Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 128 - 8. juli 2009 - At herða revsi- rammuna fyri barna- pornografi forðar ella steðgar tí ikki í sjálvum sær, tað skulu onnur tiltøk til. Men tað sendir eitt greitt signal út um, at slíkt kann als ikki góðtakast, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna við lógarmálum BARNAPORNO Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Málið um siðamisbrot og barnaporno á internetinum á síðuni yvir av, hevði uttan iva fingið ein nógv strangari dóm, vóru nýggju revsilóg­ irnar komnar í gildi. Men hóast tær eru samtyktar í løgtinginum, verða tær ikki settar í gildi fyrr enn á nýggjárinum. Tá verður heldur eingin ivi um aldurin á børnunum. Tá verða tey roknað sum børn inntil tey eru 18 ára gomul. Annika Olsen, landsstýris­ kvinna við lógarmálum, arbeiddi í longri tíð við at nútímansgera revsilógina, og tað var eitt drúgt arbeiði. Heilar 52 broytingar vórðu lagdar fyri tingið, og tær komu allar ígjøgnum til end­ ans – um enn onkur við bit og slit. Paragraffirnar 222 og 223 snúgva seg um siða­ misbrot og barnaporno, og har eru revsirammurnar gjørdar munandi strangari. Revsiramman fyri siða­ misbrot var fongsul upp í eitt ár. Tað verður nú hert til tvey ár, og eru tað serliga herðandi umstøður kann hetta brot verða revsað við fongsli heilt upp í seks ár. Eisini verður týðiligari til­ skilað hvat er at rokna sum barnapornografiskt tilfar. Fyrningarfreistin er longd fyri siðamisbrot. Hetta hendi longu í 2001, har galdandi 10­ára fyrningar­ freist fekk gildi frá 18. ári. Tað merkir, at 10­ára fyrn­ ingarfreistin gongur frá 18­ 28 ár nú, har hon áður fekk gildi frá tí, at siðamisbrotið varð framt og tíggju ár fram. Tað merkir í førinum við fýra ára gomlu gentuni, at málið fyrnaðist, tá hon fyllir 14 undir gomlu ásetingini, meðan freistin við nýggju lógini er heilt fram til hon fyllir 28 ár. Fyribyrging ­ Tað hevur týdning at gera sær greitt, at ein herðan av revsirammuni ikki kemur barnapornografi til lívs, men tað sendir eitt greitt signal út um, at slíkt ikki verður góðtikið, sigur Annika Olsen. Hon sigur, at tað skulu aðrir fyribyrgingarhættir til at forða fyri eitt nú barna­ porno á internetinum. ­ Føroya Tele gjørdi eina­ ferð eina kanning sum vísti, at yvir 300 føroyingar eru inni á barnapornografiskum heimasíðum. Um tað so er av óvart ella av tilvild ber sjálvandi ikki til at siga. Tað kunnu jú eisini vera børn, sum av tilvild zappa seg inn á eina slíka síðu, sigur Annika Olsen. Hon vísir á, at slíkt tilfar er eins lætt atkomiligt í Før­ oyum sum alla aðrastaðni í heiminum, og tí ræður um at fáa sett filtur á, so ikki slepst inn á hesar heima­ síðurnar. Fyribyrgingarnar í sjálv­ ari lógini fara at geva ákæru­ valdinum munandi sterkari kort á hondina, tá ákæra verður reist um siðamisbrot og barnapornografi. Eftir samtyktina í løgting­ inum ljóðar §235 (barna­ porno av internetinum) soleiðis: »Den, som ud­ breder utugtige fotografier eller film, andre utugtige visuelle gengivelser eller lignende af personer under 18 år, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år eller under særligt skærp­ ende omstændigheder med fængsel indtil 6 år«. Skærpende omstændig­ heder meinast eitt nú við persónar, sum eru við í einum barnapornoringi og breiðir út myndir og líkn­ andi av børnum. Mannahandil Nú broytingar eru gjørdar í revsilógini verður næsta stigið at kanna lógir um mannahandil. Vit vita, at slíkur handil fer fram í londunum rundan um okkum, og tí mugu vit rokna við, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað eisini kemur inn á okk­ um, sigur Annika Olsen. Í Danmark er hetta ein stórur trupulleiki, og tað finnast hundraðtals, ja, kanska túsundtals kvinnur, sum eru lokkaðar til Dan­ markar, fyri síðani at verða sendar út á gøtuna at selja seg sjálva. Sami trupulleiki finst eisini í Noregi, og hóast norska stjórnin gjørdi eina lógarbroyting á nýggjári­ num sum bannaði keypi av sex – framman undan var tað ólógligt at selja sex – so er hevur hendan broytingin ikki gjørt tann stóra munin. Tað fara helst at ganga nøkur ár, áðrenn vit fara at uppliva slíkt í Havnar gøtum, men tað er í hvussu er nakað, sum landsstýris­ kvinnan í lógarmálum er varug við kann gerast aktuelt áðrenn langt um líður. Barnapornografi kann als ikki góðtakast Íslendingar umhugsa íløgur í Hvítarusslandi Í síðstu viku var eitt íslendskt ferðalag í Hvítarusslandi. Tað var útflutningsráðið í Reykjavík, sum legði ferðina til rættis, og endamálið var at kanna, um tað kann loysa seg hjá íslendingum at gera íløgur í Hvítarusslandi. Millum fyritøkurnar, sum sendu umboð til hvítarussiska høvuðsstaðin Minsk, vóru Iceland Seafood, Loftleiðir og MP­Bankin. Þorleifur Þór Jónsson, sum var ferðaleiðari, sigur við blaðið Vísir, at eingir sáttmálar vórðu gjørdir á ferðini, men at ferðalagið kannaði, hvat kann hava áhuga. Eitt sindur av samhandli er millum Ísland og Hvítarussland. Eitt nú keya hvítarussar fisk úr Íslandi, virka hann og selja hann uttanlands. Oljufepur í Suðurjyllandi Um tveir mánaðir fer eitt polskt oljufelag at vita, um olja og gass eru at finna í undirgrundini í Suðurjyllandi. Polska felagið væntar at finna olju og gass í einum øki millum býirnar Sønderborg, Aabenraa og Bovrup, og 400 bøndur í umráðnum hava játtað tí polska felagnum at gera seismiskar kanningar í september. Bara tveir bøndur vóru ímóti kanningunum. Szbigniew Curylo, sum er stjóri í tí polska oljufelagnum, sigur við JydskeVestkysten, at undirgrundin í tí suðurjyska økinum, sum felagið fer at kanna, er átøk einum øki í Pólandi, har bæði olja og gass eru funnin. Annika Olsen sigur, at ein strangari revsiramma í sjálvum sær ikki forðar fyri barnaporno, men hon sendir eitt sterkt signal um, at vit ikki góðtaka slíkt