Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 128 - 8. juli 2009 Sosialurin Nú er at spara og gjara rætt! Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Landsstýrið arbeiðir við einum kreppupakka í løtuni. Tað er gott, men líkt er til, at raðfestingin ikki er heilt, sum hon burdi verið. At mæla til lønarsteðg tykist at vera eitt sindur stuttskygt. Fyriuttan at virknaðurin er ivasamur, so vil eitt slíkt tiltak niðurbróta alt álit millum tað almenna og fakfeløg, og eitt slíkt álit tekur nógv ár at byggja uppaftur. Hvør er so leiðin? Hermann Oskarrson sigur, at Føroyar hava ráð til at hava eitt stórt hall á fíggjarlógini í eitt tíðarskeið. Hann ávarar móti at skera í ringum tíðum, tá tað júst er í ringum tíðum, at landið skal vera ekspansivt. Hetta er rætt. Vit kunnu bert undrast á, at man ikki ávaraði móti ovurstóru rakstrarøkingunum, ið vit hava havt í tí almenna seinnu árini. Vit hava á hesum stað mangan víst á, hvussu neyðugt tað var at spara í almennu rakstrar útreiðslunum í góðum tíðum, men hvørki politiskt ella millum ráðgevarar vann hetta nakran frama. Heldur ikki, tá man í metárum fann uppá at skera blokkstuðulin, uttan at tora at fortelja fólki, at hetta sjálvandi fór at merkja ein minni almennan sektor í Føroyum, rópti nakar serfrøðingur stórvegis varskó. Tí sita vit í dag við teimum trupulleikum, ið vit hava. Tað slepst helst ikki undan rakstrarsparingum í tí almenna. Hinvegin eigur talan at vera um veru ligar sparingar við bygnaðarbroytingum, stovns saman legg- ingum og avtøka av ávísum tænastum, heldur enn at drepa enn meiri almenna motivatión við at skera lønina hjá øllum um ein kamb. Norman Christensen bygnaðurin riggar ikki nóg væl og er ov dýrur og má tí broytast. Eisini burdi Fíggjarmálaráðið spart í TAKS og broytt okkara motivatiónsdrepandi og ovurstirvnu játtanarskipan og innført meiri útdelegering. Hetta hevði økt um trivnaðin og spart nógvan pening. Hvussu so við at gjara út í ringum tíðum? Løg ið er, at okkara frægu ráðgevar sum t.d. Her mann Oskarsson ikki gera mun á almennum rakstrar útreiðslum og íløgum. Almennar rakstrarútreiðslur eru ein einvegis skrúva, meðan almennar íløgur í bygningar og infrastruktur kunnu regulerast upp og niður alt eftir hvussu tíðirnar eru, og gagna vinnu og kommunum kring landið. Landið burdi tí, samstundis sum tað spardi eitt sindur í rakstrinum, gjørt ein íløgupakka í skúlar, ellisheim, vegir og tunlar, sum man veit, skulu gerast innan tey næstu 15 árini. Til dømis hava vit einsporaðar tunlar frá sekstiárunum, sum skulu nútímansgerast innan alt ov langa tið. Eisini er landið fult í gomlum skúlum, sum mugu dagførast. Gamaní er nógv ein kommunal uppgáva, men í hesum tíðum eigur man at síggja stórt uppá slíkt. Tað ræður um at halda samfelagshjólini koyrandi, og tá alt kemur til alt, so er tað sami skatt- gjaldari, óansæð um talan er um kommunur ella land. Ólógliga meirnýtslan hjá Hans Paula Strøm svarar til, at ein danskur ráðharri hevði brúkt 25 milliardir krónur í heimildarloysi. Men hann og aðalstjóri hansara geva nú øllum øðrum ábyrgdina fyri síni egnu lógarbrot og fíra ikki fyri at villleiða almenningin Fólk eru