týsdagur 7. juli 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. juli 2009 – Nr. 127
Eftir stóra dramatikkin
leygardagin og fyrsta
sigurin nakrantíð hjá
Klaksvíkingi í Fuglafirði,
er áhugin fyri kappróðri
av álvara vaknaður aftur í
Klaksvík
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað tykist vera trygd fyri stórum
drama hvørja ferð, tá ið
Eysturoyingur og Klaksvíkingur
liggja borð um borð og kappast á
2000 metra málinum.
Soleiðis hevur tað verið fyrr í
summar, og soleiðis var tað
leygardagin, tá ið bátarnir róðu
borð um borð allan teinin og fóru
um málið mest sum í senn.
Svein Rógvi Nielsen,
bátsformaður, situr á lærinum í
stýriborði á Klaksvíkingi. Sum á
jóansøku hevði hann leygardagin
Eysturoying stýrisborðsmegin seg
sjálvan, og hann heldur, at tað ikki
ber til at ímynda sær størri
spenning enn tað, sum hann og
allir hinir umborð á hesum báðum
bátunum vóru í leygardagin:
- Á jóansøku fingu vit so
fantastiska góðan start, og tá fóru
vit beinanvegin tað mesta av einari
bátslongd framum og kundu tískil
stýra róðrinum. Hesa ferð var
starturin meiri vanligur. Vit kendu,
hvussu uppsettir teir á Eysturoyingi
vóru, og teir róðu ein fínan róður.
Eg sá alla tíðina yvir á teir, og vit
hoyrdu, hvussu teir koyrdu á. Vit
góvu alt, sum vit høvdu, men tað
kendist sum um, at tað stóð púra
fast.
Eina løtu sá tað út til, at teir
høvdu hug at ganga frá tykkum?
- Undanfarnu ferðirnar hava teir
fyrr enn vit sett føtur í bekk, og tað
gjørdu teir eisini hesa ferð. Tá
vunnu teir hálva bátslongd frá
okkum, men vit megnaðu tíbetur at
svara aftur, og tá ið vit fóru um
málið, hevði eg eina góða kenslu.
Vart tú vísur í, at tit høvdu
vunnið?
- Nei, tað vóru vit ikki. Fleiri av
okkara áskoðarum stóðu soleiðis
fyri, at teir sóu málfoto, og tá ið tey
fegnaðust, so vóru vit greiðir yvir, at
tað var koppað okkum til fyrimunar.
Tíðin sigur, at tað var tætt, og
soleiðis kendu vit tað. Hetta er
fantastiska hugaligt og stuttligt.
Úrslitið á varmakeldu ber við sær,
at Klaksvíkingur nú er fremstur í FM
kappingini. Góða gongdin ger, at
áhugin fyri kappróðri av álvara er
kyknaður aftur í Klaksvík, eftir at tað
hevur verið meiri ella minni
øskukalt, síðani 10-mannafarið
vann FM í 2006.
Allir norðoyingar kenna seg eiga
í Klaksvíkingi, og tað er ikki so
undarligt. Ein rógvari er av
Viðareiði, ein úr Árnafirði, ein úr
Kunoy, Heini Hátún býr í
høvuðsstaðnum, Martin Venned er
klaksvíkingur í Søldarfirði, og hinir
búgva í Klaksvík.
Síðani sera tepra sigurin
leygardagin hevur verið nógv tosað
um, nær Klaksvíkingur seinast
hevur vunnið í Fuglafirði.
Heimasíðan drekin.fo hevur fína
úrslitatænastu aftur til 1973. Síðani
tá hevur 10-mannafarið hjá
klaksvíkingum ikki vunnið á
varmakeldu. Í 1970, 1964 og 1963
hilnaðist tað væl hjá Klaksvíkingi,
men heldur ikki tá vann hann í
Fuglafirði, og tí er tað sannlíkt, at
sigurin leygardagin var tann fyrsti
nakrantíð hjá Klaksvíkingi í
Fuglafirði.
