mikudagur 8. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 8. juli 2009
13
Tað vardi meg ikki, at eg
nakrantíð skuldi fara á
skótalegu, men nú á ellis
árum hendi tað. Eg fór til
Selatraðar við ommu
børnunum á familjulegu
hjá skótunum.
Eg var púra imponerað
av, hvussu væl hetta veld
uga tiltakið var tilrættis
lagt. Tú kundi velja ímill
um 25 ymisk virksemis
tilboð. Rógva í kano, gera
og sigla við tunnuflaka,
fara við GPSara til
geocaching, minitúr við
telti og spritkøki, síga í
”bjørgunum”,
dramaverkstað, sum dømi.
Einaferð var skipað fyri
stórari forðarenning har
eisini runubað inngekk.
Matur morgun, miðdag og
kvøld, fyriuttan pylsur og
búffar til eina stóra grill,
sum altíð stóð klár.
Sum har var hugnaligt at
vera. Tað ýddi av lívi.
Allastaðni virksemi og
spæl. Ommubørnini gingu
á skattajakt, skutu við boga
og píli, flugu við drekum,
koyrdu í kassabili,
smíðjaðu í gløðandi jarni,
lærdu at gera mat á báli.
Ommudótturin helt, at
breyðið bakað á bálinum,
var tað besta hon nakrantíð
hevði smakkað. Tey svumu
í hylunum og vermdu seg
inni í saununi. Annars var
tað deiligt at síggja øll hesi
praktfullu børn og ungu
stuttleika sær saman allan
dagin, til vit savnaðust til
hugnaløtu við legubálið
um kvøldarnar. Nakað
serligt fyri meg var
sunnudagin at uppliva ta
vøkru gudstænastuna undir
opnum himli, har Bøges
vang so væl dugdi at tosa
til allar aldursbólkar, so
eisini tey heilt smáu
lurtaðu.
Um alla leguna ráddi
ein góður andi. Har stóðu
nógvar góðar kreftir
aftanfyri.
Hesir dagarnir eru fyri
mær ein stór uppliving, og
eg vil bera skótunum eina
inniliga tøkk fyri hetta
stórfingna tiltak.
Fíggjarmálaráðið við
Jóannes Eidesgaard á odda,
vil nú hava fakfeløgini,
sum hava sáttmálar við tað
almenna at strika lønar
hækk anina, sum skal koma
í gildið í heyst.
Um vit ikki ganga vit til
tað, kunna vit rokna við, at
eini 200 fólk hjá tí
al menna verða søgd úr
starvi. Hinvegin, ganga vit
við til lønarsteðg, fáa vit
álíkavæl onga trygd fyri, at
fólk ikki verða uppsøgd.
So her er líka vítt sum sítt.
Niðurstøðan hjá leiðandi
búskaparfrøðingi er, at tað
er at spara eftir reyv, um
ætlaði lønarsteðgurin verð
ur framdur, gangi útfrá, at
teir vita eitt sindur meir
um búskap, fiskastovnar
og annað enn politikarar.
Heilt erligt? Hvat skula
vit við búskaparfrøðingum,
fiskifrøðingum og øðrum
frøðingum, tá ið tað álíka
væl ikki verður lurta eftir
teimum. Tað kundi verið
nógv at spart við at sent
allar frøðingarnar til hús,
um tað er tað man vil,
men tað hevði helst eisini
verið tað reina kaos.
Fyrst er at siga, at tað
neyvan eru fakfeløgini,
sum hava ábyrgdina av, at
undirskot er á fíggjarlógini.
Hinvegin eiga vit øll at
taka lógvatak fyri at sam
felagið kann koyra, men
tað eigur undir øllum
umstøðum at verða so, at
øll lyfta í felag. Tað er
okkurt sum bendir á, at
ætlanin er, at bert fakfeløg
ini skula bera byrðarnar,
men tað gongur ikki.
Ein minsta treyt fyri, at
vit skula verða við eigur at
verða, at tunlarnir Norð
um Fjall verða strikaðir á
fíggjarlógini og, at onnur
inntriv verða gjørd á vørur
og annað, sum er neyðugt í
húsarhaldinum.Skal pen
ing ur brúkast í Norðoyggj
um, rokni eg við at tað eru
nógv onnur øki at brúka
teir til, og sum geva mun
andi meiri arbeiðspláss enn
tunnilin norð um fjall.
Í aðrar mátar má man
siga, at hetta er einki minni
enn ein háan av fakfelags
rørsluni.
Annfinn Kalsberg eigur
uppskotið um lønarsteðg,
fyri at spara landskass
anum 60 milliónir, sum
altso eru settar av til at
byggja tunlar Norð um
Fjall fyri.
Við øðrum orðum, fak
felagsrørslan skal gjalda
fyri ein “varða”eftir ein
fólkaflokspolittikara í
Norðoyggjum. Ótrúligt, at
ein javnaðarmaður leggur
rygg til slíkt. Men tað vísir
bert, at flokkurin er blivin
stuðulsflokkur hjá Fólka
flokkinum. Øðrvísi kann
man ikki tulka hettar.
Vóni at fakfeløgini, á
almenna og privata
arbeiðsmarknaðinum, fara
at vísa hesum uppskoti frá
sær, í øllum føri, til vit
síggja hvat annað lands
stýrismaðurin kemur fram
við í sambandi við sparing
arnar.
Lønarsteðgur
formaður í Havnar
Hand verkara felag
Eli
Brimsvík
Á skótalegu
BErgljót madsEn
Tel. 34 18 00
lysing@sosialurin.fo
Vit seta lýsingina
upp fyri teg ókeypis.
Ring og fá ein prís!
Ford Escape Limited við 3.0 V6 bensinmotori
(200 hk). Skrásettur fyrstu ferð í juni 2007. Hevur
einans koyrt 25.000 km.
Bilurin er sera væl útgjørdur og hevur m.a. 4-
hjólstrekk, aut. gear, leðursetur, fløguspælara
til 6 fløgur, aircondition, el-rútar, el-spegl, el-
førarasetur, fjarstýrt centrallás, orig. 16” alu-
felgur, fartpilot, tokulyktir og takboylar.
Bilurin er sum nýggjur bæði innan og uttan og
verður seldur, um hóskandi boð fæst.
Ring 211996 ella senda ein teldupost til
kho@post.olivant.fo
Ford Escape Limited
– 4-hjólstrektur luksusjeepur