týsdagur 7. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 7. juli 2009 – Nr. 127 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 3
Hvidovre nær gjaldssteðgi
Seinasta kappingarár máttu bæði FC Amager og Køge geva
skarvin yvir í dystinum móti fíggjarkreppuni. Nú bendir alt á, at
Hvidovre noyðist sama veg. Sambært Ekstra-Bladet hevur
spælarafundur verið í felagnum, tí felagið hevur heitt á hópin um
at ganga við til ein lønarniðurskurð, sum skal vera við til at bjarga
felagnum fíggjarliga.
80.000 sóu Ronaldo
í Madrid
Heili 80.000 garvillir áskoðarar vóru á Bernabeu,
tá Cristiano Ronaldo í gjár læt seg í hvíta búnan
hjá Real Madrid. Ronaldo var bara á vøllinum í
hálvan tíma, men fagnaðurin mundi ongan enda
tikið, tá hann fyrst jongleraði eitt sindur við
bóltinum, áðrenn hann tók mikrofonina: - Hetta
hevur verið mín dreymur, síðani eg var ein lítil
drongur, segði Ronaldo við áskoðararnir.
Kvinnurnar umborð á Erlu
Kongsdóttir megnaðu
leygardagin tað í
kappróðri, sum kvinnurnar
í Fuglafirði ongantíð
áður hava megnað í
heimasjógvi
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var ikki hissini kapitul, sum
leygardagin varð skrivaður í
kappróðrarsøguni hjá
fuglfirðingum.
Frá fyrsta taki var tað týðuligt, at
tær á Erlu Kongsdóttir ætlaðu at
seta eyka bluss undir stevnulagið í
Fuglafirði. Erla Kongsdóttir og
Frúgvin høvdu besta startin, og
hesir báðir bátarnir lógu borð um
borð allar túsund metrarnar.
Erla Kongsdóttir átti góðan
endaspurt, og tá ið bátarnir fóru
um málið, var munurin ein hálv
bátslongd. Sigurin hjá Erlu
Kongsdóttir ber við sær, at Erla
Kongsdóttir nú er á odda í FM
kappingini
Móttøkan var ófør, tá ið Erla
Kongsdóttir kom aftur á dráttin, og
tað var ikki so undarligt. Hetta var
fyrstu ferð nakrantíð, at
kvinnubáturin hjá fuglfirðingum
vann á varmakeldu stevnu!
Fyrsta Erla Kongsdóttir varð
smíðað veturin 1963/64. Niklas í
Koltri, sáli, smíðaði, og tað kann
gott vera, at hetta var seinasti
báturin, sum hann smíðaði úti í
Koltri.
Kvinnurnar í Fuglafirði vóru so
mikið óførar umborð á Erlu
Kongsdóttir í 1964, at tær vunnu
FM heitið, tá ið tað eftir ólavsøku
varð kappast á Skálafjørðinum.
Hetta árið vann Erla Kongsdóttir
fleiri róðrar, men tað eydnaðist
teimum ikki at vinna í Fuglafirði. Á
varmakeldu í 1964 var tað Ternan
av Toftum, sum vann kappingina
millum 5-mannafør við kvinnum.
Báturin, sum tær í Fuglafirði nú
gera seg galdandi í, varð
upprunaliga smíðaður sum Sílið hjá
Havnar Róðrarfelag. Hetta var í
2002. Í 2007 varð báturin keyptur til
Fuglafirðar, og í ár hevur gingið so
mikið væl, at Erla Kongsdóttir nú er
á odda í FM kappingini.
Tað hevur annars verið langt
millum sigrarnar hjá fuglfirðingum í
kappróðri. Einasti sigurin á
varmakeldu frammanundan tí
leygardagin varð vunnin 5. juli í
1997. Tá var tað 8-mannafarið
Gullbrandur, sum vann. Hann var tá
mannaður við monnum úr
Funningsfirði og bygdunum har á
leið.
Í 1964 fingu fuglfirðingar nýtt 10-
mannafar. Besta árið við tí bátinum
var í 1968, tá ið Fuglfirðingur vann
FM.
Í nýggjari tíð hevur
kvinnumanningin á Erlu
Kongsdóttir bara vunnið eina ferð,
áðrenn sigrarnar á norðoyastevnu,
fjarðastevnu og ná á varmakeldu í
ár. Tað var á fjarðastevnu í 1991,
sum var í Kollafirði, at Erla
Kongsdóttir, sum annars ikki stóð
seg nakað serliga væl, vann.