Eysturoyingur hevur vunnið
nógv, og leygardagin vísti
manningin, sum í Heiðabátinum
hevur vunnið so nógv tvey tey
seinastu árini, at stríðið um FM
heitið á ongan hátt er liðugt.
Leygardagin fer at verða kappast
á 1000 metrum á Sandavági. Tá er
aftur lagt upp til dramatikk og stóra
og tætta kapping. Ormurin Langi
hevur verið trúfast umboð fyri
høvuðsstaðin higartil í ár. Munurin
frá honum og fram til hinar báðar
hevur ikki verið so ógvuliga stórur,
og nú verður spennandi at síggja,
hvussu tað fer at hilnast, tá ið tað
fer at verða kappast á 1000
metrum.
Kappróðrarfepur
í Klaksvík
Triðju ferð á rað var Klaksvíkingurin fyrstur á mál, og nú eru teir eitt stig framman fyri Eysturoying í
FM-kappingini
Jochumsen fingið svína-krím
Anders Jochumsen, sum var toppskjútti hjá FC Amager, er í løtuni á
Cypros. Ætlandi skuldi talan vera um eina róliga summarferiu, men nú
er Jochumsen sendur í isolatión, eftir at hann er smittaður við H1N1 –
eisini kent sum svínakrím. Sjálvur roknar hann tó við, at hann sleppur
heim til Danmarkar um nakrar dagar.
Ullrich fyri rættin
Myndugleikarnir í Schweiz hava nú gjørt av at reisa ákæru
móti fyrrverandi toppsúkklaranum, Jan Ullrich. Ullrich er áður
dømdur sekur í doping-nýtslu, men hesa ferð er ákæran, at
hann hevur flutt pening til spanska dopinglæknan,
Eufemiano Fuentes. Ullrich gavst at súkkla í 2006, tá hann
varð tveittur úr Tour de France. Um hann verður dømdur
sekur hesaferð, sleppur hann á ongan hátt at virka innan
súkkluítróttina aftur.
Úrslitini á varmakeldu
1 Tjaldrið
04:58.16
2 Blikur
04:59.22
3 Royndin Fríða
05:03.05
4 Teistin
05:03.08
5 Báran
05:04.11
6 Kollur
05:08.18
7 Sílið
05:10.07
8 Ritan
05:15.07
9 Junkarin
05:20.02
10 Firvaldur
05:26.07
1 Gongurólvur
05:07.21
2 Páll Fangi
05:09.22
3 Sølmundur
05:12.01
4 Jarnbardur
05:12.22
5 Hvessingur
05:15.07
6 Romvlvs
05:21.08
1 Firvaldur
05:27.16
2 Jallurin
05:29.05
3 Sílið
05:32.16
4 Hvassi
05:36.18
5 Havfrúgvin
05:37.16
6 Junkarin
05:41.18
7 Falkur
05:45.15
1 Erla Kongsdóttir
05:13.10
2 Frúgvin
05:14.09
3 Ritan
05:24.16
4 Hvassi
05:24.18
5 Blikur
05:30.16
1 Tvørabáturin
07:07.23
2 Riddarin
07:08.09
3 Sundabáturin
07:08.23
4 Gongurólvur
07:16.02
5 Rádni
07:19.14
6 Smyril
07:20.13
7 Skúgvur
07:21.03
8 Strálan
07:24.18
9 Hósvíkingur
07:32.18
1 Argjabáturin
07:01.03
2 Árnfirðingur
07:09.08
3 Ørvur
07:24.05
4 Knørrur
07:27.16
1 Klaksvíkingur
08:48.01
2 Eysturoyingur
08:48.09
3 Ormurin Langi (RK)
08:57.20
10 mannafør
5 mannafør dreingir
6 mannafør kvinnur
5 mannafør gentur
5 mannafør kvinnur
6 mannafør menn
8 mannafør