týsdagur 7. juli 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mortan úr Hørg
spælur við AB
komandi mánaðirnar
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Heimasíðan hjá AB staðfestir
í kvøld, at Mortan úr Hørg
spælur við uppflytarunum
komandi mánaðirnar.
28 ára gamli Mortan úr
Hørg, sum er uppvaksin í
Sumba, hevur seinastu fýra
árini spælt við HB, har hann í
hesum kappingarárinum
hevur havt trupulleikar við at
vinna sær pláss í
byrjunaruppstillingini.
Verjuleikarin hevur spælt
fimm altjóða landsdystir fyri
Føroyar.
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 7. juli 2009
B36 hevur skrivað
sáttmála við
liðskiparan hjá
føroyska U21-
landsliðnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Christian Restorff Mouritsen
spælir við B36 tað, sum eftir
er av hesum kappingar
árinum. Tað upplýsir B36 á
heimasíðu sínari.
Christian hevur verið
roknaður sum ein av evna
ríkastu spælarunum í Føroy
um, og í fleiri ár var hann
knýttur at Manchester City.
Skaðar hava tó darvað
honum nógv eisini eftir at
hann í fjør summar vendi
heim til barndómsfelagið,
HB.
Har hevur tað ikki eydnast
honum at bíta seg fastan á
besta liðið hjá felagnum í ár,
og nú hevur hann so valt at
royna eydnuna hjá
grannunum.
KT-leiðari
Ert tú til eina avbjóðing?
Hetta starvið setur krøv til tín kunnleika,
eldhuga og kreativu evni.
Tú verður leiðari fyri netfyrisitingini hjá
TAKS. Fýra fólk starvast á KT-deildini hjá
TAKS, tú verður leiðari hjá teimum, men tú
verður eisini partur av felags netfyrisitingini
í Fíggjarmálaráðnum, sum húsast á Argj-
um.
Tú fær ábyrgdina av dagføringum, við-
líkahaldi av KT-skipanunum og okkara KT-
netumhvørvi. Tú fær eisini ábyrgdina av
KT-trygdini.
Tú kemur saman við leiðsluni á TAKS at
gera langtíðarætlanir og seta mál fyri KT-
eindina. At samskipa KT- menningina á
øllum stovninum. At leggja til rættis og
leiða KT-verkætlanum. At røkja samstarvið
við uttanhýsis KT-veitarar. At umsita og
skjalafesta infrakervið.
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi út-
búgving. Kanst tú vísa á royndir sum
leiðari og verkætlanarleiðari, er hetta ein
fyrimunur.
Eisini vænta vit, at tú hevur góð sam-
starvsevnir og dugir væl at arbeiða í toymi.
At tú dugur væl at skipa arbeiði, hevur
fokus á loysnir og megnar at taka av-
gerðir.
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum landstýrið og viðkomandi yrkis-
felag. Møguleikar eru fyri eftirútbúgving.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Eyðun Mørkøre, settur stjóri, á
telefon 352600, ella undanfarna KT-leið-
aran, Fróða Danielsen á telefon 216884.
Send umsókn saman við avritum av
prógvum, ummælum og CV til TAKS í
seinasta lagi 3. august 2009, kl 15.00.
Merkt: umsókn KT-leiðari.
www.taks.fo
TAKS er ein stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at umsita toll- og avgjals-
skattalóggávuna og innheintingar innan málsøkini hjá stovninum. TAKS hevur 135 starvsfólk
og er skipað við einari høvuðseind á Argjum og trimum skrivstovueindum runt landið.
T-postur: taks@taks.fo ella Postadressa: TAKS · Postsmoga 2151 · FO-165 Argir
B36 styrkir
miðvøllin
Mortan úr Hørg
til AB
Mortan úr Hørg hevur havt ilt við at vinna sær pláss á
liðnum hjá HB í ár. Nú fer hann at spæla við AB
Mynd: www.ab.fo
Renna í Runavík
Í kvøld klokkan 18.30 verður
skipað fyri rennikapping í Runavík
renning
Tíðindaskriv
Kappingin, sum er 4. umfar í Grand Prix
kappingini fyri vaksin hjá FÍF, er eisini
kapping um FM heiti í 10 km renning á vegi.
Eins og undanfarin ár verður byrjað
omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til
Sjómansheimið, har sneitt verður oman á
keiina. Síðan verður runnið inn eftir
Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya
Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda
leið skal rennast góðar 9 ferðir.
Seinastu ferð koma rennararnir á mál við
Sjómansheimið.
Hendan rutan verður vanliga nýtt í
Várkappingini, og verður mett at vera ein
tann skjótasta 10 km rutan í landinum.
Kappast verður í hesum bólkum, ið allir renna
10 km:
Kvinnur opin bólkur (f. 1993)
Menn opin bólkur (f. – 1993)
Kvinnur (K45+) f. 19631954
Menn (M45+) f. 19631954
Kvinnur (K55+) f. 1953 ella fyrr
Menn (K55+) f. 1953 ella fyrr
Kristjan á Neystabø, formaður í B36, og Christian
Restorff Mouritsen skrivaðu í gjár undir sáttmála
Mynd: www.b36.fo