Einki er at ivast í, at tað hevur
havt árin í Fuglafirði, at kappróðurin
nú hevur fingið betri umstøður.
Kommunan eigur bygningin, har
kappróðrarfelagið húsast. Men tað
eru eldsálir í felagnum, sum hava
fingið fígging til vega og hava
innrættað hølini, so tey nú hava
góðar umstøður til felagsarbeiði og
venjingar.
Fuglfirðingar fyri fyrstu
ferð fremstar í Fuglafirði
Fyri fyrstu ferð yvirhøvur
vann bátur úr Fuglafirði
FM-róður á heimasjógvi
Hesa ferð vunnu
dreingirnir av
Skálafjørðinum eitt vet
tryggari sigur, enn teir
gjørdu á Trongisvágsfirði
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað gekk, sum tað plagar at gera, tá
ið 5-mannaførini við dreingjum
kappaðust á varmakeldu. Í
undanfarnu kappingunum hevur
Tjaldrið vunnið. Á jóansøku var
sigurin teprari, enn hann hevði
verið undanfarnu ferðirnar, og tí
kendist tað ivaleyst serliga
spennandi undan kappróðrinum í
Fuglafirði.
Báðir bátarnir hjá Argja
Róðrarfelag – Blikur og Teistin –
royndu at bjóða av, og tað var
leingi heilt tætt. Allir hinir duttu
afturav, og í endaspurtinum vóru
tað Tjaldrið og Blikur, sum
kappaðust um fremsta plássið.
Teir á Tjaldrinum vóru teir
drúgvaru. Tá ið bátarnir fóru um
málið, var Tjaldrið eina hálva
bátslongd frammanfyri Blik. Teistin
var leingi væl við, men í
endaspurtinum eydnaðist tað
Royndini Fríðu at taka Teistan og
harvið at tryggja sær bronsuplássið.
Nú skal tað vilja meiri enn illa til
hjá dreingjunum í
Kappróðrarfelagnum NSÍ, um tað
ikki skal eydnast teimum at vinna
FM heitið. Undan vestanstevnu og
ólavsøku hevur Tjaldrið níggju stig
at geva av.
Tó er einki at ivast í, at talan
framvegis verður um stóra og tætta
kapping. Tjaldurs dreingirnir vilja
fegnir vila FM við fullari úrtøku, og
argjadreingir vilja fegnir vinna
róðrarnar, sum eftir eru – ikki minst
á ólavsøku.
Vinnur Tjaldrið á vestanstevnu,
kunnu teir rópa seg
føroyameistarar longu áðrenn
ólavsøkuróðurin
Tjaldrið spennir sínar veingir
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
Stig íalt
Varmakelda
1 Tjaldrið
35
7
2 Blikur
26
6
3 Teistin
18
4
4 Junkarin
18
0
5 Royndin Fríða
16
5
7 Báran
14
3
8 Kollur
8
2
9 Havfrúgvin
3
0
10 Sílið
1
1
11 Jallurin
1
0
6-mannafør, kvinnur
1 Gongurólvur
35
7
2 Páll Fangi
29
6
3 Sølmundur
25
5
4 Jarnbardur
20
4
5 Hvessingur
16
3
6 Romvlvs
10
2
5-mannafør, gentur
1 Firvaldur
31
7
2 Jallurin
31
6
3 Sílið
22
5
4 Hvassi
17
4
5 Havfrúgvin
14
3
6 Falkur
10
1
7 Báran
7
0
8 Junkarin
3
2
9 Kollur
3
0
10 Katla
1
0
5-mannafør, kvinnur
1 Erla Kongsdóttir
33
7
2 Frúgvin
32
6
3 Hvassi
23
4
4 Ritan
22
5
5 Blikur
15
3
6-mannafør, menn
1 Riddarin
33
6
2 Tvørabáturin
32
7
3 Smyril
20
2
4 Sundabáturin
19
5
5 Gongurólvur
16
4
6 Skúgvur
11
1
7 Rádni
8
3
8 Jarnbardur
1
0
8-mannafør
1 Argjabáturin
35
7
2 Ørvur
26
5
3 Árnfirðingur
24
6
4 Knørrur
20
3
10-mannafør
1 Klaksvíkingur
33
7
2 Eysturoyingur
32
6
3 Havnarbáturin
25
5