Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 128 • 8. julil 2009 Hetta er ein áhugaverd søga um Hans Ringberg, sum aftaná 70 ár úr Føroyum framvegis tosar føroyskt. Hann hevur nú aftur verið í Føroyum saman við soni, verdóttir og abbadóttir, og var hetta júst 80 ár eftir, at hann kom til Føroyar á fyrsta sinni. Ofta verða amtmenn settir í samband við danska „imperial­ ismu“, men í hesum førinum er skaptur ein einastandandi føroyaalskur hjá børnunum hjá Ringberg, og hevur hann vart alt lívið. Eitt annað av børnunum hjá Ringberg, sum serstakliga hevði sama føroyaalsk var Ása, sum javnan var í Føroyum, áðrenn hon andaðist í fjør. Hesin føroyaalskur hevur eisini smittað av til næsta ættarlið, tí við sær til Føroya plagdi Ása at hava dóttrina Litten, sum arbeiddi í danska fiskimálaráðnum. Her møttu føroyingar einum embætisfólki, sum hevði veruligan áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og sum meira enn onnur fólk í slíkum starvi varðveitti góð persónlig viðurskifti við føroyingar. Til Føroya átta ára gamal Hans var átta ára gamal, tá ið hann kom til Føroya við Tjaldur. Pápin var farin frammanundan, og nú fóru mamman og børnini. Tað var illveður á leiðini, og hetta var ein drúgv ferð. Ferðin heim tók fýra samdøgur, og Tjaldur lá bakk í eitt hálvt samdøgur við Hetland. Tað vóru umborð bert tveir persónar, sum ikki høvdu sjóverk. Annar var Hans, og hin var kendi danski grønlandsfararin Einar Mikkelsen, sum hevði hvalastøð í Lopra. Tað var sera tómligt í matarhøllini, so Hans gottaði sær við teimum reyðu sodavatnunum, sum Einar bjóðaði honum. Tá var framvegis ikki møguligt hjá ferðamannaskipum at leggja at, so tey vóru fergaði í land av teimum kendu fergumonnunum Hans Viðstein og Tom Nicolajsen. Hans hevur tískil eisini upplivað fergutíðina. Møblarnir vóru førdir í land í prámum. At koma úr Store Kongensgade í Keypmannahavn til Havnar við 3.000 fólkum var ein broyting av teimum stóru. Hetta minnist Hans eisini sum størstu broyting í sínum lívi. Hetta var eitt heilt annað lív, tey nú skuldu hava. Í Danmark skuldi altíð ansast eftir teimum. Tey kundu ikki fara út fyri dyr uttan barnagentu, men í Havn fóru tey út einsamøll sum tey høvdu hug. Teimum kom eisini at dáma so væl, at tey als ongan áhuga høvdu fyri at sleppa heim til Danmarkar í summarfrítíðini. Annars vildi Hans nú sleppa aftur til Føroyar við ferða­ mannaskipi, og tað var við Norrønu. Hann vildi saman við sínum uppliva at síggja oyggjarnar reisa seg úr havs­ brúnni, soleiðis sum hann sjálvur hevði upplivað tað sum drongur. Hans segði eisini, nú hann kom, at tað var sum at kenna seg at koma heim aftur, hóast øll hesi árini, sum eru farin! Byrjaði við at fara í karantenu Ringberg var skrivstovustjóri í løgmálaráðnum. Hann verður biðin um at fara til Føroyar at vera amtmaður, og fekk hann at vita, at eftir eitt skeið í Føroyum kundi hann søkja dómarastarv í Danmark. Hjalmar Ringberg kom til Føroya í 1929. Tað var ein ringur ísvetur og tí trupult hjá skipunum at sigla. Tá ið hann kom til Føroyar gingu meslingar, og hann var koyrdur í karantenu. Hetta var byrjanin á hansara amtmanstíð. Vóru sum aðrir dreingir Dreingirnir hjá amtmanninum vóru sum aðrir dreingir. Amt­ maðurin hevði nakrar føroyskar bátar til embætisnýtslu. Ein av hesum bátum, eitt seksmannafar, hevði staðið leingi á landi. Men Hans og beiggi hansara Ole høvdu uttan loyvi tikið bátin og drigið hann á sjógv. Tá vísti tað seg, at hann lak illa. Fyri at tetta lekan sendi Hans Ole heim eftir margarini. Teir tettu so bátin og løgdu frá landi og róðu yvir í Sandagerð. Tá ansaði pápin eftir tí og fekk steðgað teimum. Men so gjørdi pápin tað, at hann keypti dreingjunum ein bát, sum var bygdur í Svínoy. Báturin kallaðist eisini Svínoy. Hendan bát kundu teir sigla við, men tó ikki út úr havnini. Tað gjørdu teir kortini. Hans minnist í hvussu er, at teir róðu til Hoyvíkar. Hetta dámdi eisini væl teirra føroysku vinmonnum. Ása hevði aldur at fara í millumskúla fyri seinni at fara í realskúla, tá ið hon kom higar. Vanliga var tað soleiðis, at donsk embætismannabørn Hans Ringberg: Amtmanssonur følir seg heima í Føroyum eftir 70 ár Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Hjalmar Ringberg gjørdist amtmaður í Føroyum í 1929. Hetta ljóðar sum søga og er tað eisini. Men børnini hjá honum hava alla sína tíð følt eitt serligt tilknýti til Føroyar. Ein sonur Ringberg vitjaði í seinasta mánaða Hans inni í sínum gamla heimi, har hann greiðir starvsfólki frá lívinum á amtmansborgini fyri 80 árum síðani Hjalmar Ringberg, Andrass Samuelsen og Leif Sundorph taka ímóti kongi í Fuglafirði í 1930. Her er flagglínan hjá Dannebrog kvett. Hans var til staðar og minnist hetta sera væl Lisa sum skuldu handa drotningini blómur í 1930, men hon vildi ikki sleppa blómunum.