kanska loksins við at fáa fatan av, hvussu ábyrgdarleys ABC-sam- gongan hevur verið og aftur er í føroyskum poli- tikki. Har er onki mál yvirhøvur hjá hesum politisku flokkum – uttan at einstaklingar skulu sita á sínum landsstýrissessum og gera tilvildarligar rossa- handlar fyri seg sjálvar. Og øll stýring, ábyrgd og moralur eru kastað fyri borð. Um onkur kann vísa á bara eitt greitt politiskt mál hjá ABC-landsstýr in- um, so er tað eitt bragd í sjálvum sær. Staðiliga ávísingin av hesum veruleika gjøgnum 5 ár, hevur verið skúgvað til viks sum tjóðveldisgabb. Men nú hava so bæði Landsgrannskoðanin, Løg- tingsgrannskoðararnir og landsstýrismálanevndin endaliga staðfest, at Hans Pauli Strøm hevur nýtt 170 milliónir í heimildarloysi og hevur brotið stýris- skipanarlógina og fleiri aðrar lógir. Og hetta hóast hann hevur fingið allar tær játtanir og eykajáttanir, hann hevur biðið um. Ongin hevur fingið nakað burturúr hesum ólogliga oyðsli, og talan er ikki um eingangsútreiðslu, men pengarnir telja hvørt ár sum økt útreiðsla. Ábyrgdin altíð kollektiv – heiðurin persónligur Hendan ólógliga meirnýtslan svarar til, at ein danskur ráðharri hevði nýtt einar 25 milliardir krónur í heimildarloysi. Neyvan hevði hann sitið meira enn 5 sekund eftir, at tað varð staðfest frá Men hvat gera Hans Pauli og samgongu flokk- arnir? Jú, hann og hansara aðalstjóri senda boð um, at øll onnur landsstýrisfólk eru líka ring. Enntá skal støðan hava verið líka ring aftur til 1997, vilja teir vera við. Og so skal talan vera um eina politiska forfylging frá Tjóðveld- inum móti Hans Paula Strøm. Eg meini tað... Hetta er ikki bara ússalig undanførsla og ábyrgdar- undanstøkking. Hetta er eisini dømi um skipaða ábyrgdarloysið hjá ABC- flokkunum, har ábyrgdin av mistøkum og ólóg lig- heitum altíð skal gerast kollektiv og spjaðast út á alt fólkið – meðan heiðurin av onkrum, sum kann síggja væl út, altíð skal verða persónlig hjá tí ein- staka landsstýrisfólkinum. Skil var á fram til ABC At Hans Pauli og hansara aðalstjóri ikki fíra fyri at villleiða almenningin fyri at bjarga sær sjálvum, ger ikki støðuna betri. At smávegis meirnýtslur hava verið hjá ymsum stovnum, er sjálvsagt komið fyri á hvørjum ári. Men undir fullveldislandsstýrinum vórðu greiðar politiskar atgerðir og avleiðingar tiknar av slíkum málum um ólógliga meirnýtslu. Ikki færri enn tvey landsstýrisfólk løgdu frá sær sjálvboðin, orsakað av óheimilaðari nýtslu, og minst ein stovnsleiðari fekk skrivliga ávaring av somu orsøk. Og hetta var fyri eitt-siffraðar millióna- upphæddir. Tað er alt próvfast, og varð viðgjørt væl og virðiliga alment. At tað eisini hevði stóra ávirkan og skil fekst á, sæst á tølunum frá Løg- tings gran nskoðarunum, sum eru almenn og sett upp av Landsgrann skoð- anini. Tey verða endurgivin her úr løgtingsmáli nr. 72/2008. Tey prógva, at ábyrgdarloysisins ABC byrjaði, tá fullveldis sam- gongan slitnaði, við Hans Paula Strøm sum fremsta manni at nýta pening ólóg- liga. Og við núverandi fíggjarmálaráðharra sum tí løgmanni, ið sambært lóg hevur skyldu at halda eftirlit við, at lands stýris- fólk fyrisita lógliga. Ábyrgdarloysisins ABC HøgNI HoydAL