mikudagur 8. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 128 - 8. juli 2009
Ein 43 ára gamal
maður varð í Føroya
rætti í gjár dømdur
tríggjar mánaðir
fongsulsrevsing fyri
at hava gjørt seg
kynsliga inn á eina
smágentu. Hann
varð frídømdur fyri
barnaporno, við tað
at broytingarnar í
føroysku lógini ikki
eru komnar í gildi
enn
siðamisbrot
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Hóast maðurin noktaði seg
sekan, valdi dómarin í Før
oya rætti at trúgva eini smá
gentu, sum hevði greitt pol
itinum frá, at ein maður í
heimbygd hennara hevði
gjørt seg inn á hana kyns
liga. Tað var hent fyri tveim
um árum síðan.
Maðurin
varð
valdur
fongsulsrevsing í tríggjar
mánaðir, men hann skal
bara inn at sita teir 30 dagar
nar. Hinir báðir mánaðirnir
eru treytaðir við royndartíð
í tvey ár. Tað vil siga, at ger
hann einki revsivert í tvey
ár, falla teir báðir mánaðirnir
burtur.
Maðurin skal gjalda gent
uni 10.000 krónur i endur
gjaldi, og hann skal gjalda
sakarmálsútreiðslurnar.
Ikki fantasi
Rættarmálið fór fram fyri
afturlatnum hurðum, men
dómfellingin var almenn,
og tá segði dómarin seg
vera sannførdan um, at gent
an hevði sagt satt. Dómarin
segði, at maðurin í rættinum
hevði vart seg við, at gentan
hevði funnið uppá skuldset
ingina, og at politisturin,
sum avhoyrdi, hevði mani
pulerað gentuna, men tað
helt dómarin onga grund
vera fyri at halda.
Tann 43 ára gamli maður
in varð eisini ákærdur fyri
at hava tikið barnaporno
grafiskar myndir niður av
netinum, men henda ákæran
varð slept.
Orsøkin til tað var, at
nakrar ætlaðar broytingar í
revsilógini ikki eru komnar
í gildi enn. Eftir galdandi
lóg skulu børn verða undir
15 ár, um talan skal vera
um barnapornografi. Ein
onnur treyt er, at myndirnar
vísa kynslív.
Myndirnar, sum politiið
fann hjá politinum, luku
ikki báðar treytir fyri at
kunna nevnast barnaparno
grafiskar. Summar myndir
vóru av gentum undir 15 ár,
men ikki beinleiðis porno
grafiskar,
aðrar
myndir
vóru pornografiskar, men
óvissa var um, hvønn aldur
genturnar høvdu.
Maðurin, sum varð dømd
ur, avgjørdi beinanvegin at
kæra dómin við kravi um
frídøming.
Ákæruvaldið
valdi beinanvegin at mót
kæra við kravi um harðari
revsing.
Dømdur fyri
siðamisbrot
Væl lønt meiri skatt
Í Danmark fyrireika Sosialdemokratarnir og Sosialistiski
Fólkaflokkurin eitt uppskot, sum skal áleggja teimum best
løntu donsku skattaborgarunum at rinda meiri skatt enn nú.
TV2 visti í gjár at siga, at sambært uppskotinum skulu øll,
sum forvinna meiri enn eina millión krónur, rinda fim prosent
eykaskatt av tí, sum inntøkan fer upp um ta fyrstu milliónina.
Ein tílík broyting fer at raka umleið 20.000 danir. Umframt
skattahækkingina ætla Sosialdemokratarnir og SF at avmarka
skattafrádráttin fyri prvatar pensjónsuppsparingar. Henrik
Dam Kristiansen, sum er skrivari hjá sosialdemokratiska tingbólkinum, váttar fyri TV2, at flokkarnir arbeiða
við einum skattauppskoti, men meiri vil hann ikki siga.
Toskurin givið nógv minni
Tann vánaligi toskaprísurin hevur havt við sær, at norskir fiskimenn
hava fingið einar 800 milliónir krónur minni fyri toskin higartil í ár
enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað skrivar FiskeribladetFiskaren. Teir
fyrstu seks mánaðirnar í ár landaðu norskir fiskimenn 137.000 tons
av toski fyri 1,6 milliard norskar krónur. Í sama tíðarskeiði í fjør var
nøgdin 144.000 tons, og virðið var 2,4 milliardir krónur. Sostatt var
ikki tann stóri munurin á nøgdini, men helvtarmunur á virðinum.
Harafturat hava teir norsku fiskimenninir eisini fingið munandi
minni fyri hýsuna og upsan higartil í ár enn fyrra hálvár í fjør.
Ein mótmælisbólkur
á Facebook, ið kallar
seg »Nær fáa vit
nokk« tekur eftir
øllum at døma
politiskt skap nú
Politikkur
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Fólkini handan ein nýggjan
Facebookbólk, ið kallar seg
»Nær fáa vit nokk«, hava
eftir øllum at døma fingið
nokk nú.
