Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 128 - 8. juli 2009 Í kreppupakkanum hjá samgonguni er lagt upp til, at sigling­ in hjá Smyrli ímillum Suður oy og Havnina, skal skerjast KreppupaKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Næsta ár skulu suðuroyingar ha va verri ferðasamband enn teir hava í ár. Tað er ein møguleiki, sum er nevndur í ætlaða kreppu pakkanum hjá sam­ gongu ni fyri at spara peng­ ar. Bæði Jóannes Eidesgaard, lands styrismaður í fíggjar­ málum, og Kaj Leo Johanne sen, løgmaður, hava áður boðað frá, at øll fíggjar lógin sum hon er, skal gjøgnumgangast fyri at finna sparingar. Og keldur hjá Sosialinum, sum hava verið á fundi í fíggjar málaráðnum og fing­ ið frágreiðing um kreppupakkan, fortelja, at sam gongan hevur enntá sett kikaran á ferðaætlanina hjá Strand ferðsluni fyri at vit um tað ikki ber til at finna sparingar har eisini. Missa ein túr Og í hesum sambandi er eitt uppskot hjá samgonguni at strika ein túr hjá Smyrli ímill um Suðuroy og Havn­ ina mikudag, fyri at finna spar ingar. Smyril hevur í nógv ár siglt tveir túrar um dagin ímill um Suðuroy og Havn­ ina, men nakað síðani játtaði Løgtingið Strand­ ferðsl uni eyka pengar, so at Smyril kundi sigla tríggjar túr ar afturat um vikuna. Sostatt varð ferðaætlanin víðk að, so at Smyril nú í eina tíð hevur siglt tríggjar ferðir ímillum mánadag og mikudag og so er ein eyka túrur um vikuskiftið. Men nú sær altso út til, at Smyril missur eykatúrin miku dag. Strandferðslan upplýsir, at skuldi tað hent, at ein túr ur hjá Smyrli verður strik aður, fer tað at føra til eina sparing upp á onku­ stað ni ímillum 1,7 og 2 millión ir. Tað allarmesta av hesum er olja, tí Strandferðslan ivast í um tað ber til at spara nak að í mann ing ar út reiðsl­ um, hóast ein túrur verður tik in burtur úr ferða æt lan­ ini Uttan at hava kannað tað út í æsir, sigur Bogi Morten­ sen, stjóri á Strandferðslu­ ni, at skal ein túrur hjá Smyr li strikast, kann tað tykj ast sum um at miku­ dag ur er frægasti dagur at ge ra tað í, tí tá siglur hann tríggj ar ferðir. Smyril siglur eisini tríggj­ ar ferðir mánadag, men tá er heilt nógvur flutningur, ser liga av farmi, sum kemur uttan lands um vikuskiftið. Annars heldur stjórin, at verð ur játtanin til Strand­ ferðsl u na skerd, so at ein túr ur skal strikast, má tað um hugsast gjølliga hvør túr urin skal vera og tað má gerast í samráð við skiparan og má byggjast á hagtøl fyri ferðafólk og farm, sum eru við teir ymsu túrarnar. Ógvuliga óheppið Kristin Michelsen, borgar­ stjóri á Tvøroyri, heldur, at tað er stak óheppið at sam­ gongan fer at nápa burtur av túratalinum hjá Smyrli. ­ Túrarnir mitt á degi mána dag og mikudag hava ver ið ómetaliga hentir, ser­ liga hjá suðuroyingum, ið fara stutt ørindi til Havnar og hjá fólki norðaneftir, sum hava ørindi í Suðuroy. Hann sigur tískil, at tað verð ur ikki uttan mótstøðu, at samgongan sleppur at sker ja túratalið hjá Smyrli og at hann nú fer at taka stig til at kalla borgar stjór­ ar nar í oynni á fund at við­ gera málið. Ferðasam- bandið til Suðuroyar skerjast Heldur ikki ferðasambandið ímillum Suðuroy og Havnina sleppur snikkaleyst undan spariknívinum hjá samgonguni. Tað liggur í kortunum, at samgongan ætlar at spara smáar tvær milliónir við at strika ein túr hjá Smyrli um vikuna Borgarstjórarnir í Suður oy ásanna nú, at samgongan er ikki sinnað at byggja æt laða eftirskúlan í Hval ba og tí verður kann að eftir um onn­ ur høli eru, sum kun­ nu brúkast eftirsKúli Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Borgarstjórarnir í Suðuroy berjast av øllum alvi fyri at æt laði eftirskúlin í Suðuroy verður til veruleika. Og nú fara teir at kanna eftir um ikki hóskandi høli eru í oynni at húsa skúlanum í. Higartil hevur verið