mikudagur 8. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 128 • 8. julil 2009
kundu sleppa undan lærugreinini
føroyskt, um tey vildu. Men hetta
vildi Ringberg ikki. Hansara børn
skuldu ganga í skúla á líka fót við
tey føroysku, so tey skuldu eisini
hava føroyskt. Hetta gjørdi eisini
sítt til, at amtmansbørnini komu
at vera mett sum „lige børn“ við
hinar næmingarnar.
Hans varð konfirmeraður í
Havnar kirkju í apríl 1935 av Dag
Monrad Møller, presti.
Var hjástaddur við
flagggøluna í 1930
Eitt stríðsmál hesa tíðina var
flaggspurningurin. Tað var jú í 1930,
at Dannebrog varð skorið niður
frá tinghúsinum ólavsøkudag. Ása
og Hans vóru sjálvi til staðar, tá
ið hetta hendi, og Hans minnist
framvegis Dannebrog í leysari luft
detta niður á veðramerkið longri
niðri á tinghúsinum. Hans minnist,
at pápi teirra fyri frið skuld slapp
sær burtur.
Men hetta var ikki smávegis
„brotsverk“ tá í tíðini, og Ring
berg kom eisini í andglettin í
hesum sambandi. Hann ivaðist
sambært donskum bløðum ikki í,
at Páll Patursson mátti koma inn
at sita! Men málið varð greitt við
eini bót.
Hans heldur, at danir høvdu
sjálvir sína skuld av hesi hending
við teirri mótstøðu sum danir og
ikki minst forsætismálaráðharrin
Stauning vístu Merkinum, ikki
minst í samband við 1.000
ára haldinum hjá íslendska
altinginum.
Men persónligt agg kom so
ikki burturúr. Tá ið Ása varð
konfirmerað eini tvey ár seinni,
vóru synirnir hjá Páll Patursson,
Jóannes og Viljálmur, sum vórðu
konfirmeraðir samstundis, millum
gestirnar.
Og seinni var Ása gestur í
Kirkjubø, tá ið ein „eftirkonfirma
tiónsveitsla” varð hildin har.
Jóannes Patursson var til staðar
og hevði á munni, at „teir bestu
føroyingarnir vóru danir“.
Og nú Hans var í Føroyum
heilsaði hann eisini uppá Siggert
Patursson, sum er langabbasonur
Páll Patursson. So her rann henda
søgan saman aftur.
Setti sambands
flokkin uppá pláss
Ringberg var heldur ikki bangin
fyri at geva Sambandsflokkinum
av grovfílini, hóast flokkurin
oftast varð roknaður fyri at vera
sameindur við amtmannin.
Ein søga um tað mótsatta er, at
sambandsflokkurin á tingi gjørdi
álop á ríkisstýrið og amtmannin
fyri eini vegaætlan, sum tá var
á skránni. Amtmaðurin verður
enntá av sambandsmonnum
lýstur at vera góði vinurin hjá
Jóannesi Paturssson. Hetta var
ikki meint sum rós!
Men Ringberg læt sær ikki
siga. Hann gav sambandsflokk
inum aftursvar, sum tað varð
sagt í yvirskrift í Tingakrossi:
“Amtmaðurin ger hart álop á Sam
bandsflokkin.”
Ringberg var annars væl lýddur.
Hans Jacob Debes fekk einaferð
at vita frá Sofusi Joensen,
lærara á læraraskúlanum, um
tá Sofus kom í læru á amtmans
skrivstovuni.
Jóhanna Jensen, sum var gift
inn í ættina hjá Sofusi, leiddi
hann sum blaðungan drong inn
til amtmannin at biðja um pláss.
Ringberg vildi fegin hava henda
evnaríka unga dreingin í starv,
og Sofus gav eisini Ringberg sítt
allarbesta ummæli.
Gráabók
Ringberg var eisini formaður í
nevndini sum gjørdi „gráubók“.
Tað var í 1930, at danska land
búnaðarmálaráðið setti eina
nevnd at fyrireika eina lóg, sum
kundi fremja uppdyrkingina
av jørðini á einum breiðari
grundarlagi. Ringberg gjørdist
formaður í nevndini. Aðrir limir
vóru landbúnaðarráðgevin og eitt
umboða frá hvørjum flokki.
Tann 29. apríl 1932 verður álitið
lagt fram. Tað fylti 100 prentaðar
síður. Hetta sigur, at tað hevur
verið arbeitt hampuliga skjótt.
