mikudagur 8. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 128 - 8. juli 2009
Kommunustýrið í
Sunda Kommunu
arbeiðir nú við
at samskipa alt
skúlaøkið. Endamálið
er ikki at niðurleggja
skúlar, men at lyfta
skúlaskapin upp á
hægri støði og at
fáa eina betri undir
vísing, sigur borgar
stjórin
SkúlaSkapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Endamálið er ikki at
leggja skúlar niður. Enda-
málið er at fáa eina betri
undirvísing.
Tað er orsøkin til at tey í
Sunda kommunu hava tikið
stig til at samskipa allan
skúlaskapin í økinum, sigur
Kim Durhuus, borgarstjóri.
Í løtuni eru seks skúlar í
kommununi umframt fram-
haldsdeildin í Felagsskúlan-
um á Oyrarbakka, har næm-
ingar av Eiði eisini ganga.
Borgarstjórin sigur, at
mentamálaráðið hevur lagt
upp til finna eitt royndarøki,
har skúlaskapurin verður
savnaður í størri eindir fyri
at fáa betri skúlar og betri
undirvísing.
- Í tí sambandi hava vit so
havt følara frammi fyri at
vita um mentamálaráðið
hevur áhuga fyri at gera um
at brúka Sunda kommunu
sum royndarøki.
Og tað hevur mentamála-
ráðið áhuga í.
- Vit vilja fegin fáa sum
mest burtur úr teimum krón-
um, vit brúka upp á skúla-
skapin í Kommununi og
samstundis eru vit sannførd
um, at samskipa vit skúla-
skapin í størri eindir, fer tað
at geva eina betri undir-
vísing, sigur Kim Durhuus.
Tað er okkara fremsta rað-
festing,
leggur
hann
afturat.
Hann leggur afturat, at
tað snýr seg eisini um at
leggja skúlaskapin so til
rættis, at tað eggjar lærarum
til at søkja og sum støðan er
nú, er tað tórført hjá teimum
smáu bygdaskúlunum at
fáa lærarar.
Hann staðfestir eisini, at
mentamálaráðið hevur gjørt
vart við, at framyvir skulu
vit ikki vænta, at játtanin til
fólkaskúlan fer at veksa og
at tað tí er neyðugt at gagn-
nýta játtanina sum best.
Eitt skúlaøki
Í hesum sambandi verður
lagt upp til at gera alla
Sunda Kommunu og Eiði
til eitt felags skúlaøki og at
samskipa
skúlaskapin
í
økinum.
Verður Felagsskúlin á
Oyrarbakka taldur við, eru
útvið 350 skúlanæmngar í
økinum.
Á Eiði hava tey ikki tikið
støðu til málið enn, men tað
fara tey væntandi at gera
beint eftir summarfrítíðina.
- Men verður Eiði ikki
við, ætla vit kortini at
arbeiða víðari við ætlanini,
men so verður tað bara
Sunda kommuna, sum verð-
ur skipað í eitt felags skúla-
øki, sigur Borgarstjórin.
Kortini ásannar Kim Dur-
huus, at tað skerst ikki burt-
ur, at verður skúlaskapurin
savnaður í størri eindir,
verða tað eisini færri skúlar
og sostatt eisini færri skúla-
bygningar hjá kommununi
at halda.
- Men tað skuldi so aftur
gjørt kommununa føra fyri
at gagnnýtt játtanina til skúl-
arnar betri, leggur hann aft-
urat.
Neystabø
fegnast
Helena Dam á Neystabø
fegnast, at Sunda og Eiðis
kommunur leggja upp til
samstarv um skúlaøkini.
- Eg havi verið á nøkr-
um fundum við kommun-
urnar, og tað ljóðar posit-
ivt hjá teimum. Hinvegin
havi eg onki endaligt
uppskot hoyrt, men tað
er gleðiligt, at arbeitt
verður við størri skúla-
økjum, sigur landsstýris-
kvinnan.
Hon leggur afturat, at
tað bara verður ein fyri-
munur hjá teimum, sum
leggja saman í dag, tí
skuldu tvungnar saman-
leggingar
verðið,
so
verða færri møguleikar
hjá hvørjum øki.
- Málið er sjálvandi, at
hava ein sterkari fólka-
skúla, sum klárar seg
betri fakliga. Hinvegin
kann peningur eisini spar-
ast, so tað eru avgjørdir
fyrimunir, staðfestir hon.
-eij
Tom Joensen, for
maður í trivnaðar
nevndini hjá Eiðis
kommunu, staðfestir,
at Eiðis kommuna er
opin fyri møguleik
anum, at skipa Sunda
lagið og Eiði í eitt
skúlaøki
Skúli
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eiðis kommuna er opin fyri
einum dialogi um skúlarnar
í økinum, men tað skal ikki
bara vera Sunda kommuna,
ið er á fundunum.
