mikudagur 8. juli 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 128 - 8. juli 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Óli Kristian Dam, fyrr
verandi bóndi í Kolla
firði, andaðist fríggja
kvøldið 79 ára gamal.
Kistan fer úr Lands
sjúkrahúskapellinum
mikudagin kl. 18. Jarðar
ferðin verður úr Kolla
fjarðar kirkju hósdagin
kl. 14. Tey, ið vilja minn
ast Óla Kristian, kunnu
lata Kollafjarðar kirkju
eina peningagávu, konta
í peningastovnunum.
Sunnudagin
5.
juli
andaðist Ingi Mohr á
Bispebjerg hospitali, 66
ára gamal. Bønarhald
verður mikudagin 8.
juli kl. 13 í hospitals
kirkjuni á Bispebjerg
hospitali,
bygningur
19A, við innkoyring frá
Tuborgvej. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
8. juli. Ketil biskupur.
Hesin biskupurin í
Würtsburg í Týsklandi
var ættaður úr Skotlandi.
Sankta Kilian, sum hann
varð róptur, varð saman
við feløgum sínum
Totnan og Kolonat tikin
av døgum í árinum 689.
Hann hevði umvent
hertugan har á staðnum
og yvirtalað hann til at
lata seg skilja frá konuni,
ið var einkja eftir bróður
hansara. Í øði læt konan
hann og felagar hansara
taka av døgum. Kilian
varð seinni skírdur halgi
menni, og ein eftirmaður
hansara sum biskupur í
Würtsburg læt bein
hansara leggja í
halgiskrín tann 8. juli ár
752.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
9. juli fyllir vælkendur
havnamaður 65 ár. Ì hesum
sambandi vil eg nýta høvi
at ynskja tær hjartaliga til
lukku við degnum.
Thomas Juul er ættaður úr
Havn og er sonur Ellu og
Arkibal Askham. Eg fekk
tilknýti til hetta heim, av tí at
eldri bróður Thomasar, Andri
as, og eg á ungdómsárum
gingu í Guds húsið saman,
og høvdu vit tískil nógv sam
an bæði andaliga og tímiliga.
Hetta var ein rík tíð.
Tað vildi so til, at hetta
vinarlagið fekk ein enda á
hesi jørð. Harrin Jesus tók
Andrias, mín góða ungdóms
vin, heim til sín bert 19 ára
gamlan. Hetta var Askham
familjuni ein tungur løstur
og stór sorg; men tey gjørdu
tað, ið rætt var; tey leitaðu
sær til Jesus, ið gav teimum
troyst
og
frið.
Henda
familjan varð síðani ein
drívmegi í Guds samkomu.
Nú, tá Andrias ikki var
millum okkum meira, knýtt
ist eitt tætt vinarlag millum
Askham familjuna og meg,
og var Thomas Juul sterka
liðið í hesari ketu knýtt av
sjálvum Jesusi.
Thomas Juul hevur góð
evnir at stíla fyri og gera alt
so livandi, tá ið fólk koma
saman, og hesa gávu hevur
Jesus givið honum. Hesin
serstaki eginleiki kom ser
liga til sjóndar fyrst í 70 ár
unum, tá ið tann sterka anda
liga vekingin undir heitinum
,,Kristus er svarið” fór fram.
Hetta man vera ein tann
størsta andaliga vekingin, ið
hevur vitjað her á Føroya
landi í okkara tíð.
Tað størsta andaliga fram
brotið, ið eg minnist saman
Thomas Juul, var einaferð, tá
vit báðir vóru á ferð saman í
Klaksvík, har eitt hugskot
varð borið fram um at keypa
eitt tjald at samla alt Guds
fólk í. Tað gekk ikki meira
enn fimm minuttir, so varð
avgjørt, at tjaldið skuldi keyp
ast, og at Thomas Juul við
sínum undirsáttum skuldi
standa fyri hesum arbeiði.
Samkoman í Kollafirði við
Adrian á Homrum á odda
stuðlaði hesum tiltaki fult út,
og kom teltið at standa við
Leynavatn, á jørðini ið bónd
in í Homrum eigur. Seinni
varð tjaldið flutt til Gøtueið,
har tað varð skift út við eitt
størri tjald við betri hent
leikum.