Hinvegin var politiska viðgerðin
drúgv. Uppskotini vórðu ikki
samtykt fyrr enn í 1937.
Tað mest avgerandi uppskotið
var, at prestagarðs og embætis
mannajørð skuldi falla til tað
almenna við møguleika fyri at
stykkja hana út aftur í traðir til
ognarleys.
Jóannes Patursson roknaði
hesa lóggávu fyri at vera
reina kommunismu. Hetta var
beinleiðis orsøkin til, at Sjálv
stýrisflokkurin klovnaði, og at
Fólkaflokkurin kom burtur úr.
Eitt annað úrslit av hesum
arbeiði var Jarðarráðið og Bruna
tryggingin. So Ringberg hevur
sanniliga verið við til at skapa
politiska søgu í Føroyum.
Tá systirin ikki vildi
lata drotningini
blómurnar
Kongavitjan var í 1930. Tá skuldi
systirin Lise handa drotningini,
Alexandrinu, tað vanliga
blómutyssið, men her kom sperðil
í. Tá ið drotningin skuldi taka
ímóti blómunum, vildi systirin ikki
lata tær frá sær!
Hans minnist tvær kongavitjan
ir. Tann seinna var í 1936, meðan
hann og beiggin vóru einsamallir
eftir í Føroyum at gera skúlan
lidnan.
Hann minnist eisini hesar van
lukkuligu hendingar, tá fleiri skip
gingu burtur við stórum mannfalli,
sum tað júst hevur verið greitt frá
í Miðvikuni.
Eitt av hesum skipum var
Nólsoy, har Ebba Müller var
reiðari. Henni komu tey hjá
amtmanninum saman við, og
Hans minnist hana sum eina
“pragtfuld kvinde”.
Ringberghúskið vóru náttúru
menniskju, og teimum dámdu
sera væl at koma út í hagan
og náttúruna. Tey komu eisini
at ferðast kring oyggjarnar.
Serliga minnast tey ferðirnar til
Suðuroyar, sum tá tóku hálvan
fimta tíma hvønn vegin.
Posturin til
Mykinesar
Uppgávurnar hjá einum amtmanni
kundu vera sera fjølbroyttar, men
ein var meira serlig enn aðrar. Í
Vágum var ein bólkur, sum var
vorðin so sterkur í trúnni, at hann
helt, at hann eins og Jesus kundi
ganga á vatninum. Tí var ætlanin
at fara til gongu til Mykinesar.
Sýslumaðurin visti ikki rættiliga,
hvat hann skuldi stilla upp, so hann
ringdi til amtmannin, Ringberg,
at spyrja, hvat hann skuldi gera.
Júst tá var postmeistarin Johan
Danielsen á vitjan saman við
fútanum Sundorph, sum kom
hvønn dag um hálvgum fýra tíðina
at fáa ein temunn.
Hetta var ikki lætt at hava
við at gera. Men fútin biður
amtmannin geva boð um, at
skuldu tey á bláman, mátti tað
vera har tað var útgrunt, so tað
var lætt at koma uppá land aftur.
Tað hevði verið illveður í langa
tíð, so einki samband hevði
verið við Mykines
í tveir mánaðir. So
postmeistarin bað
Álitið hjá nevndini, sum skrivaði
gráubók, sum gav ognarleysum rætt
til traðir.
Skrivarin av hesi grein saman við Hans og Ásu í hennara 85 ára føðimgardegi
Hans saman við soninum Claus og verdótrini KarIn
Hans heilsar uppá Astu í kioskini
á Vaglinum
Áhugaverd mynd frá eini útferð, har Ringbergararnir eisini eru við.
Drongurin uttast til vinstru er Hans Ringberg. Undir liðini á honum, eitt
sindur bolandi, er Eiden Muller. Beint aftanfyri hann er Ása Ringberg.
Millum Hans og Ásu situr dóttir frú Tørslev. Maðurin í hatti er Christensen
sakførari. Beint aftanfyri hann er Ole Ringberg. Beint til høgru fyri hann
er frú Tørslev, sum er komin úr Danmark at ferðast. Nr. 2 til høgru frá
Christensen kona Edvard Mitens. Næst henni Ebba Müller, mamma Eiden.
Frammafyri hana er ein bróðurdóttir Ebbu Müller, sum er komin at ferðast.
Næst henni er Estrid Blessov, Tante Pip, sum var komin úr Danmark at
ferðast. Næst henni er Lise Ringberg, næst henni aftur er Astrid Lützen og
beint frammanfyri Ingrid Lützen, tær vóru systrar Valdemar Lützen.
➘