Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 128 - 8. juli 2009 Tað er heilt burtur­ við at siga, at kreditt­ virðið hjá landinum er í vanda, hóast vit seta okkum í eina skuld upp á tvær ella tríggjar milliardir, sigur Johnny í Grótinum, fyrrverandi formaður í búskaparráðnum KreppupaKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit skulu hava undirskot á fíggjarlógini – og tað stórt eisini. Tað eru tey einføldu ráð- ini, sum búskaparfrøðingur- in, Johnny í Grótinum, hevur at geva samgonguni. Johnny í Grótinum var eitt skifti formaður í Búskap- arráðnum og nú gevur hann sítt íkast til kjakið um ætl- aða kreppupakkan hjá samgonguni Hann staðfestir, at í búskaparpolitiskari ráðgev- ing er ofta neyðugt at taka atlit til ymisk og mótstríð- andi árin av ítøkiligum átøk- um. Hann sipar til Ronald Reagan, sum skal hava sagt, at hann ynskti sær ein búskaparfrøðing við einum armi sum ráðgeva. Tí hvørja ferð hann bað um ráðgeving frá búskaparfrøðingunum, so var svarið “On the one hand ... but on the other hand...” - Men fyri at geva góða búskaparfrøðiliga ráðgev- ing til Føroya Landsstýri í verandi búskaparstøðu nýt- ist ein ikki fleiri armar, stað- festir hann. Stórt hall neyðugt Og hann staðfestir rætt og slætt at sum búskaparliga støðan er nú, eru tey einføldu ráðini, at vit skulu hava hall á fíggjarlógini – og tað stórt eisini. Hann sigur, at stendur landsstýrið við lønarhækk- ingina í heyst upp á 3% fyri 2010 og aðrar rakstrar- útreiðslur somuleiðis hækk- að 3%, eru útlit til, at undirskotið á fíggjarlógini fyri 2010 at nærkast 800 miliónum krónum. - Rørt hevur verið fram- undir, at kredittvirðið hjá landinum stendur upp á spæl, um lántøkan næsta ár verður størri enn 500 milj- ónir krónur. Tí eru embæt- isfólk í fíggjarmálaráðnum farin at arbeiða yvir fyri at finna sparingar fyri 300 miljónir krónur. Tað er júst hetta, sum tyk- ist at vera sjálvt grundstøðið undir kreppupakkanum hjá landsstýrinum, tí ført hevur verið fram, at hallið má undir ongum umstøðum fara upp um 500 milliónir, tí so er vandi á ferð. Sjálvt grundstøðið er skeivt Men Johnny í Grótinum er púra ósamdur í hesum og sostatt heldur hann, at sjálvt grundstøðið undir ætlaða kreppupakkanum hjá lands- stýrinum er skeivt. - Tað er heilt burturvið at siga, at ein skuldabyrða av hesi støddini fer at seta okk- ara kredittvirði í vanda. Tvørturímóti kann kreditt- virðið hjá landinum fáa óbótaligan skaða, um lands- stýrið nú setur ein tálmandi politikk í verk, tí sum búsk- aparliga støðan er nú, er tað í andsøgn við alt búskap- arfrøðiligt vit og skil, sigur Johnny í Grótinum. Hann vísir á, at í dag hevur landið eina nettoogn á umleið eina milliard krón- ur. - Við einum undirskoti upp á eina milliard í 2010 og eina milliard í 2011, kann landið fáa eina netto- skuld á eina milliard krónur, sum svarar til sløk 8% av Bruttotjóðarúrtøkuni. - Hetta kann á ongan hátt skaða okkara kredittvirði, soleiðis sum búskaparstøðan er nú, sigur Johnny í Grót- inum. Langt frá pínumarkinum Hann sigur, at vit eru tvørt- urímóti langt frá pínumark- inum, tí hann sigur, at okk- ara nettoskuld hjá tí almenna skal minst upp á eina fýra, fimm milliardir, áðrenn nakrar reyðar lamp- ur fara at lýsa. - Tað skal sjálvandi ikki vera endamálið at seta okk- um í stóra skuld, men vit skulu heldur ikki ræðast at seta okkum í eina burðar- dygga skuld fyri at halda samfelags hjólini malandi, sigur Johnny í Grótinum. Hann leggur afturat, at skuldu føroyingar havt eina skuld, sum minnir um tað íslendsku, skuldu vit havt eina skuld upp á einar 150 milliardir krónur. Gera kreppuna djúpari Johnny í Grótinum er samd- ur við landsstýrinum í at tað er neyðugt at gera bygn- aðarbroytingar í fíggjarlóg- ini og at skera ymsar útreiðslur burtur, sum ikki hoyra heima hr og sum skeikla búskapin, eitt nú sjó- mannafrádrátt, rentustuðul og aðrar stuðlar. - Hetta er bara ringast hugsandi tíðin at gera tað, sigur hann. Hann sigur, at í longdini fara slík tiltøk at føra til ein sterkari búskap, men í fyrstu atløgu fer tað at tálma búskapinum og tað er avgjørt ikki tað, vit hava brúk fyri í teirri kreppustøðu, sum er nú. - Frammanundan er priv- ata nýtslan og privatu íløg- urnar nógv minkað, sam- stundis er útflutningurin nógv minkaður. - Men fer tað almenna so eisini at seta tálmandi tiltøk í verk, sum støðan er nú, fer tað at gera kreppuna djúpari enn neyðugt er, heldur fyrr- verandi formaðurin í búskaparráðnum. Neyðugt við stórum halli á fíggjarlógini Tað er ímóti øllumbúskaparligum viti og skili at seta sparingar í verk, soleiðis sum samgongan nú ætlar, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur. Hann sigur, at sjálvt grundstøðið undir ætlaða kreppupakkanum hjá landsstýrinum er skeivt, men úrslitið verður eisini hareftir og tað er, at samgongan ger kreppuna djúpari enn neyðugt Skilagott at keypa flogfar til sjúkraflutning Kaj Leo Johannesen, løgmaður, heldur tað vera eina skilagóða loysn, at að almenna keypir eitt flogfar til sjúkraflutning og eftirlitsflúgving. Løgmaður heldur, at tað hevði verið betur, at tað almenna hevði sítt egna flogfar ístaðin fyri at brúka 22 milliónir krónur um árið til ferðaseðlar og leigutúrar til sjúklingar og avvarðandi. Tað segði hann við Dag og Viku í gjárkvøldið. Kaj Leo Johannesen sigur seg vera ovfarnan av, at sjúkraflutningurin við Atlantsflogi kostar so nógv. Prísurin er 350.000-400.000 krónur um vikuna í ferðaseðlum, og leigutúrar við sjúklingum kosta hálva aðru til tvær milliónir krónur um árið. Poul Geert Hansen, aðalstjóri í heilsumálaráðnum, segði við Dag og Viku, at møguleikin at keypa egið flogfar hevur verið umrøddur, og heilsumálaráðið hevur eisini havt samband við ymiskar veitarar, ið hava víst áhuga fyri at røkja sjúkraflutningin loftvegis. Umframt sjúkraflutning kundi eitt tílíkt flogfar havt eftirlit við føroyska sjóøkinum.