tosað um at byggja ein eftirskúla í Hvalba, men sannlíkindini fyri tí minka alsamt. Og nú hava borgar stjór­ ar nir í Suðuroy ásannað, at skal tað eydnast fáa ein eftir skúla í Suðuroy, verða teir helst noyddir at sleppa kravi num um at hann skal vera í Hvalba. Annars hava teir higartil hild i ð fast um, at skúlin skul di vera í Hvalba. Hin­ veg in hevur lands stýris­ kvinn an í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, boð að púra greitt frá, at tað er ov dýrt. Hon heldur, at skal eftir­ skúlin í Suðuroy hava nakr­ an møguleika, verður neyðugt at finna eina bí lig­ ari loysn og at finna innivist fyri skúlanum í onkrum høli, sum eru í oynni fram­ m a nundan. Tí heldur hon, at ein hósk an di bygningur skal finn ast onkustaðni í oynni og so skal næmingaheim byggj ast í tilknýti til tann bygn ing in. Sjálv heldur hon, at skúl­ in í Sumba er sera væl hósk andi til eftirskúla. Borgarstjórar standa saman Støðan, sum eftirskúlin er kom in í, fekk allar sjey borg ar stjórarnar í Suðuroy at hittast um vikuskiftið at við gera málið. Úrslitið av fundinum er, at teir hava sent lands stýris­ kvinnuni í mentamálum eina felags niðurstøðu, har teir framvegis halda, at bes­ ta loysnin er at byggja eftir­ skúlan í Hvalba. Hinvegin staðfesta teir, at lands stýriskvinnan tekur ikki undir við at byggja æt laða skúlan í Hvalba. Hinvegin siga borgar­ stjórar nir í Suðuroy, at tað ógvu liga umráðandi fyri teir at staðfesta, at teir stan­ da saman um eftirskúlan, sama hvar í oynni hann verð ur. Fyri ikki at missa eftir­ skúlan av oynni, eru allir borgar stjórarnir í Suðuroy samd ir um, at nú fara teir hvør í sínum lagi at kanna eftir um teir finna onkur høli, sum kunnu hugsast at vera hóskandi til at húsa ein um eftirskúla. ­ Vit halda, at hetta er eitt ógvu liga álvarsligt mál og at farast skal skynsamt fram fyri at finna best hugsandi loysn ina, siga teir sjey borgar stjórarnir í fráboðan til landsstýriskvinnuna í menta málum. Teir eru eisini samdir um, at tá ið tær sjey kommunur­ nar hava havt høvi til at bjóða seg fram, verða teir ymsu møguleikarnir lagdir fyri eftirskúlanevndina, sum so skal meta um, antin nøk ur av hølunum, sum eru til taks, eru hóskandi til ein eftir skúla, tí tað verður hon, sum eigur endaligu av gerði­ na. Leita eftir hølum í Suðuroy til eftirskúla Sparing er skeivur kreppupolitikkur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, sigur eins og Hermann Oskarsson, at lønarsteðgur er ikki tað rætta í krepputíð. ­Sparing er ikki tann rætti kreppupolitikkurin. Vit klára saktans at hava eina milliard í halli á fíggjarlógini um árið í tvey ár og at læna báðar milliardirnar til undirskotið. Tað sigur búskaparfrøðingurin Jóannes Jacobsen við útvarpið hjá Kringvarpinum. Hann ávarar eisini ímóti ætlanini hjá landsstýrinum at fáa fakfeløgini at ganga við til at strika lønarhækkingina í heyst. ­Tað er grundleggjandi búskaparfrøði, at lønarsteðgur er heilt burturvið í einari konjunkturkreppu, sigur Jóannes Jacobsen, sum er fyrrverandi skrivari hjá Búskaparráðnum. Hann hevur skrivað eina phd­ ritgerð í buskaparfrøði, sum hann skal verja í næsta mánað. Nú skal soppurin burtur Vága Kommuna er farin undir at høvuðsumvæla og nútímansgera alla niðastu hædd í gamla skúlabygninginum Miðvágs­ Sandavágs skúla, skúlanum á Giljanesi. Soppavøkstur varð staðfestur har í vár. Talan er um skúlastovu og serhøli frá høvuðsinngongdini og heilt inn í eystara enda á bygninginum. Gólv og veggir verða skift út, eins og undirlagið verður gjørt heilt av nýggjum. Økið kring sjálvan skúlabygningin er fyri stuttum grivið upp og drenað av nýggjum. Soppavøkstur varð staðfestur í bygninginum í eini kanning, sum gjørd varð í apríl í ár, og hetta hevur virkað við til at framskunda umvælingina.