Hetta
stóra
andaliga
arbeiðið við Thomas Juul á
odda vardi í mong ár, og í
hesum árum kundu vit av
sonnum siga, at Jesus vitj
aði sítt fólk.
Ja nógv eru vit, sum minn
ast tey ríku árini, vit fingu
við krossins fót fyri bæði
likam sál og anda.
Til seinast eitt lítið brot úr
einum av møtunum, sum vit
høvdu á Gøtueiði. Tað var
sunnudagur, og vit høvdu
møti klokkan 16. Sólin skein
av tí allarfagrasta, og tað var
so heitt inni í tjaldinum, at
ein hevði lyndi at sovna. Eg
sat saman við konu míni og
yngsta
soninum.
Hesin
yngsti sonur mín helt nógv
av Thomasi Juul. Henda
umrødda sunnudag var eing
in Thomas í tjaldinum, og
var løtan av tí sama heldur
tung. Men við eitt kemur
Thomas fram eftir gólvinum
í tjaldinum og trínur upp á
pallin. Tá hann trein upp á
pallin, var tað sum at eitt
frískt lot fór gjøgnum tjaldið,
og lítli sonur mín raknaði við
aftur, og varð løtan nú meira
løtt. Eg kundi hildið áfram at
komið við líknandi dømum.
Mín góði vinur Thomas,
av tínum mongu dygdum
skal eg her nevna nakrar.
Títt trúfesti mótvegis tínum
vinum og brøðrum er stórt,
og vísir tú hetta við bæði
orðum og gerðum. Ofta
verður tosað um ymisk
amboð, ið eru við til at gera
arbeiðið lættari. Eitt av
hesum amboðum er lyftan,
og hevur tú eginleikar líkir
hesari lyftu. Um ein hevur
tungt at bera, ert tú altíð
klárur við einum lívgevandi
orði, ið lyftir ein uppaftur
og ger at vegurin verður
lættari at ganga.
Trúfasti vinur mín, Thom
as, ikki kann eg lata vera við
at hugsa um støðini í Øksna
gerði og Varðabú, tá ið vit
tríggir sótu og hugnaðu okk
um við kaffi og greyti og
lurtaðu eftir fyrilestri frá
stjóranum í Øksnagerði.
Soleiðis kundi eg hildi
áfram, men læt meg til sein
ast takka tær fyri allar teir
kristiligu fundirnar, ið vit
báðir so glaðir ferðaðust
runt um alt Føroya land og
boðaðu orð Guds til frelsu.
Eg vóni, at vit kunnu siga
sum Guds maðurin í skrift
ini sigur í Josva 14.11, so at
Jesus kann senda okkum út
við gleðiboðskapinum og
vinna sálir fyri himmalin.
Ja, eg trúgvi, góði Thomas
Juul, at báðir eru samdir við
sangaranum, ið sigur soleið
is: ja, sig honum takk, mín
sál honum lova sum fyri
meg drakk ta skálina beisku,
av vreiðini full! Tí ei varð eg
keyptur við silvur og gull,
nei blóðið sum niður av
krossinum fleyt, tað leinkj
urnar sleit.
Mín tunga skal nú tær
veita ta æru, áh Jesus at tú
ert eina mín frelsa, mín
skjøldur mín sól mín borg
og mín klettur, mín verja
mítt skjól! Tú bjargaði
vrakinum áðrenn tað sakk
– Eg sigi tær takk.
Enn einaferð hjartaliga
tillukku ynskir øll familjan
í Varðabú 30. Vit síggjast.
Vinur tín Hjalgrim
Thomas Juul Askham 65 ár
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddu meg á 40
ára degnum, takki eg hjartaliga.
Ein serlig tøkk til Hansu og piltarnar.
Heilsan
Knút Olsen
HB fan nr. 1
Í juni 1979 tóku níggju
skipsførarar prógv á Føroya
Sjómansskúla: Teir vóru:
Hallur H. Mohr, Fuglafjørður,
Dánial Petur Hansen,
Sandavágur, A. Pauli F.
Johansen, Miðvágur, Bjarni
Petersen, Kollafjørður,
Finnbjørn Johansen,
Sandavágur, Hans J. Joesnen,
Vágur, Hans Martin Ø.
Andreasen, Kvívík, Niclas J.
Hovsgarð, Hov, og Eyðun
Samuelsen, Haldórsvík.
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1979
Fyri 30 árum síðan:
Skipsførarar í 1979