandi endaspurti
syrgdi Tvørabáturin fyri,
at spenningurin um FM
heitið í kappingini millum
6-mannafør við monnum er
varðveittur
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað kemur fyri, men tað kemur ikki
so ofta fyri, at ein bátur er so
sannførandi og avgjørdur í
endaspurtinum, sum Tvørabáturin
var tað leygardagin í Fuglafirði.
Fittan part av 1500 metra
teininum bendi nógv á, at
spenningurin fór at hvørva í
kappingini um FM í róðri millum 6-
mannafør við monnum. Men
endaspurturin vendi upp og niður
upp á plaseringarnar, og úrslitið ber
við sær, at tað framvegis er
spenningur um FM heitið.
Hóast Tvørabáturin átti besta
startin og legði seg meiri enn hálva
bátslongd framum Riddaran, ið
eisini var aftanfyri Sundabátin, so
tóktist alt verða, sum tað plagar at
vera, tí í óførum miðróðri legði
Riddarin seg á odda.
Higartil í ár hevur tað ikki
stemmað soleiðis hjá
Sundabátinum, sum tað hevur gjørt
undanfarnu árini, men talan hevur
verið um støðuga framgongd eftir
vánaliga byrjan á norðoyastevnu,
og nú kann tað gott vera, at
Sundabáturin fer at blanda seg upp
í kappingina um sigrarnar.
Eina løtu leygardagin sá tað út til,
at Sundabáturin skuldi hótta
næstfremsta plássið hjá
Tvørabátinum, men soleiðis tørnaði
tað kortini ikki út, tí Tvørabáturin
sýndi framúr endaspurt.
Tvørabáturin fór fyrstur um
málið, tíðin var tann besta, sum
nakað 6-mannafar hevur róð í
Fuglafirði, og harvið endurtóku
suðuroyingar tað, sum teir gjørdu á
sundalagsstevnu, tá ið bæði
Firvaldur við gentum og
Tvørabáturin vunnu.
Riddarin er framvegis fremstur í
FM kappingini og favorittur til at
verða meistari. Men munurin er
bara eitt stig, og tí verður einki
avgjørt fyrrenn á Ólavsøku.
Róðurin í Fuglafirði vísti, at tað á
Vestanstevnu í sandavági
leygardagin mugu metast at vera
tríggir bátar, ið fara at liggja framvið
at vinna!
Fantastiskt avrik
tryggjaði spenningin
Um Argjabáturin kemur
á mál í tveimum teimum
seinastu róðrunum, so
vinnur hann meistaraheitið
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eingin ivi er um tað. Argjabáturin
vinnur FM í ár. Tað siga tølini, eftir at
Argjabáturin á varmakeldu í
Fuglafirði vann fyri fimtu ferð av
fimm møguligum.
Teir fimm sigrarnir hava borið 35
stig í úrtøku. Ørvur er næstfremst
við 26 stigum. Bara fýra bátar
luttaka í kappingini. Aftasti báturin
fær trý stig. Tað vil siga, at
Argjabáturin eigur trygd fyri 41
stigum. Um alt skuldi vent á høvdið
tvær tær síðstu ferðirnar, og
Argjabáturin endaði aftast, og
Ørvur vann, so hevði stigatalið hjá
Ørvi verið 40.
Aftur leygardagin royndi
Árnfirðingur at hanga uppií, og tað
eydnaðist fyrsta lítla helmingin av
1500 metra teininum. Men so
slitnaði sundur, og á málinum var
munurin næstan so stórur, sum
hann hevur verið undanfarnu
ferðirnar.
Kappingin er knallhørð
í genturóðrinum, har
Firvaldur og Jallurin báðir
hava sama stigatal
Úr dalinum
og upp á
kambin
Eftir vónbrotið
í heimasjógvi á
jóansøku, eydnaðist tað
Firvaldi av Tvøroyri at
vinna genturóðurin á
varmakeldu
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fyri stórari viku síðani sótu tær
umborð á Firvaldi ógvuliga
vónbrotnar, tá ið róðurin
millum 5-mannafør við gentum
var av. Í heimasjógvi á
Trongisvágsfirði vórðu tær
snýttar av Báruni, sum ikki
hevði luttikið í ár, og sum vann
á jóansøku.
Á varmakeldu luttók Báran
ikki, og á varmakeldu var eingin
ivi. Firvaldur og Jallurin løgdu
seg beinanvegin fremst, og
Sílið royndi at hanga uppií.
Skjótt hevði Firvaldur vunnið
seg eina hálva bátslongd
framum Jallin, og Jallurin
megnaði ongantíð rættiliga at
svara aftur. Firvaldur var fyrstur
á mál, og nú er sera tøtt
kapping um FM. Bæði Firvaldur
og Jallurin hava 31 stig.
Enn einaferð róði Argjabáturin púra einsamallur á málið, meðan
restin av feltinum kappaðist um næstu plássini Mynd: Argjabáturin
Enn einaferð róði Argjabáturin púra einsamallur á málið, meðan
restin av feltinum kappaðist um næstu plássini
Argir hava vunnið FM
Við sigrinum á varmakeldur syrgdi
Tvørabáturin fyri, at spenningurin í 6-
mannafarsróðrinum hjá monnum helst
heldur sær líka til ólavsøku