- Sunda kommuna hevur
eitt uppskot at hava tveir
skúlar í øllum økinum.
Soleiðis at skúlarnir á Oyr-
arbakka og Eiðis skúli eru
teir, ið verða nýttir. Somu-
leiðis hugsa tey at hava
barnaskúlan har suðuri og
eldru børnini her norðuri.
Hetta vilja vit síggja burtur
frá, tí tá veruligu fundirnir
byrja, skal pappírið vera
blankt, sigur Tom Joensen,
formaður í trivnaðarnevnd-
ini í Eiðis kommunu.
Rólant Poulsen, borgar-
stjóri í Eiðis kommunu, tek-
ur undir við hesum.
- Tekur tú børnini úr eini
bygd, so avtoftar tú hana.
Og tað vilja vit sjálvandi
ikki, sigur hann.
Kim Durhuus, borgarstjóri
í Sunda kommunu, greiðir
somuleiðis frá, at pappírið
skal vera tømt, tá fyrsti
fundurin í nevndini fyri
skúlaøkið verður.
Smáu børnini
Limirnir í Sunda- og Eiðis
kommunu, eru eisini rør-
andi samdir um, at tað
verða smæstu børnini, sum
verða økið, ið er størsta
avbjóðingin í tilgongdini til
eitt skúlaøki á Eiði og í
Sundalagnum.
- Vit kunnu koma í støð-
una, at børnini frá fyrsta
flokki fara av bygdini í
skúla, og tað vilja vit treyð-
ugt, sigur Rólant Poulsen.
Kim Durhuus dugir eisini
at síggja hendan trupulleik-
an.
- Tað verður torført við
smæstu
børnunum. Tað
verður ein spurningur, hvat
foreldur og so framvegis
vilja gera við smæstu børn-
unum, sigur borgarstjórin í
Sunda kommunu.
Hini mangla pláss
Kommunustýrislimirnir
í
Eiðis kommunu, leggja eis-
ini stóran dent á, at Eiðis
kommuna ikki hevur nakran
trupulleika
við
verandi
skúlaskipan, men at tað er
Sunda kommuna, sum ikki
hevur nóg mikið av plássi í
teirra størru skúlum.
- Vit hava eitt frálíkt sam-
starv við felagsskúlanum,
og hava nóg mikið av plássi
í Eiðis skúla. Men sjálvandi
vilja vit vera við, um tað
hjálpir teimum og gevur
okkum ein betri skúla, sigur
Tom Joensen.
Enn er tó onki avgjørt,
hvussu skúlarnir skulu skip-
ast, og frá augustmánaði
verða eftir øllum at døma
fundir, um hvussu verður
við ætlanini við víðkaða
samstarvinum um skúlar í
Sundalagnum og Eiði.
Tillaga barnaskúlar í Sundalagnum
Eiði er við
Í løtuni eru útlit fyri, at Eiðis og Sunda kommunur fara at víðka samstarvið, sum hevur verið um framhaldsdeildir frá 70árunum,
til eisini at umfata barnaskúlar
Tilgjørd mynd
3,75 milliónir í handskarúminum
Í seks vikur vistu eini hjún á Norðursælandi als ikki av, at tey vóru ein
av
fýra lotto-vinnarum. Tá lotto-tølini vórðu drigin 9. mai, vóru fýra
seðlar, sum vunnu 3.750.000 krónur hvør. Tríggir vinnarar vendu sær
alt fyri eitt til Danske Spil, men ikki fyrr enn nú er fjórði vinnarin
komin undan kavi. Talan var um eini hjún á Norðursælandi, sum als
ikki vistu av, at tey høvdu vunnið. - Eg hevði lagt kvittanirnar í
handskarúmið í bilinum. Eg sá tær aftur ein dagin, tá eg skuldi keypa
inn, og so helt eg, at eg líka skuldi kanna eftir, um tær høvdu vunnið,
sigur kvinnan, sum ikki vil hava sítt navn fram í miðlunum, við
Danske Spil. Hon upplýsir tó, at hon og maðurin eru í 30’unum og
hava tvey børn.
Kreppan er av í heyst
Greinarar hjá Danske Bank meta, at seinna hálvár í ár verður
búskaparvøkstur í Danmark.Tað skrivar heimasíðan, epn.dk.
- Fallið í nýtstluni og útflutninginum er at kalla burtur, og
spakuliga hóma vit positivar tendensir verður sagt í
frágreiðing, sum heimasíðan hevur fingið hendur á.
Samanlagt verður talan helst um eina búskaparminking upp
á 3,5% í ár í mun til 2008, men hetta stavar fyrst og fremst
frá búskaparfallinum í fjør heyst og í vár. Víðari skriva
greinararnir, at búskaparvøksturin í 2010 helst verður um
0,8%, og at árinini av fíggjarligu átøkunum veruliga koma
til sjóndar í 2011.