Bólkurin varð stovnaður í
apríl mánaði, og gevur
bólkurin teimum fólkavaldu
og stýrandi í landinum av
grovfílini fyri bæði ódugna
semi og rotinskap við
meira. Nógv eru løgst aftur
at bólkinum síðan stovnan
ina, og eru tað í dag 1.123
limir í bólkinum.
Orðið er frítt í bólkinum,
og fólk halda seg ikki aftur
við ábreiðslunum, og er enn
tá
ein
avrikslisti
yvir
avrikini hjá politikarunum.
Millum ivasomu avrikini,
ið eru listað upp, kunnu
nevnast » 1) Hoyvíkssátt
málin, sum hvørki kann
brúkast til eitt ella annað«,
»5) Ein fantastiskur undir
sjóvartunnul leggur Føroyar
lamið í næstan eitt ár«, »10)
Fíggjarmálaráðharrin drekk
ur seg skít í Íslandi.« og »
11) Politikarar renna avstað
við møblum, heldur enn at
geva teir til t.d. ALV.«
Mótmæla
verandi støðu
Nú hava fyriskiparar hand
an bólkin tó fingið nokk,
og sendu tey, sambært
heimasíðuni hjá MESS, í
gjár boð til allar limirnar
um, at farið er undir at
stovna ein politiskan flokk.
Flokkurin er stovnaður
sum eitt mótmæli móti støð
uni í landinum. Bólkurin
vil vera við, at politiska
støðan í landinum er fryst
føst í klandri, og at politik
ararnir ikki lurta eftir fólk
inum. Á síðuni hjá bólkinum
spyrja tey eitt nú, hvørt før
oyingar ikki áttu at gjørt
»ein Ísland« vísandi til at
fólkið har herfyri tvingaði
stjórnina frá, og fingu
nýval.
Enn hevur flokkurin tó
einki navn, og kjakast verð
ur óført um hetta á Face
book.
Eisini verður kjakast um
møguliga manning ella eina
endaliga endamálsorðing.
Tí biðja tey limir sínar á
Facebook siga frá, hvat tey
halda er eitt gott navn,
hvørji skulu stilla upp, hvat
endamálsorðingin
skal
vera, og yvirhøvur koma
við viðmerkingum og hug
skotum til nýggja flokkin.
Nýggjur politiskur
flokkur ávegis
Frá fyrsta til annan
ársfjórðing 2009 fór
brúkaraprístalið 0,6
prosent niður. Tað er
triði ársfjórðingur
upp í slag, at brúk
araprístalið lækkar,
skrivar Hagstovan
Prístal
Jóanis Nielsen
joanis@post.olivant.fo
Samanborið við annan árs
fjórðing í 2008 er brúkara
prístalið
lækkað
0,9
prosent.
Rentulækking
Brúkaraprístalið fór 0,6
prosent niður frá fyrsta
ársfjórðingi til annan árs
fjórðing 2009, úr 116,1
niður í 115,4. Rentan á
íbúðalánum er farin 11,8
prosent niður og hevur
mestu ávirkanina á prís
fallið.
Eisini prísirnir á nógv
um matvørum eru lækkað
ir seinasta ársfjórðingin,
mest á frukt og grønmeti,
sum eru farnir ávikavist
2,3 og 1,7 prosent niður.
Seinasta
ársfjórðingin
hevur mesti prísvøkstur ver
ið í nýtslubólkinum ymisk
ar vørur og tænastur, sum
eru farnar 2,4 prosent upp.
Hesin prísvøkstur stavar frá
hækkandi prísum á dag
stovnaplássum og trygging
um. Nýtslubólkurin flutn
ingur er farin 1,4 prosent
upp, mest tí brennievni til
akfør er dýrkað.
Bíligari brennievni
Annan ársfjórðing 2009
vóru brúkaraprísirnir í mið
al 0,9 prosent lægri enn
sama ársfjórðing í 2008.
Hóast prísirnir á brenni
evni til akfør eru hækkaðir
seinasta
ársfjórðingin,
vóru teir annan ársfjórðing
22,7 prosent lægri enn
annan ársfjórðing í 2008.
Og saman við príslækking
ini á brenniolju til húsar
hald upp á 36,5 prosent, er
hetta meginorsøkin til neg
ativa árliga prísvøksturin.
Frítíð og mentan er farið
1,2 prosent niður, serliga
orsakað av lægri prísum á
uttanlandsferðum og mót
tøku og endurgevingar
tólum.
Men hóast príslækking
hevur verið seinasta árið,
eru tað fleiri nýtslubólkar,
ið eru vorðnir dýrar.
Bíligari at liva